hósdagur 19. juli 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. JULI 2018
SOSIALURIN 82
5
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Navn: Charlotta á Váli Olsen
Búðstaður: Tórshavn
Útbúgving/Yrki: Námsfrøðingur
Hví Miðflokkin: Tí flokkurin
hevur tey kristnu og etisku
virðini sum grundarlag undir
øllum arbeiði floksins.
Hjartamál:
- At yngstu og veikastu
borgarar okkara hava bestu kor
at vaksa upp í, í okkara skjótt
mennandi og stressandi
samfelag.
- at okkara eldru borgarar hava
eitt virðiligt lív sum
pensiónistar og gomul, eins og
vit sjálvi ynskja okkum, tá
okkara tíð kemur
Er tað virðiligt og væl stýrt, tá vit í
"heimsins ríkastu tjóð" uppliva:
at gjógvin millum rík og fátøk veksur?
at talið av fólki í fátækraváða økist?
at eldri og óhjálpin í summar fáa heimrøkt sína minkaða til lítið og
einki?
at heilsuverkið longu í juni boðar frá forðingum, so sjúklingar, ið bíða
eftir viðgerð uttanlands, mugu bíða til komandi ár?
at sjúk fáa boð um at verða nøgd við mánaðarlangar bíðitíðir í
føroyska heilsuverkinum?
at sjúklingar í túsundatali ongan kommunulækni hava vegna út av lagi
vánaliga politiska fyrisiting?
at felags visitatiónsskipanin, sum sambart menningar ætl anini frá 2016
skuldi setast í verk beinanvegin, enn ikki hevur sæð dagsins ljós?
at sálarfrøðiliga eindin, sum sambart sama skjalið skuldi set ast í verk,
eftir øllum at døma er goymd burtur í onkr ari skuffu?
Nei, tað er ikki virðiligt og boðar frá
vánalgari leiðslu!
Vend má koma í, sjálvsagda høvið verður til Løgtingsvalið, sum vónandi
verður skjótari enn nakar væntar!
Miðflokkurin var við og vendi døpru samfelagsgongdini frá 2011 til
2015! Vit eru tilreiðar at taka nýggj tøk!
Vit vóru við til at venda fólkaminkingini til vøkstur, arbeiðsloysið, ið
vaks hóttandi, varð vent til søguliga skjóta minking, vit megnaðu at
venda almenna undirskotinum frá 548 mió., tá vit tóku við, til 83 mió,
tá vit vórðu loyst av- og mong onnur tíðandi samfelagslig hag tøl
snarvendu vit rætta veg in.
Vit eru tilreiðar at taka nýggju
neyð ugu tøkini!
www.midflokkurin.fo
MIÐFLOKKURIN
Í øðrum londum hava tey
sjúku viðgerðartrygd, í
Føroyum viðgerðardrál!
Vangamynd
Gátuføri
Gøtutróndur
á Føroya
Fólkaháskúla
B
eint fyri ólavsøku, hóskvøldið 26.
juli, kemur íslendski professarin
Torfi Tulinius, sum hevur ís
lendskar miðaldarbókmentir sum
sergrein, at halda fyrilestur um Føroyinga
søgu við serligum denti á Gøtutrónd. Heitið
á fyrilestrinum er "Gátuføri Gøtutróndur."
Gøtutróndur er ein hin minniligasti
og gátuførasti persónurin í øllum teim ís
lendsku fornbókmentunum. Hann verð
ur lýstur sum mansligur og háborin, men
samstundis er hann ein snildur “svikara
figurur,” og sum mangur av tí slagnum í
søgn og bókmentum, er hann tvítýddur.
Sum bókmentaligur persónur er hann
ógvuliga samansettur og hevur eina ríka
bakgrundssøgu.
Í fyrilestrinum verður greitt frá Tróndi
og brøgdum hansara, og hvørjar serligar
snildir tann, ið skrivaði Føroyingasøgu,
nýtir til tess at lýsa hann. Harumframt
verða Tróndur og Føroyingasøga sett í
samband við vaksandi vald Noregs í Norð
urhøvum í trettandu øld og avleiðingarnar,
tað hevði fyri norskmæltu samfeløgini í
Grønlandi, Íslandi og Føroyum.
Fyrilesturin verður í Miðstovuni á
Føroya Fólkaháskúla hóskvøldið kl.19.30.
Aðalkonsul Íslands í Føroyum bjóðar
okkurt leskiligt aftaná fyrilesturin. Tiltakið
er alment og ókeypis, og øll eru vælkomin.
Gevið gætur, at fyrilesturin verður hild
in á enskum.
Minnist til haldargjaldið