hósdagur 19. juli 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. JULI 2018
SOSIALURIN 82
6
MENTAN: Spælifilmurin NINA
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
S
álarlig lýing og einsemi eru
evni, sum sjáldan eru at
hoyra í almenna rúminum
í Føroyum. Hetta ynskir 26
ára gamla Maria Winther Olsen at
bróta við nýggja filminum, NINA,
sum er hennara fyrsti spælifilmur.
Filmurin tekur støði í einum
donskum pari, ið flytir úr
stórbýnum, Keypmannahavn, til
lítla føroyska útihagaran, Mikladal.
Fráveran hjá manninum, sum fær
arbeiði í Klaksvík, fær Ninu at
detta út í eitt einsemi, sum endar
við at geva henni sálarliga líðing.
Tað hevur verið strævið,
stuttligt og spennandi hjá
havnargentuni Mariu Winther
Olsen hesi trý árini, hon hevur
arbeitt við filminum. Men nú er
filmurin endiliga liðugur, og hann
varð síðst í juni mánað frumsýndur
í Norðurlandahúsinum.
- Tað er ótrúliga stórt fyri meg,
at salurin næstan var fullur, og so
nógv fólk ynsktu at síggja filmin.
Nógv hava latið sera væl av
bæði filminum og av tiltakinum
í Norðurlandahúsinum. Summi
hava gjørt vart við, at tey til tíðir
høvdu torført við at skilja, hvat
dansku leikararnir søgdu, so tí hava
vit longu fingið filmin tekstaðan.
Annars havi eg bert hoyrt jaligar
viðmerkingar, og tað er sjálvandi
deiligt, sigur Maria Winther Olsen.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri
í Klaksvík, helt eina røðu áðrenn
sýningina. Klaksvíkar Kommuna
hevði latið 200.000 krónur til
filmsverkætlanina. Borgarstjórin
legði í røðuni dent á, hvussu
nátúrlig og løtt avgerð tað var
hjá býráðnum at stuðla hesari
spennandi verkætlan í vøkru og
søguligu bygdini, Mikladali.
- Alt filmsliðið kom upp á pallin,
har vit fingu blómur. Tað var
fantastiskt at hoyra fólk klappa, og
mann føldi, at fólk veruliga meintu
tað. Tað er rørandi, tá vit hava lagt
so nógva orku í filmin, sigur hon.
Vil fáa fólk at tosa
um tung evni
Í mun til stóru evnini, sum Maria
Winther Olsen viðger í filminum, so
metir hon tað vera týdningarmikið
at seta orð á tey. Hon heldur ikki,
at hetta er nakað fremmant í
Føroyum, sum føroyingar ikki
kenna til.
- Eg trúgvi í den grad, at fólk í
Føroyum eru plágað av einsemi
og myrkum tonkum. Serliga í
vetrarmánaðunum, sigur hon.
Hon greiðir víðari frá, at
Mikladalur ger okkurt við hana,
sum hon ikki dugir at seta orð á.
Hon visti beinanvegin, tá hon kom
til Mikladals, at hetta var staðið
til filmin. Tað at vera einsamallur
og isoleraður ísenn í slíkari bygd
kann fáa okkurt fram í fólki, sum
onkursvegna riggaði væl til Ninu,
sum kemur til Mikladals uttan at
kenna nakran annan enn sjeikin.
- Málið hevur frá byrjan av
verið at koma undir húðina á
einari kvinnu. Filmar hava ofta
mannfólk í fokus, og eg vildi
gjarna vísa eina kvinnu uppá “gott
og ónt” og seta kvinnuna í fokus.
Eg vóni, at fimurin kann skapa
dialog um einsemi, sálarliga líðing
og kynsrollur.
Til
frumsýningina
í
Norðurlandahúsinum sýntist
hetta at eydnast, tí filmurin skapti
eitt ávíst kjak. Har eru ymsar løtur
í filminum, sum krevja nakað av
hyggjaranum, og har filmurin ikki
gevur tær svarið.
- Fólk diskuteraðu filmin aftaná.
Tað betýðir alla verðina fyri meg,
at filmurin fær lov at liva longri
enn bert á løriftinum. Tí so hava
fólk tikið okkurt við sær og hugsað;
og tað er nettup tað, filmur skal,
greiðir Maria Winther Olsen frá.
Mikladalsfólkini eiga
part í filminum
Tá filmurin varð upptikin, búði
alt filmsliðið í lítla Mikladali í fýra
vikur. Mikladalsfólkini hava frá
byrjan til enda av framleiðsuni
tikið hond um stóra filmsliðið.
Tey hava bakað køkur, og tey
hava sent fólk við bensini, tá hesi
býarmenniskjuni eru steðgað upp
millum bygdir við tómum tanga.
Generelt hava tey staðið klár at
hjálpt við øllum fyrikomligum
trupulleikum. Góða sambandið
millum tey gjørdi eisini, at fleiri
mikladalsfólk
endaðu
sum
statistar í filminum.
- Í veruleikanum er alt hetta
bara smáting, men fyri okkum er
tað stórt. Tey hava onkursvegna
følt, at hetta hevur verið teirra
projekt, og tað føli eg eisini, tí tey
hava verið ein so stórur partur
SPÆLIFILMURIN
SKAPA DIALOG
- Tað var fantastiskt at hoyra fólk klappa, og mann føldi, at fólk veruliga meintu tað,
sigur Maria Winther Olsen, sum nú er aktuell við nýggjum føroyskum spælifilmi
Maria Winther Olsen
MYND: PER ZACHARIASSEN
Nina (Marie T. Søderberg) og presturin, Fríði (Mike Viderø)
MYND: JONAS BERLIN
Josefine Pil, framleiðari,
og Maria Winther Olsen
MYND: FRÓÐI T. VESTERGAARD