hósdagur 19. juli 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. JULI 2018
SOSIALURIN 82
7
av hesum. Eg kundi ikki ynskt
mær meira frá teimum lokalu; tey
hava verið tann størsta gávan til
hesa framleiðsluna, sigur Maria
Winther Olsen.
Hon hevur arbeitt nógv við
filmi í Danmark og heldur, at
hesin blíðskapurin, tey hava møtt
í Mikladali, er nakað serføroyskt.
NINA hevur verið
hennara útbúgving
Maria Winther Olsen hevur áður
umtalað filmin, NINA, sum sína
útbúgving. Aftaná tvær royndir
at sleppa inn á filmsskúlan, gjørdi
hon upp við seg sjálva, at hon
behøvdist ikki at ganga á skúla fyri
at gera film. Hon fór at skapa sín
egna skúla. Nú er filmurin liðugur,
og tí kann mann siga, at hon er
liðug við sína útbúgving.
- Mann fer á filmsskúla fyri
at læra at gera film. Men eg havi
lært at gera film við at gera ein
film. Filmur er eitt stað, har mann
bara lærir við at gera tað. Eg havi
sjálv valt allar mínar lærarar og
floksfelagar, vísir hon á og sipar
til øll tey, hon hevur biðið um
leiðbeining og hjálp í framleiðsluni.
Spælifilmsdebutanturin er
ímóti tankanum og praktiseringini
av miðalkarakterum. Hon heldur
ikki, at teir áttu at havt ein so
stóran leiklut, tá tað skal snúgva
seg um at velja sína lívsleið
og sleppa inn á eina listarliga
útbúgving. Ein av fyrimyndunum
hjá Mariu Winther Olsen er danski
slóðbrótandi filmsleikstjórin, Lars
von Trier.
- Eg vænti, Lars von Trier hevði
blivið líka so góður, uttan at gingið
á filmsskúla. Eg haldi, tað er soleiðis
við øllum tí kreativa. List er fyri
meg um at finna sína egnu rødd
og sín egna máta at gera tað uppá.
Mann kann læra eitt handverk á
einum skúla, men í síðsta enda er
tað tín egna intuitión, sum ger av,
um tað er gott ella ikki. Karakterir
siga ikki nakað um nakran, tí vit
menniskju eru nógv meira enn
nøkur tøl, sigur Maria Winther
Olsen.
Hon vísir á munin millum at
gera film á einum skúla og so í
veruliga lívinum. Í skúlanum er
tað í lagi og meiningin at gera feilir,
men í veruliga lívinum er meira
uppá spæl. Hon stóð við einari
verkætlan til eina millión og hevði
nógv fólk aftrat sær, og tá merkti
hon, at tað er harðari at gera feilir
tá, enn um hon hevði verið undir
einum trygdarneti, sum ein skúli
hevði givið henni.
Væntandi skjótt í
føroysku biografarnar
Í løtuni er Maria Winther
Olsen í ferð við at gera eina
dokumentarrøð fyri Kringvarp
Føroya um føroyskan ungdóm.
Hon gongur við stórum búki nú
og fer í barsil nakað aftaná, at
dokumentarrøðin er liðug.
- 2018 verður eitt ár, eg ikki
gloymi, sigur hon og sipar til, at tað
verður árið, har hon fær sítt fyrsta
barn og ger sín fyrsta spælifilm.
Hon gleðir seg at sleppa í
barsil, men hevur eisini fingið
blóð upp á tonnina eftir at gera
meira film. Nú hevur hon nýggjar
royndir, men vísir á, at tað var
ein stór og strævin avbjóðing at
gera NINA filmin við so lágum
búsketti. Tí væntar og vónar hon,
at upphæddin til filmsjáttanina
hjá Mentamálaráðnum verður
økt munandi, so at karmurin fyri
at gera film í Føroyum gerst enn
betri. Næsta spælifilmin ætlar
hon at gera á føroyskum máli í
Føroyum.
NINA verður nú sendur til
ymsar filmsfestivalar kring heimin
og verður eftir ætlan vístur í
Havnar Bio og Atlantis Bio seinni
í ár.
NINA SKAL
UM EINSEMI
Søgan um høvuðsleikarinnuna:
M
arie T. Søderberg er vælkend úr donsku sjón
varpsrøðini, 1864, sum hevur verið send á DR1. Men
tað var í roynd og veru ikki meiningin, at tað skuldi
vera hon, sum skuldi spæla Nina. Upprunaliga
sjónleikarinnan avlýsir seks vikur áðrenn upptøkurnar vegna eitt
tilboð, hon ikki kann siga nei til. Maria Winther Olsen hevur nú ein
trupulleika. Hon minnist aftur á persónarnar, ið vóru til casting,
og har er ein, sum stendur eftir: Marie T. Søderberg. Maria ringir
til Danmarkar við vón um at navnasystirin kann bjarga filminum:
“Eg havi ongan leikara, og tú vart til casting....” Marie T. Søderberg
gjørdi stórt inntryk á Mariu undir casting, og eitt ja frá henni hevði
bjargað filminum. “Tað ljóðar ordiliga spennandi... men eg eri uppá
vegin”. Í hesu løtu er Nina ikki við barn í leikritinum, so Maria
stendur aftur á berum.
Eftir prát og ráðføring frá fotografinum og øðrum verður
Maria Winther Olsen sannførd um, at har er eingin, sum kann bera
rolluna sum Nina betur enn Marie T. Søderberg. Tí er einki annað
at gera enn at umskriva leikritið. Maria Winther Olsen umskrivar
leikritið soleiðis, at Nina er uppá vegin, og danska Marie er við uppá
hugskotið umgangandi. Hetta var heldigt, tí tað vísti seg, at Marie
T. Søderberg meistraði uppgávuna, og Maria Winther Olsen kundi
tí ikki ynskt sær nakran annan enn hana at spæla høvuðsleiklutin.
Úr sjónvarpsrøð á
DR1 til Mikladals
Handrit og leikstjórn:
Maria Winther Olsen
Høvuðsleikarar:
Marie T. Søderberg,
Nikolaj D. Schmidt
og Mike Viderø
Longd: 82 minuttir
Slag: Fiktión og drama
Stað: Mikladalur
og Klaksvík
Marie T. Søderberg
við dóttur síni til
frumsýningina.
Báðar eru klæddar
í troyggju frá
Guðrun & Guðrun
MYND: PRIVAT
MYND: JONAS BERLIN
Nógv fólk vóru møtt í Norðurlandahúsinum at síggja NINA fyri fyrstu ferð
MYND: FRÓÐI T. VESTERGAARD