Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juli 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. JULI 2018 SOSIALURIN 82 8 ÁKI BERTHOLDSEN T að rætta var at vit høvdu fýra borgarstjórar í Havn. Tað heldur Annfinn Brekk­stein, býráðslimur í Havn fyri Sambandsflokkin. Hann vísir á, at Havnin er øgiliga nógv vaksin hesi seinastu árini. Sam­stundis hava kommurnar yvirtikið eldraøkið, og, sum frá líður, verða kanska eisini onnur málsøki løgd undir kommunurnar. – Sum heild er arbeiðsbyrðan hjá býráðslimum vaksin ómetaliga nógv hesi seinastu árini, staðfestur Annfinn Brekkstein. Fýra borgarstjórar Hann sigur, at nú ein nevnd skal setast at endurskoða lønar­viður­ skiftini hjá borgarstjóranum, og um­støðurnar hjá býráðslimum annars, eigur spurningurin um at hava fleiri borgarstjórar í Havn, eisini at verða tikin við. Annfinn Brekkstein hugsar sær, at tað verður ein yvirborgarstjóri, men at tað so eisini verða tríggir aðrir borgarstjórar, har meirilutin fær tveir og minnilutin fær ein. Teir tríggir borgarstjórarnir, sum koma afturat, skulu vera borgar­stjórar fyri hvør sítt øki, ein fyri tekniska mál og ein heilsu- og mentamál. Og so heldur hann, at eldraøkið er so mikið umfatandi, at tað eigur at hava ein borgarstjóra fyri seg. Sostatt fáa vit tríggir undir­borgarstjórar. Samstundis skulu nendirnar í býráðnum leggjast saman so at borgarstjórarnir eisini vera nevndarformenn í hvør sínari nevnd. Meiri professionelt Annfinn Brekkstein heldur, at ein skipan, við fleiri borgarstjórum, og við færri nevndum. hevði gjørt býráðsarbeiðið nógv meiri professionelt enn tað er nú. Hann heldur samstundis, at tað hevði tikið nógv av partapolitikkinum burt­ur úr býráðsarbeiðnum. Eftir hansara tykki er tað ikki til frama fyri býráðsarbeiðið, at parta­poli­ tikk­ur er so frammaliga, sum hann er. Hann heldur nevniliga, at ein vansi við at hava so nógvar nevndir, sum býráðið nú hevur, er, at tað kem­ur ov nógvur partapolitikkur upp í býráðsarbeiði. – Vit eru øll vald at virka fyri Tórs­havnar Kommunu og tí eiga vit at seta partapolitikk til viks. Og eg eri sannførdur um, at fáa vit eitt meiri professionelt býráð við fleiri borgarstjórum í føstum starvi, og færri nevndum, hevði tað lyft býráðsarbeiðið upp á eitt hægri stig Ikki ráð at verða valevni Annfinn Brekkstein heldur, at vit mugu síggja í eyguni, at arbeiðs­byrðan hjá býráðslimum er munandi økt hesi seinastu árini. Býráðslimir skulu úr sínum borgar­liga arbeiði í tíð og úrtíð, tí fundir eru í býráðnum, og tað kann vera ómetaliga torført at fáa tað borgarliga starvið at sampakka við býráðsarbeiðið. – Samstundis er mangan talan um stóran lønarmiss, tí tað, bý­ ráðs­limir fáa í samsýning, stend­ ur á ongan hátt mát við ta løn, teir missa fyri at fara úr arbeiðið javnan og savnan. – Ein, sum í tíð og úrtíð skal á fund í býráðnum, kann eisini skjótt koma í klemmu í sínum borgarliga starvi, tí verður forsømt, tí tað ber ikki til at røkja tvey størv ísenn, sigur býráðslimurin fyri Sam­ bands­flokkin. – Avleiðingin kann vera, at tað vera færri og færri, sum kun­nu bjóða seg fram at vera býráðspolitikarar, og tað vildi verið ein missur fyri fólkaræðið, skal býráðið bara verða samansett av fólki, sum eru so mikið væl fyri fíggjarliga, at tey hava ráð til at missa burtur av lønini fyri at vera býráðslimur, heldur Annfinn Brekk­stein. – Tað eigur ikki vera so í einum framkomnum fólkaræði, at borgarar aftra seg við at stilla upp til eitt politiskt starv, tí at tey ikki hava ráð til tað. Tíðirnar broytast og tí haldi eg, at vit eiga at tora at endurskoða skipanina, vit arbeiða undir, leggur hann afturat. TÍÐINDI: TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ TAÐ SKULDI VERIÐ FÝRA BORGAR­ STJÓRAR Í HAVN Tað hevði gjørt arbeiðið í býráðnum meiri professionelt, heldur býráðslimur í Havn Havnin er ikki tann sama nú, sum hon var fyri nøkrum árum síðani. Tí eiga vit eisini at broyta arbeiðsumstøðurnar hjá býráðspolitikarunum, so at vit fáa fleiri, professionellar politikarar, heldur Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Havn