Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juli 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. JULI 2018 SOSIALURIN 82 9 Uttanveltaða nevndin, sum nú skal setast at endur­skoða lønar­viðurskiftini hjá borgar­ stjóra­num og býráðs­limunum í Havn, skal arbeiða útfrá teirri sannroynd, at kommunurnar umsita fleiri málsøki í dag, enn tær gjørdu áður, og at arbeiðs­byrðan og ábyrgdin hjá kommunustýrislimum er økt. Tí hevur býráðið samtykt, at arbeiðsstetningurin hjá nevnd­ini skal vera at kanna um verandi samsýning til býráðs­ lim­irnar eigur at broytast eftir teirri ábyrgd og tign kommunu­ stýrislimir hava. Nevndin skal eisini viðgera spurn­ingin um býráðslimir eiga at fáa eftirløn av samsýningini teir fáa og um borgarstjórin skal fáa somu løn og eftirløn sum lands­stýrisfólk ella løgmaður. Og so skal nevndin eisini meta um arbeiðsumstøðurnar hjá býráðslimunum eiga at verða broyttar á øðrum økjum eisini. Býráðið ásannar, at býráðið kann ikki sjálvt avgera, hvussu samsýningarnar skulu vera, tí tað er landsmyndugleikin, sum av­gerð tað. Men tá ið nevndin er komin til eina niðurstøðu, skal býráðið so taka støðu til um tey skulu heita á Fíggjarmálaráðið um at seta nakrar broytingar í verk. Men undir øllum umstøðum koma broytingarnar ikki í gildi fyrr enn eitt nýtt býráð tekur við tann fyrsta januar í 2021. Størri ábyrgd og størri arbeiðs­byrðu Ein loysn kann vera, at vit fáa fleiri býráðspolitikarar, sum verða settir í fast starv, heldur borgarstjórin í Havn Býráðslimir skulu hava ordiliga løn fyri arbeiðið ÁKI BERTHOLDSEN – Tað, sum hevur størstan týdn­ ingin, er, at býráðslimir fáa góðar arbeiðs­um­støður – og at teir fáa eina ordiliga løn fyri sítt arbeiði. Tað sigur Annika Olsen, borgar­ stjóri í Havn, nú ein uttan­veltað nevnd skal setast at endur­skoðað samsýningarnar til borgar­ stjóran, og býráðslimirnir í Havn. Nevndin, sum verður sett ein av fyrstu døgunum, skal eisini endurskoðað tær arbeiðs­um­ støður, býráðslimirnir í Havn, hava. Nevndin skal mannast við við fólki við serkunnleika í lønar­ viðurskiftum og kommunu­málum, og býráðið hevur samtykt at játta 300.000 krónur í samsýning til nevndarlimirnar. Sum vit skriva í eini aðrari grein her á síðunum, mælir býráðs­ limurin, Annfinn Brekkstein til, at vit fáa eina skipan fyri fleiri borgar­stjórum í Havn. Annika Olsen sigur, at akkurát tað er ikki við í arbeiðssetninginum hjá nevndini. Hinvegin er arbeiðs­ setningurin at finna eina skipan, ið gevur býráðslimir góð arbeiðs­ viður­skifti sum heild– og eina hósk­andi løn fyri tað. Hon sigur, at talan kann verða um eina skipan við fleiri borgar­ stjórum. Men talan kann eisini verða um eina skipan, har fleiri bý­ráðslimir, helst formenninir í teim­um ymsu nevndunum, eisini verða settir í fast starv saman við borgar­stjóranum. So kann metast um, antin talan skal vera um eitt fulltíðarstarv, hálv­tíðarstarv, ella okkurt annað, leggur borgarstjórin afturat. Verður ein slík skipan úrslitið av nevndararbeiðnum, ber í sama við­fangi til at meta um, antin talið á nevndum skal fækkast. Hendur tað, fer arbeiðsøkið hjá nevndunum sjálvsagt at veksa, men úrslitið av tí kann so eisini vera, at innihaldið í nevndararbeiðnum fæst betri at sam­svara til eitt fulltíðarstarv, ella eitt hálvtíðarstarv, ella, hvat tað verður. Spurningurin um at hava fleiri borgarstjórar í Havn, hevur verið frammi áður. Tað var fyri nøkrum árum síðani, men tað fekk ógvuliga kaldloga móttøku frá landsmyndugleikunum. – Spurningurin er um lands­ myndug­leikin hevur broytt hug­ burð á hesum øki um tað hevði vunn­ið frama at gjørt eina skipan við fleiri borgarstjórum, heldur Annika Olsen. Hon vísir á, at sum kommunu­ skipanin er nú, hava kommunur ein borgarstjóra og tað er ikki avgerandi fyri tey í Tórshavnar Býráði at fáa tað broytt. – Tað avgerandi er, at býráðslimir fáa góðar arbeiðsumstøður, so hevur tað minni at siga, hvussu tað eitur. Sum fluga í fløsku Annika Olsen heldur, at tað er neyðugt at finna eina nýggjan starvs­skipan fyri býráðslimir í Havn. Hon staðfestur, at arbeiðs­ byrðan hjá býráðslimunum er ómet­a­liga nógv økt hesi seinnu árini, og serliga formenninir í teim­ um ymsu nevndunum hava nógv at gera, og ganga sum fluga í fløsku av einum fundi á annan. – Tað er møtimikið, og í nógvum førum missa teir eisini inntøku, tí teir verða trektur í løn, og sam­sýn­ ingin sum býráðslimur svarar ikki til ta lønina, teir missa, heldur hon. Samstundis fáa býráðslimir heldur ikki eftirløn av teirri løn, teir fáa sum býráðslimir, so tað er eisini ein missur á ellisárum at vera býráðs­limur. Men tað er neyvan serliga huga­ ligt heldur hjá einum arbeiðsgevara at hava starvsfólk, sum mugu úr arbeiði í tíð og úrtíð fyri at røkja sítt starv sum býráðslimur. – Men sum støðan nú er hava bý­ráðslimir alt ov vánaligar um­ støður til at gera eitt gott arbeiði, heldur borgarstjórin. Hon er eisini sannførd um, at verða umstøðurnar betri, fara bý­ ráðs­limir eisini at leggja nógv størri orku í at gera eitt gott arbeiði. Og hon heldur eisini, at úrslitið hevði verið eitt dygdarbetri, politiskt arbeiði enn tað er nú, har sumt av tí er løtuverk, tí stundir eru ikki til at gera arbeiði til lítar. Sum støðan nú er hava býráðslimir alt ov vánaligar umstøður Tað er neyðugt at býráðslimirnir í Havn fáa betri umstøður, sigur Annika Olsen, borgarstjóri