hósdagur 19. juli 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. JULI 2018
SOSIALURIN 82
10
DANJAL AV RANA
L
at ongan iva vera. Í ver
andi løtu er ilt hjá einum
óroyndum eyga at síggja,
at Glasir skal verða klárt
at taka ímóti næmingum við skúla
ársbyrjan. Uttanfyri líkist tað fram
vegis einum byggiplássi, og innan
er ikki eitt høli heilt liðugt enn.
Men allastaðni arbeiða fólk við
fullari ferð. Uttanfyri er Articon í
ferð við at gera vegirnar og gøtur
nar rundan um skúlan klárar.
Tað merkist eisini, at ein nýggjur
handil og Skúlin á Fløtum verða
bygdir beint undir liðini á Glasi.
Og um ein dittar sær inn gjøgn
um glasdyrnar, er tað sum at koma
inn í eina meyrtúgvu.
Allastaðni renna fólk runt
frá ymiskum veitarum, frá
elektrikarum, inventarveitarum,
betongslíparar og onnur.
Einki rúm í bygninginum er
heilt liðugt enn, men í nógvum
teirra er tað bara ein spurningur
um at fáa møblarnar upp á pláss.
Fólk eru byrjaði at vaska bygn
ingin frá ovastu hædd og niður
eftir. Har er nógv glas, 10.000 fer
metrar, sum skal reinsast, áðrenn
bygningurin verður klárur at sýna
fram fyri almenninginum.
Sara Winther, verkfrøðingur í
byggideildini hjá Landsverk, sigur,
at bygningurin verður klárur at
taka ímóti næmingum til skúla
ársbyrjan.
Tað er tó greitt, at tað verður
ikki nakað drúgt ólavsøkuhald
hjá arbeiðsfólkunum, um teir skulu
megna at verða liðugur.
Sara Winther sigur, at almenn
móttøka verður á Glasi 9. august.
Bogi Bech Jensen, rektari, hevur
tó sagt, at í ávísan mun mugu
fólk fyrireika seg til, at alt ikki er
heilt liðugt og klárt, og at fyrsta
tíðin í nýggja skúlanum verður
merkt av, at arbeiðsfólk enn fara
at leggja seinastu hond á í pørtum
av bygninginum.
Nýggi bygningurin hevur eina
gólvvídd upp á 19.500 fermetrar í
sjey hæddum. Fíggjarkarmurin er
515 milliónir krónur, íroknað inn
búgv og annað.
Skúlin hevur pláss fyri 1.300
næmingum, og 200 lærarar fara
at starvast á staðnum. Tað eru 650
hurðar í bygninginum. Tað eru yvir
10.000 fermetrar av glasi, og áleið
4.000 lampur. Umleið 35.000 tons
av betongi er nýtt, og umleið 1.500
tons av stáli. Tað eru fýra lyftir í
bygninginum, sum verður hitaður
við jarð- og fjarhita.
Á fyrstu hædd verður felagsøki,
ítróttarøki, fyrilestrarstova, fjøl
salur, skiftingarrúm og tøkni.
Á aðru hædd verður somuleiðis
felagsøki, tað verður verkstaður
fyri metalviðgerð, og verkstaður
til træ, bókasavn, floksrúm, lærara
fyrireiking, námsfrøðiligur verk
staður og somuleiðis eitt tøknirúm.
Á triðju hædd verður felagsøki,
floksrúm/verkstova til metal. Har
verður verkstaðarvørður/KT hjálp,
køkur/matstova, floksrúm, lærara
fyrireiking, terassa, tøknirúm og
ves.
Á fjórðu hædd verður somuleiðis
felagsøki, hølir til tónlista frálæru,
til myndlist/formlist, til fyrisiting,
skrivstovu og móttøku. Har verður
lærarastova, lærarafyrireikingar
rúm, inngongd/terassa, floksrúm
og ves.
Á fimtu hædd verður somuleið
is felagsøki, hárfríðkan, klædna
ástøði, ves, lærarafyrireiking og
terassa.
Á sættu hædd verður felagsøki,
alisfrøði/evnafrøði/lívfrøði og
miðlasavn. Har verður eisini
byggitøkni/handilslæra, floksrúm,
lærarafyrireiking, náttúrufak/
floksrúm og terassa.
TAÐ ER SKIL Í
RUÐULEIKANUM
TÍÐINDI: Glasir
Hóast tað í løtuni er torført hjá óvanda eyganum at skilja, at tað skal bera til, er
Landsverk ikki í iva um, at Glasir verður liðugt og klárt til móttøkuna 9. august
Nógvir nýggir
vegir skulu
gerast í økinum.
Her eru menn
frá Articon í
ferð við at gera
eina nýggja
rundkoyring
uttanfyri Glasir