Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juli 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. JULI 2018 SOSIALURIN 82 12 ÁLVUR DANIELSEN H vørt mansbarn man hava vitjað henda bóka­handil; ikki tí hann bert hevur selt bøkur. Nei her hevur ein fingið alt frá bókum til leika og tapet. Eitt foto­ateler, bókbindarí umframt ein prentsmiðja hava eisini innan hesar húsaveggir ríkað okkum við al­skins søguligum dýrgripum. Við at leita nakað í bløðunum, so finn­ast tíðindastunbar, sum lýsa, hvat hendi í 1918. Dimma Nr. 52 – 29.06.1918 skrivar so­leiðis: »Den gamle Realskole bliver om­ dannet til en flot moderne Strøg­ for­retning og vil til Olai staa fuld færdig. Boghandelen vil indtage næsten hele den lange Facade med Nord og Øst; den vestlige Fløj bliver Beboelse. Der er handlet med nænsom Haand, idet den gamle Bygnings Stil og Karakter er bevaret, og de store Træer vil frem­ deles pynte op. Hele Kvarteret har vundet ved Ombygningen«. Og sjálvan dagin, tá handilin læt upp, skrivar Dimmalætting Nr. 57 – Ons­dagen den 17.07.1918: »I dag aabner H. N. Jacob­sens Bog­handel i de nye Lokaler i den for­henværende Real­skole­bygn­ ing«. Vit kunnu tí av røttum týsdagin 17. juli ynskja »Gamla Bókhandli« til­lukku við teimum 100 árunum á Vagli­num. Summarið 1918 var eitt søguliga vána­ligt summar. Tað var sum øll heimsins lágtrýst við regni og mjørka raktu oyggjarnar, so lítið er at ivast í, at hesin bókahandil var væl vitjaður ta ólavsøkuna. HNJB eitur handilin eftir »Hans Nicolai Jacobsen« (4.05.1832 – 17.06.1919) sum lærdi til bókbindara í Danmark og heimkomin gjørdist fyrsti bókhandlari í Føroyum. Byrjað var niðri í Gongini, og stovning­ardagurin var ólav­søku­ dag 1865. Ein treyt fyri lønandi handli var limaskapur í »Den Danske Boghandlerforening«, sum gav avsláttur upp á bøkurnar, og henda hevði hann fingið 2. septem­ bur 1864. Í dag er HNJB elsti bóka­ handilin í hesum limaskapi. Ein dóttur Hans Nicolai Jacob­ sen var Sigrid Niclasen (1854 – 1927) gift Poul Niclasen (1852 – 1905), ið hevði ábyrgdina fyri handlinum, tá hann lat upp á Vaglinum í 1918. Eftir Sigrid tóku synirnir við í 1927. Teir vóru Hans Niclasen (1894 – 1970) giftur Kate, sum doyði í 1992 og Sigurd Niclasen (1896 – 1949). Bæði Hans og og Sigurd vórðu studentar á Sorø Aka­demi í 1913, so skúlaskapurin var settur í fyrstu røð. Sigurd varð annars seinni cand phil. Tíverri var lagnan hørð hjá Sigurdi; hann var heilsu­veikur og doyði 53 ára gamal í Keypmannahavn. Tað skal nevnast, at umframt Sigrid vóru tvey onnur væl kend sysk­in eftir Hans Nicolai Jacobsen og Jóhannu Mariu úr Koytu heim­ an av Sandi: Anna Horsbøl (5.07.1856- 27.10.1940) flutti til Danmarkar. Dr. Jakob Jacobsen (22.02.1864 – 15.08.1918) – soleiðis 100 ár 15. august síðani, at hann doyði. HNJB gjørdist til eitt partafelag, tá Sigurd doyði í 1949. Tað vóru nú Hans og Kate, ið stóðu fyri handli­num í nógv ár; men ein skil­maður Kate úr Miðvági Carl Nicla­sen (1913-1998), nevndur »Carl í Bókhandlinum« gjørdist ein týðandi viðleikari og partaeigari. Carl, sum nógv munnu minnast, hevði leiðsluna av handlinum um hendi tey nógvu seinastu árini. Carl var morgunmaður og røkin í væl­kenda havanum – Bojsensgarði, ið enn er eitt serligt prýði fyri býðin. Men arvingar vóru eingir, tá HNJB – GAMLI BÓKAHANDIL 100 ÁR Á VAGLINUM Týsdagin 17. juli hevur H. N. Jacobsen Bókahandil ella vanliga nevndur »Gamli Bókhandil« húsast á Vaglinum í 100 ár. Gamli Realskúlin, sum húsaðist har áðrenn, var keyptur fyri 25.000 krónur og varð til ein bókahandil, sum seinni var útbygdur SØGA: H. N. Jacobsen Bókahandil