hósdagur 19. juli 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. JULI 2018
SOSIALURIN 82
13
synirnir vóru farnir, og Hans
og Kate ikki áttu børn. Carl var
somuleiðis ógiftur. Tí var seinast
í 80'unum ella fyrst í 90'unum
stovnaður grunnurin, sum í dag
stendur fyri HNJB. Hesin grunn
ur arvaði partabrøvini hjá Hans
og Kate. – Tá so Carl doyði, og
hann hevði skrivað grunninum
øll partabrøvini til, tá var hesin
sjálveigandi grunnur eina arvingi.
Og tað er hesin grunnur við einari
nevnd, sum stýrir handlinum í dag.
Tey, sum manna hesa nevnd í dag,
eru: Halgir W. Poulsen, formaður,
Tummas Hanus Dam, Malan
Marnersdóttir, Ólavur Arge og
Heini Joensen.
Tað sum kanska m.a. hevur
merkt »Gamla Bókahandil« eru tey
trúgvu arbeiðsfólkini – og eisini í
dag hava nøkur teirra verið har í
ein mansaldur. Ein nakað skemtilig
søga tekur støði í júst hesum.
Oluffa Mørkøre, nevnd »Luffa«
(13.08.1897 – 14.02.1978) arbeiddi í
meiri enn 60 í handlinum. Tá hon
hevði verið hjá HNJB í 50 ár fekk
hon »Fortjenestemedalje« frá
drotningini. Tó tá hon rundaði tey
60 árini í starvinum varnaðist hon,
at eingin gav hesum gætur. Tá var
tað onkur í familjuni, sum segði við
hana: »Góða Luffa – eingin er har
longur, sum veit av tí«.
HNJB Prentsmiða
Tann minniliga prentsmiðan hjá
HNJB hevur eisini uppiborið
nøkur orð:
Í 1927 er onnur áhugaverd lýsing
at finna í Tingakrossi 15.06.1927:
»Til vore kære Kunder! Da vi har
etableret eget Accidenstrykkeri
med righoldigt Udvalg af moderne
Skrifter anbefalder vi os herved til
Levering af Tryksager til billige
Priser.
H. N. Jacobsens Boghandel.«
Jú systkini høvdu stórar ætlanir
fyri framman – og miðjað varð
ímóti at geva føroyskar bøkur
út á egnum forlagið - »Forlag H.
N. Jacobens«, prentaðar á egnari
prentsmiðju. Og so var. Tað
munnu verða fá, sum ikki kenna
til Álmanakkan og Songbók Føroya
fólks.
Teir, sum serliga hava myndað
hesa prentsmiðju og høvdu
leiðsluna um hendi, vóru nevndir
»faktorar«. Teir sum hava verið
faktorar á HNJB prentsmiðjuni
hava verið hesir:
1) Jógvan Rasmussen (09.09.1891 –
24.03.1969) nevndur »Stinarin«
– faktorur frá 1927 til 1955.
2) Erling Isholm (23.09.1938 –
30.04.1963) Faktor frá 1955 til
1963
3) Martin Thomsen (1930 – 2005)
Martin var í 60 ár á HNJB
Prentsmiðju. Faktor frá 1963 til
1994. Eftir hetta leigaði Martin
prentsmiðjuna frá HNJB
og stóð sjálvur fyri henni til
einaferð ársskiftið 2004/ 20005,
tá prentsmiðjan gavst. Pressan
og aðrar maskinur vóru fluttar
úr bygninginum seinast í mai
2005 og vóru flestu teirra
tíverri fyribeindar. Tá var farið
undir nýggja innrættingina av
HNJB handilin - soleiðis sum
vit kenna hann í dag.
Kunningarstovan kom at húsast í
einum parti av húsinum í fleiri ár,
so kom kaffistova, nevnd »Paname
Café« inn í tann partin av húsinum.
Inni á hesari prentsmiðju vóru
alskyns pressur av ymiskum
slag, men tær flestu vóru tíverri
fyribeindar – og harvið fór tann
søgan fyri bakka. Har stóð m.a. ein
»MAN« pressa – sum einaferð var
fyribeind - fór helst sum gamalt
jarn. Tað sigst, at tá Hamburg var
bumbaður undir seinna heims
bardaga fór eitt søguligt prentsavn
í býnum fyri skeyti – m. a. stóð har
einasta týska MAN maskinan av
hesum slag. Í dag er eingin tílík
maskina til.
Millum flugusmekkarar og
»hurtig pressur« var ein nevnd
»Nonnan«. Hana var katólski
presturin Boekennogen komin við
til Føroyar. Katolikkarnir prentaðu
m. a. blað teirra »Sinnopskornið«
við hesari maskinu. Tá nonnunar
í 1937 fluttu úr Bringsnagøtu niðan
í Varðagøtu kom henda maskinan
á prentsmiðju HNJB.
Frá vinstru: Erling Isholm, Meinhard Túvulið, Martin Thomsen,
Hans Jákup Poulsen Irwin Mittún og Marius Ziska, sum eisini átti
prentsmiðju, MZ Prentsmiðja ella Marius Ziska Prentsmiðja. Erling
og Marius vóru systkinabørn - og um hetta mundi hjálpti Marius til á
HNJB prentsmiðju, men hann hevði eisini starvast har áður hann fekk
sær sína egnu prentsmiðju upp í Bøkjarabrekku, sum tað eitur í dag
Fremst: Martin Thomsen, Meinard Hansen (seinni Túvulið),
Irwin Mittún, Brynhild (Bibi) Haraldsen og Hans Jacob
Poulsen aftast, sum leggur hondina um hálsin á Bibi