hósdagur 19. juli 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. JULI 2018
SOSIALURIN 82
14
Tó enn í dag eru tveir »flugu
smekkarar« frá hesari prentsmiðju
til – annar var. m.a. nýttur til at
yvurstemplað nøkur frímerkir
undir seinna heimsbardaga. Ein
onnur, ein sonevnd »Heidelberger«
hevur eisini yvirlivað og stendur
uppi á Hoyvíksvegnum í Havn hjá
Føroya Prent.
Áhugavert er helst at nevna, at
á HNJB prentsmiðju var mangt
og hvat prentað umframt bøkur,
tíðarrit, bløð, visitkort, plakatir,
gravarsálmar v.m.
Her havi eg serliga hug at nevna
nøkur fyribrigdi, sum samlarar
hava stóran áhuga fyri: Eitt nú
var Føroya fyrsta vælgerðarmerki
prentað her í 1931 – eitt brævamerki,
tað sonevnda »klippfiskamerkið«,
sum umframt at verða eitt
lýsingarmerki á donskum, enskum
og sponskum máli eisini var eitt
vælgerðamerki til frama fyri
tuberklarakt børn í Føroyum.
Okkara provisorisku frímerki
og pengaseðlar undir seinna
heimsbardaga vóru yvurstemplaði
ella prentaði her – frímerkini um
náttina fyri læstum hurðum. Og
pengarnir undir serliga strongum
eftirliti við løgreglufólki á varð
haldi! So vóru teir fluttir niðan í
Amtmansborgina, har teir vóru
talmerktir við nummartørum frá
postverkinum, áðrenn teir vóru
settir í umfar í banka og sparikassa.
Rationeringsmerkini ella skamt
annarmerkini, sum vóru neyðug
undir seinna heimsbardaga, tá
stórt trot var á m.a. sukuri og kaffi,
vóru eisini prentaði á hesari prent
smiðju. Eisini henda prenting fór
fram undir eftirliti.
Feriumerkini, sum vóru í brúkt
frá 1950'unum og ein mansaldur
fram vórðu eisini prentaði á hesari
prentsmiðju. Hesi vóru sett í bók
og innloyst á t. d. posthúsinum.
Tá talan jú var um pengar, so var
tað eisini gjørt undir uppsýni. Í
dag verður tílíkt avgreitt umvegis
Taks og bankan.
Frá hesari prentsmiðju í bóka
handlinum komu nógvir »spírar«
ella fólk við førleikum, sum settu á
stovn aðrar prentsmiðjur runt um
landi – ein teirra var t. d. »Estra«
hjá Stig Rasmussen, sála. Helgi
Justinussen, sáli (í dag Rit & Rák) og
Sigmund Hammer (Bókabúðin) eru
millum aðrar menn, ið fingu gott í
beinini niðri í Gamla Bókahandli og
stovnsettu egnar fyritøkur.
Ein annars heldur skemtilig søga
frá hesari prentsmiðju er frá tíðini,
tá katolikkurin Jógvan Rasmussen
var faktorur. Hetta hevur helst
verið í 1937, tá Victor Danielsen
úr brøðrasamkomuni ynskti at
fáa Nýggja Testamenti útgivið
– prentað á HNJB prentsmiðju.
Victor, sum var ótolin, helt fyri
við Jógvan Rasmussen, at arbeiði
gekk nakað seint fyri seg. Jógvan
kom tá við onkrari umbering, sum
Victor hevði ringt við at góðtaka.
Tá ilskaðist Jógvan og segði: »Sigur
tú, at eg lúgvi«? Hartil svaraði
Victor: »Eg sigi ikki, at tú lýgur,
men eg trúgvi tygum ikki«.
– Hetta má kallast diplomati á
høgum støði? – Tað hoyrir við til
søguna, at útgávan hjá Dahl var
gáttini. So møguliga var kapping
komin í?
----------
Tað er vert at nevna, at ein annar
bókahandil, nevniliga »Hjal
mar Jacobsens Papir- og Bog
handel«sama dag, 17. juli 1918 flutti
inn í »Uldvarehusets forhenvær
ende Lokaler i Niels Finsensgøta.«
Hesin handil er tó ikki til í dag.
Hjartaliga tillukku við teimum
100 árunum á Vaglinum!
SØGA: H. N. Jacobsen Bókahandil
Keldur:
H. N. Jacobsen Til minningar, John Davidsen 1954.
Havnin Fólk og yrki, Birgar Johannesen, 2007.
Føroysku bløðini; Dimmalætting, Sosialurin og Tingakrossur.
Landsskjalasavnið, HNJB savn.
Arbeiðsbøkurnar hjá HNJB Prentsmiðu, sum í dag eru á
Býarsavninum.
Samrøður við fleiri av fyrrverandi starvsfólkum hjá HJNB
og prentsmiðuni.
1.
Annlin Thomassen prentdeildini
– seinni fotodeildini.
2.
Irwin Mittún
3.
Ottar Nielsen, býdrongur
4.
Hans Jacob Poulsen, prentari
5.
Marsanna Debes, handlinum
6.
Gully (Elsa) Debes, fotoadeildini í seinni handlinum
7.
Anna Malena Christiansen, skrivstovuni
8.
Lisa Haraldsen, skrivstovuni
9.
Erling Isholm, prentari
10.
Sunneva Lindenskov, í handlinum, sæst við brillum
11.
Carl Niclasen, úr Miðvági
12.
Martin Thomsen, prentari, faktor frá 1963 til í 2005
13.
Sigur Lútzen, bókbindari
14.
Helgi Justunussen. Byrjaði sum ørindadrongur,
seinni í læru sum bókbindari.
15.
Marius Ziska, prentari
16.
Børge Sand Hansen, bókbindari,
17.
Meinard Túvulið, prentari
18.
Jacobina Jacobsen (Bina). Vaskikonan
hjá Niclasen privat.
19.
Jógvan Rasmussen, faktor frá 1927
til 1955, sæst her við brillum.
20. Oluffa Mørkøre (Luffa) Arbeiddi
í meiri enn 60 í handlinum.
21.
Kristianna Christiansen, fotodeildin.
22.
Finn Winther, bókhaldari.
23.
Hans Niclasen, (1894 – 1970), stjóri.
24. Kate Niclasen, kona Hans, stjóri eftir hann.