hósdagur 19. juli 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. JULI 2018
SOSIALURIN 82
17
Florence + the Machine
High As
Hope
Enska Florence Welsh skapar spennandi og dramat
iskan tónleik, og hóast hennara fjórða útgáva kanska
ikki er eins uppblást sum aðrar, leggur hon framvegis
nógv fyri í sínum úttrykki. Sangirnir eru hugtakandi,
og hon leggur lív og sál í tulkingarnar. Á hesari út
gávuni kanst tú bæði uppliva
stórfingnan tónleik, høgt flog
og friðarligar løtur.
Billy Joel
52ND
STREET
Tónleikurin gevur tær stórbýarkenslu, tú sært ljósini
á Manhattan, tú merkir orkuna millum tónleikarnar
í upptøkuhølunum á 52nd Street í New York, og tú
verður drigin við av teimum framúr góðu sangunum.
Hetta var sætta útgávan hjá Billy Joel, og hon endaði
ovast á amerikanska hitlistanum í 1978 og vann tvær
Grammy heiðurslønir. Tvey av størstu hittunum
hjá Billy Joel, »Honesty« og »My Life«, eru á hesari
útgávuni, sum eisini bjóðar aðrar sterkar sangir.
The Wellgreen
Grin And
Bear It
Ádú, sum hetta er ein herlig útgáva. Glasgow-
bólkurin The Wellgreen fær íbástur úr sekstiárunum,
og hendan íblástur brúka teir til at skapa framúr
góðan tónleik, sum ljóðar bæði nýggjur
og nostalgiskur. Slóðirnar aftur í
popputu sekstiárini eru mark
antar, og gevur tú sangunum
»Ants« og »Summer Rain«
ein kjans, ert tú seldur og
hevur hug at hoyra meira.
Lady Gaga
Joanne
Lady Gaga fekk gjøgnumbrot við glitrandi popp
framleiðslu og sangum sum »Poker Face« og og »Just
Dance«, men Lady Gaga er nógv meira enn bert ein
framleidd poppstjørna. Hon er ein framúr góður
sangari, og tað hevur hon víst alt meira seinnu árini,
tá ið framleiðslurnar ikki hava
verið
so popput og fyltar. Hendan
útgávan, sum er frá 2016,
gevur nevniliga røddini
hjá Lady Gaga pláss, og
hóast sølan ikki var tann
besta, fekk útgávan sera
góð ummæli og er verd
meira enn eitt lurt.
Hamferð
Támsins
Likam
Tungmálmsbólkurin Hamferð skapar nýskapandi
tónleik, og í ár vórðu teir á øðrum sinni tilnevndir
til tónleikavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum.
»Támsins Likam« er tungur rocktónleikur, sum
kann vera krevjandi at lurta eftir, men í teimum seks
sangunum er ein søgugongd, sum
er verd ein kjans. Hetta er ný
skapandi tónleikur, sum kann
geva tær ein góða uppliving,
um tú ert opin og forvitin.
Fairfield Parlour
FROM HOME
TO HOME
Í 1970 gav bólkurin Farfield Parlour, sum onkur skifti
eisini spældi undir nøvnum sum Kaleidoscope, The
Key og I Luv Wight, út plátuna »From Home To
Home«. Sangarin Peter Daltrey og gittarspælarin
Eddy Pumer skrivaðu sangirnar, sum stundum
eru søtir og melodiøsir og stundum progressivir og
alternativir. Tað er psykadeliskur dámur yvir tónleiki
og orðum, men á nógvum skeringum sita sangirnir
popput væl.
Tann
nýggja
Tann
klassiska
Tann
ókenda
Tann
sterka
Tann
avbjóð
andi
Tann
gloymda