hósdagur 19. juli 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. JULI 2018
SOSIALURIN 82
20
AFTURLÍTANDI
GOSPELKONSERT
Á VÁGSBØ
Fríðbjørg Jensen, Heine
Lützen, Vanja Carlsen og
Ólavur á Váli Olsen syngja
á serstakari gospelkonsert
á Summar Festivalinum
EIRIKUR LINDENSKOV
S
ummar Festivalurin bjóð
ar í ár eina nostalgiska
gospelkonsert við solist
um og sangum, sum mong
fólk munnu kenna úr áttati árun
um.
Fýra solistar verða við á kon
sertini, og tað eru fjølbroyttir
sangarar við ymiskum sangúrvali.
Solistarnir verða Vanja Carlsen,
Heine Lützen, Fríðbjørg Jensen og
Ólavur á Váli Olsen.
Tey fara at syngja sangir, sum
fólk kenna frá útgávum og útvarpi.
Vanja og Heine
Longu sum ung genta sang Vanja
Carlsen alment, og hon var eisini
við á útgávum hjá familjuni. Gent
an við sterku røddini sang seg inn
í hjørtuni hjá føroyingum, og á
Summar Festivalinum fer hon at
tríva í nakrar av sangunum, sum
hon er kend fyri at syngja – eitt nú
»Tað lítla ljós« og »Eyga oyra fótur«.
Eisini fær Vanja ein serligan gest á
pallin til tann eina sangin.
Heine Lützen telist millum
bestu gospelsangarnar her á landi.
Hann hevur sungið og útgivið
fjølbroyttan gospeltónleik, og á
hesari konsertini fer hann at tríva
í sangir frá einari serligari útgávu.
Heine Lützen var sangari í gospel
rockbólkinum Samsint, sum gav
frálíka útgávu út, og hann fer at
syngja nakrar sangir av útgávuni
– til dømis »Vit vóru orsøk«.
Fríðbjørg og Ólavur
Fríðbjørg Jensen av Sandi er lands
kend fyri kvøðuljómahitt sum
»Sonur mín« og »Góðir vinir«. Hon
hevur eisini givið nógvar aðrar
sangir út, og hon hevur sungið
nógv alment gjøgnum árini. Nú fer
Fríðbjørg Jensen fyri fyrstu ferð á
festival at framføra, og hon syngur
sjálvandi sínar best kendu sangir
á Vágsbø.
Ólavur á Váli Olsen fer á
konsertini at tulka sangir, sum
mammubeiggin Ólavur á Váli, sáli,
innspældi og var kendur fyri at
syngja. Ólavur á Váli var ein fyri
mynd fyri tann unga navna, og nú
fer Ólavur á Váli Olsen at heiðra
mammubeiggjan, sum var framúr
góður sangari. Ólavur á Váli Olsen
fer at syngja sangir sum »Mær er
sagt um ein stað« og »Flytifuglar
nir«. Eisini fara Systkini á Váli at
stuðla Ólavi við kórrøddum.
Bólkurin
Tónleikurin á konsertini verður
spældur av einum tónleikabólki
undir leiðslu Henning Nicodeums
sen. Talan er um dugnaligar og
royndar tónleikarar og kórsangar.
Bólkurin verður soleiðis mann
aður: Henning Nicodemussen
(trummur), Jónsvein Heinesen
(ljómborð og kór), Noe Chaparro
(gittar), Kristoffur Mørkøre (bass),
Laila Carlsen (kór) og Barbara
Chaparro (kór).
Summar Festivalurin verður
hildin í døgunum frá 9. til 11. aug
ust. Gospelkonsertin verður á
Vágsbø leygardagin 11. august kl.
16.00.
Vanja Carlsen byrjaði longu sum ung genta at syngja alment og á útgávum
Ólavur á Váli, sáli, var tiltikin gospelsangari. Systursonurin Ólavur á Váli fer at tulka nakrar sangir hjá honum á Summar Festivalinum