Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juli 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. JULI 2018 SOSIALURIN 82 19 KJAK ANNITA Á FRÍÐRIKSMØRK, TINGKVINNA FYRI TJÓÐVELDI Helgi Abrahamsen (HA) finst at teimum betringum, sum hendan samgongan hevur givið barna­ familjum, pensjónistum og teimum við lág- og meðalinntøkum. Hesir lættar skulu eftir øllum at døma verða ov dýrir fyri landskassan, og spyr hann tí so forhánisliga, hvør skal rinda fyri hesar betringar, tá ið búskapurin vendir aftur. Har noyðast vit at fortelja HA, at orsøkin til, at undirskotið, sum vit arvaðu frá undanfarnu sam­ gongu, er vent til yvirskot, er fyrst og fremst ali- og fiskivinnuni fyri at takka, men eisini tí at hendan samgongan hevur syrgt fyri, at fleiri fólk fáa ágóðan av fram­ gongd­ini. Hava fleiri fólk tað livi­ ligari og fíggjarliga rúmsátt, eru fleiri, sum síggja ljóst uppá fram­ tíðina, og tá eru fleiri, sum eru við til at vaksa um búskapin. Tað er soleiðis føroya fólk og teirra virksemi, sum skapar ring­ virk­ningar í búskapinum og gevur inn­tøkur til tey sjálvi fyrst og fremst, men so sanniliga eisini til føroyska landskassan! Hvør annar enn vanligi føroy­ing­urin? Tað er rætt, at búskapurin hevur tað við at fara upp og niður. Men, til at svara spurninginum, hvør ið rindar, tá ið tað vendir hin­ vegin aftur, so er bara at hyggja at søguni. Hvør annar enn vanligi før­oyingurin hevur nakrantíð rinda rokningina, tá ið búskapurin vendir aftur? Og hóskandi kundi verið lagt afturat spurninginum: Nær hevur lág- og miðallønti før­ oyingurin verið orsøk til kreppur í føroyska samfelagnum? Tað er nemliga ikki altíð tann, sum rindar fyri kreppuna, sum var orsøk til hana. Mistonkiliggeringin, sum Sam­ bandið hevur mótvegis vanliga før­ oy­inginum fyri at kosta so nógv, og fyri at verða orsøk til kreppur, er tí púra burturvið! Nú er liviligari at verða føroyingur Tað er rætt, at hendan samgongan valdi at geva skattalætta til tey við lágum og miðal inntøkum – ein inn­tøkubólkur, sum undanfarna sam­gonga leyp um, í sínum skatta­ lætta­politikki. Familjuískoytið er eisini givið til tær fíggjarliga hart sperdu barna­familjurnar – ein lætti, sum munar rættiliga væl hjá teimum fáu, sum høvdu hendan lætta fyri neyðini. Og so er barsilsloyvið for­ restin eisini longt, sum ein liður í familjuvinarliga politikkinum hjá hesi samgonguni. Vit síggja stór­ ar fyrimunir í, at foreldur sleppa at verða um tey smæstu sum longst. Harumframt er barna­ frá­drátturin hækkaður, sum ein liður í at gera tað lættari at verða barnafamilja í Føroyum. Og so hava pensjonistarnir eisini 1000 kr. meira at liva fyri, eft­ir, at pensjónsnýskipanin er komin í gildi; - nakað sum Sam­bands­flokk­ urin nærum dag og dagliga kriti­ser­ ar okkum fyri. So jú, hetta ljóðar av nógvum. Men her gloymir HA, at hesir lættar, sum hendan samgongan rað­festir, ger tað fyrst og fremst liviligari hjá nógv fleiri før­oying­ um, og skal eisini síggjast sum skila­góður inntøkupolitikkur fyri lands­kassan. Eru fleiri fólk, við so mikið av pengum um hendi, at tey klára tað mest neyðuga, eru eisini fleiri, sum hava ráð at liva og virka, og hava eisini ráð at brúka pengar. Tá eru fleiri, sum rinda bæði skatt, MVG og avgjøld. Tá eru eisini fleiri, sum síggja positivt uppá fram­ tíðina, og fleiri sum eru við til at lyfta samfelagið og búskapin og fleiri at koyra í landskassan. Tá vit soleiðis lætta um hjá barna­familjuni, átti alt annað líka, eisini at verið færri hjúnaskilnaðir, færri børn við strongd, færri ung sum enda í keðiligum umhvørvum, og annars generelt færri negativ hjá­árin, sum annars eyðkenna sperdar familjur, sum ofta hava trupult við at verða við í dagsins sam­felag. Sambandið vil aftur til fámannaveldið Tað fámannaveldi, sum Sambands­ flokkurin hinvegin var við at byggja upp í farnu val­skeiðum, og sum man nú av røttum kann misteinkja hann fyri at vilja endurskapa, kann verða gott fyri tey fáu – eina løtu, men kann eisini gerast sera dýrt í longd­ini, og ótrygt – ikki bara fyri tey nógvu, men eisini fyri hesi fáu. At HA er so kritiskur mótvegis teimum betringum, sum givnir eru, - tí hetta skal verða so dýrt, og vil koma aftur um brekku, kann skiljast sum, at hetta er nakað, sum Sam­bandið fer at rógva afturá aftur við og ætlar at broyta, um tey koma til valdið. Tað vísir fyri tað fyrst at Sambandið vil aftur til fá­manna­veldi, men so sanniliga at Sam­bandið hevur misskilt, hvør tað er sum skapar virðini í hesum sam­felagnum, og hvør tað er sum koyrir pengar í landskassan. Lat fleiri lyfta í felag So her hava vit enn ein orsøk til at lata núverandi andstøðu verða and­støða nøkur valskeið afturat. Tá skal Sambandið nokk læra, at tað er Føroya fólk og tess virksemi, sum skapar virðini her á landi. Tað er, tá ið fleiri lyfta í felag, at vit fáa fleiri vælvirkandi familjur, færri hjáárin og ein sterkan bú­ skap. Ein sterkan búskap, sum gevur okkum ráð at lata fleiri lyfta í felag. HELGI ABRAHAMSEN Í kjakinum, sum eg teir sein­ astu dagarnar havi havt við Javnaðarflokkin, kom tjóð­veldis­ kvinnan, Annita á Fríðriksmørk, knapp­liga inn á vøllin við einum lesara­brævi. Eg veit ikki rættiliga, hvat hon vildi við lesarabrævinum, tí tað skuldi eitast fyri at vera eitt aftursvar til mín, men tað við­gjørdi lítið tað sum eg havi skrivað, og tað sum var tikið úr mín­um lesarabrævi var í stóran mun misskilt. Annita skrivar, at eg finnist at teimum betringum, sum barna­ familjur, pensjónistar og tey við lág- og meðalinntøkum hava fingi. Eg veit ikki hví hon sigur tað, tí tað stóð ikki í míni grein. Harafturímóti spurdi eg um inntøkusíðuna, og um samgongan hevur gjørt sær nakrar tankar um, hvussu tey ætla at varðveita hesi átøkini, tá búskapurin vendir, ella tá Annita og tey gera álvara av hóttanunum um at avtaka ríkisveitingina longu í komandi valskeiði. Verða tað tá tey somu, sum nú hava fingið pengar, sum eisini fáa rokningina? Javnaðar­flokkurin svarar ikki spurninginum, men Annita skrivar soleiðis: ”Tað er rætt, at búskapurin hevur tað við at fara upp og niður. Men, til at svara spurninginum, hvør ið rindar, tá ið tað vendir hin­ vegin aftur, so er bara at hyggja at søguni. Hvør annar enn vanligi før­ oy­ingurin hevur nakrantíð rinda rokningina, tá ið búskapurin vend­ ir aftur?” Jú men so fingu vit svarið. - Van­ ligi føroyingurin fær aftur hesa­ ferð rokningina. JÓNLEIF JOHANNESEN Á ólavsøku verða vit umleið 51.000 fólk búsitandi í Føroyum. Hetta er sanni­lga at frøast um. Fleiri og fleiri velja Føroyar sum landið, har tey vilja liva og virka. Størsti fólka­vøksturin er í aldurbólkinum 20 - 39 ár, og alt bendir á, at fólkavøksturin í 2018 verður enn størri enn fólkavøksturin í 2017. Hetta boðar Hagstovan frá. Sanni­liga eru hetta gleðilig hagtøl. Hóast tað ikki beinleiðis er út­greinað hví fleiri og fleiri ung fólk velja Føroyar til, mugu vit kunna staðfesta, at tað kemur av, at tey síggja møguleikar her heima. At barsilsfarloyvið er longt man eggja ungum familjum at velja Føroyar til. Styrktu átøk­ ini barnafamiljunum at frama munnu eisini gera sítt og økja um møguleikarnar. At lestrar­ stuðulsskipanin er styrkt mun­ andi og lestrartilboðini betrað, eggjar uttan iva fleiri lesandi at taka sína útbúgving her heima. Enn eru bústaðar­møgu­leikar­ nir ein avbjóðing, men fleiri íbúðir eru bygdar. Hetta økir møguleikarnar og gevur fleiri íbúgvum okkara betri og hóski­ ligari kor. At nógv virksemi er í landinum, og arbeiðsloysi er lágt, gevur møguleikar, ikki minst til virkisfús ung fólk, ið vilja byggja land saman við okk­ um. Yvirskotið á fíggjarlógini frem­ur bjartskygni, og eitt nú ein vaksandi ferðavinna økir um møgu­leikar hjá íverksetarum at sjóseta síni góðu hugskot. At fólkavøksturin er so stór­ ur, kann geva avbjóðingar til kommunur og land, men semja man vera um, at slík av­bjóðing er verd at taka á seg. Javn­aðar­flokk­ urin vil áhaldandi skapa karmar, sum gera, at vit geva fólki, sum her vilja búgva, møguleikar at fjølgast í tali og at velja Føroyar til. Tað veri seg sum lestrar-, arbeiðs- og heim­stað sítt. Sambandsflokkurin skilir ikki búskap! Vanligi føroyingurin fær rokningina Møguleikar geva góðan fólkavøkstur DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á