hósdagur 19. juli 2018síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. JULI 2018
SOSIALURIN 82
24
TRÓNDUR ARGE
T
að er í dag júst eitt ár
síðani, at føroyska U21
landsliðið vann annan
dystin í HM-endaspæli
num í Algeria fyri U21 landslið í
hondbólti hjá monnum. Føroyska
U21 landsliðið vann hjørtini á øllum
føroyingum, og einum stórum
parti av hondbóltsheiminum, ið
fylgdi við HM-endaspælinum.
Við djørvum og snildum hond
bóltsspæli, megnaði føroyska liðið
at vinna á Kili og Suðurkorea í
tveimum teimum fyrstu dystunum
í bólkaspælinum.
Alt Føroyar koma at kenna
ungu hondbóltsmenninar, meðan
teir kempa alt teir eru mentir í La
Coupole høllini í Algir.
Eftir tveir sigrar kemur ein ósig
ur fyri Noreg, meðan dysturin móti
Týsklandi fer í søguna. Gott nokk
tapa vit við átta málum, tá alt kem
ur til alt, men í hálvleikinum eru
Føroyar á odda við trimum – og
tað kundi so lættliga verið meir. Í
seinasta umfarinum í bólkaspæli
num tapa vit greitt fyri Ungarn.
Flott mál móti Fraklandi
Í millum spælinum tapa vit eisini fyri
einum av favorittunum í kappingini,
Fraklandi. Dysturin er tó ein lýsing
av føroyska mentalitetinum á hond
bóltsvøllinum. Fleiri ferðir eru frak
lendingar um ein háls av snildum
føroyskum spæli. Eini tvey ella trý
av føroysku málunum er í heims
flokki.
Alt endar við einum dysti um
15. pláss móti Svøríki, sum kom
við upp á “Wildcard”, har vit tíverri
tapa. Eitt av kendastu sitatunum
frá HM-endaspælinum kemur frá tí
dystinum, tá ein svenskur spælari
heldur fyri, at troyttu føroysku
spælararnir ikki hoyra heima í HM-
endaspælinum. Helgi H. Hoydal,
liðskipari á føroyska liðnum var
skjótur av svara aftur, at tað var
ikki føroyska U21 landsliðið, sum
mátti hava “Wildcard” fyri at koma
til HM-endaspælið.
Seta sín dám á hondbóltin
Í dag sæst í fleiri førum, at
spælararnir á U21 seta sín dám at
føroyskan hondbólt. Bæði í før
oysku kappingini, men eisini sum
útisetar. Áki Egilsnes fór eftir enda
spælið til Íslands at spæla við KA
Akureyri, sum síðani er flutt upp í
bestu deildina.
Norski landsliðsvenjarin brúkti
avrikini hjá Kjartani Johansen í
Algeria, til at fáa hann til norskan
hondbólt, har hann hevur spælt við
Fyllingen. Jóans G. Djurhuus skifti til
Høj, Rói Berg Hansen til FIF, meðan
Helgi H. Hoydal fór til Odder, men
hevur nú skift til norskan hondbólt.
Tveir av yngru spælarunum,
Hørður Trygvason og Brandur
Halgirsson, hava spælt í týskum
ungdómshondbólti, og koma nú
aftur til føroyskan hondbólt. Her
heima hevur Hilmar Leon Jakob
sen verið millum bestu spælarar
nar í landinum,
meðan aðrir av
gjørt hava sett
sín dám á lands
kappingina.
Tá føroyska
A-landsliðið hjá
monnum luttók í
HM-undankappingini,
sum bleiv spæld í Bolzano
í Italia, vóru fleiri U21 spælarar
við í hópinum.
Søgurnar úr Algeria
Føroyar endaði sum 16. besta hond
bóltstjóðin fyri U21 landslið hjá
monnum. Eitt satt bragd!
Her eru nakrar av søgunum for
taldar við myndum, sum gjørdu
avrikið í Algeria ógloymandi.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
HM í Algeria:
ÍTRÓTTUR
Tað eru í hesum døgum eitt ár síðani, at føroyska U21
landsliðið í hondbólti skrivaði føroyska ítróttarsøgu, tá
liðið luttók í HM-endaspælinum í Algeria. Eitt ár seinni
sæst arbeiðið framvegis seta sín dám á hondbóltsføroyar
EITT ÁR SÍÐANI
U21 LANDSLIÐIÐ
SKRIVAÐI SØGU
-Tað ber ikki til at seta orð hvussu
stórt hetta tað. Tað er altíð ein
góð kensla at skora fyri føroyska
landsliðið, men at skjóta fyrsta
málið í einum HM-endaspælið er
nakað heilt serligt, sigur Pætur
Mikkjalsson.
Strikuspælarin hjá Neistanum
skrivaði seg í søgubøkurnar
sum
tann
fyrsti
føroyski
hondbóltsspælarin nakrantíð,
at skjóta mál í einum HM-
endaspælið. Enntá fyrsta føryska
ítróttarfólki at skjóta mál í nøkr
um HM endaspæli. Tað lá annars
ikki í kortunum, at hann skuldi
skjóta fyrsta málið, tí hann byrjaði
á bonkinum.
Tað eru bara farnir tveir og
ein hálvur minuttir, tá boð eru
eftir Pæturi Mikkjalsyni. Helgi
Hoydal fer eftir nærdyst at bløða
næsablóð. Dómararnir eru skjótir
og siga, at hann skal av vøllinum.
- Eg fekk eitt slag og fór at
bløða næsablóð, so eg mátti út.
Tað var irriterandi og kanska eg
hevði komið betri inn í dystin
um tað ikki hendi, men Pætur
Mikkjalsson traðkaði til og spældi
heilt fantastiskt, sigur Helgi
Hoydal.
Pætur Mikkjalsson hevði
ikki meir enn sett seg niður á
bonkinum, tá boð vóru eftir hon
um.
-Eg hevði akkurát sett meg
niður og var ikki serliga klárur at
koma inn. Eg royndi bara at kasta
tað av mær og taka tað róligt.
Vit fara í skjótálop og Teis Horn
Rasmussen fær spælt bóltin inn
til mín beinanvegin, sigur Pætur
Mikkjalsson um løtuna, tá hann
gjørdist søguligur málskjútti í før
oyskari ítróttarsøgur.
Liðfelagin í Neistainum, Teis
Horn Rasmussen, heldur fyri,
at hann skuldi bara havt skotið
sjálvur.
-Eg skuldi bara havt smekkað
til sjálvur, so var tað eg, sum fekk
málið, sigur Teis Horn Rasmussen
og flennur. Hann fekk næsta málið
í dystinum.
Pætur søguligur málskjútti