Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-19, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juli 2018síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. JULI 2018 SOSIALURIN 82 25 Tølini vísa millum annað, at Helgi H. Hoydal bleiv topp­ skjút­ti við 26 málum, meðan Áki Egilsnes skoraði 25 mál og Hilmar Leon Jakobsen 24 mál. Helgi Hoydal endar á einum samlaðum 58. plássi fyri topp­ skjúttar. Helst eitt tekin um, at føroyska liðið ikki hevur eina stjørnu, men styrkin liggur í eind­ini. Síðani skulu vit eitt lop niður til Róa Berg Hansen og Jónas G. Djurhuus, sum skoraðu hvør síni 16 mál í HM endaspælinum. Flest mál í allari kappingini fingu Lasse K. Møller úr Dan­ mark og Skander Zaied úr Tu­nes­ia. Teir skoraðu 76 mál í part. Tølini vísa millum annað, at Helgi Hoydal skoraði síni 26 mál upp á 33 skot. Tað er næstan fýra mál fyri hvørji fimm skot. Tá hava Áki Egilsnes og Hil­ mar Leon Jakobsen havt nógv fleiri skot í miðal upp á mál. Hil­mar Leon Jakobsen skorar beint yvir eitt mál fyri hvørji tvey skot, meðan Áki Egilsnes skal brúka beint yvir tvey skot, fyri hvørt máli. Av bakkunum um­setti Kjartan Johansen flest skot til mál. Hann skoraði 14 mál upp á 25 skot. Tað verður eitt skoringsprosent upp á 56 pro­sent. Allir tríggir vengirnir, Rói Berg Hansen (16 mál), Sjúrður Ol­sen (11) og Pætur Thomsen (10) skoraðu meira enn aðru hvørja ferð. Rói Berg Hansen skoraði upp á 60 prosent av sín­um skotum, meðan Sjúrður Olsen upp á 61 prosent og Pætur Thom­sen upp á 50 prosent av skot­unum. Her kann nevnast, at Áki Egils­nes eisini skoraði okkurt av sínum málum frá vonginum. Helgi toppskjútti 18. JULI: FØROYAR – KILI FØROYAR – KILI 31-28 (14-12) Málskjúttar: Kjartan Johansen 5 (2), Jónas G. Djurhuus 5 (1), Áki Egilsnes 4, Helgi H. Hoydal 3, Pætur Mikkjalsson 3, Rói B. Hansen 3, Hilmar Leon Jakobsen 3, Sjúrður Olsen 2, Fríði Weyhe 1, Teis Horn Rasmussen 1, Pætur Johansen 1 20. JULI: SUÐURKOREA – FØROYAR FØROYAR - SUÐURKOREA 28-27 (16-16) Málskjúttar: Hilmar Leon Jakobsen 6, Helgi H. Hoydal 5, Pætur Thomsen 5, Sjúrður Olsen 3, Kjartan Johansen 3 (1), Jónas G. Djurhuus 2, Pætur Mikkjalsson 2, Teis Horn Rasmussen 1, Áki Egilsnes 1 Dómarar: Amar Konjicanin og Dino Konjicanin (Bosnia Hersogovina) 21. JULI: NOREG – FØROYAR FØROYAR – NOREG 23-29 (8-15) Málskjúttar: Hilmar Leon Jakobsen 7, Áki Egilsnes 4, Rói Berg Hansen 4, Helgi H. Hoydal 1, Pætur Mikkjalsson 1, Pætur Johansen 1, Kjartan Johansen 1, Fríði Weyhe 1, Rune Olsen, Teis Horn Rasmussen 1 og Vilhelm Poulsen 1 Dómarar: Yousef Belkhiri og Ali Hamidi (Algeria) 23. JULI: FØROYAR – TÝSKLAND FØROYAR – TÝSKLAND 21-29 (12-9) Málskjúttar: Áki Egilsnes 3, Teis Horn Rasmussen 3 (2) Jónas G. Djurhuus 3, Helgi H. Hoydal 3, Fríði Weyhe 2, Sjúrður Olsen 2, Kjartan Johansen 2, Hilmar Leon Jakobsen 2, Vilhelm Poulsen 1 24. JULI: FØROYAR – UNGARN FØROYAR – UNGARN 23-32 (12-18) Málskjúttar: Rói Berg Hansen 5, Pætur Thomsen 4, Helgi H. Hoydal 3, Fríði Weyhe 2, Áki Egilsnes 3, Jónas G. Djurhuus 3, Pætur Mikkjalsson 1, Kjartan Johansen 1 26. JULI: FØROYAR - FRAKLAND FØROYAR – FRAKLAND 25-28 (12-14) Málskjúttar: Helgi H. Hoydal 9, Áki Egilsnes 6, Sjúrður Olsen 3, Hilmar Leon Jakobsen 3, Rói Berg Hansen 2, Fríði Weyhe 1, Teis Horn Rasmussen 1 27. JULI: FØROYAR – SVØRÍKI FØROYAR – SVØRÍKI 21-33 (11-19) Málskjúttar: Jónas G. Djurhuus 4, Áki Egilsnes 4 (2), Hilmar Leon Jakobsen 3, Helgi H. Hoydal 2, Pætur Mikkjalsson 2, Rói Berg Hansen 2, Fríði Weyhe 2, Kjartan Johansen 1, Pætur Thomsen 1 Her fakta frá HM- endaspælinum í Algeria: ONGIN PÆTUR MÓTI TÝSKLANDI Tað var ein av teimum stuttligu upplivingunum, tá Føroyar vóru vertir fyri undankappingini. Hallarspeakarin rópti fornavn og áskoðararnir skuldu rópa eftirnavnið. Tað gekk væl inntil hallarspeakarin rópti “Pætur”. Tað eru ikki færri enn tríggir á føroyska U21 landsliðnum, sum eita Pætur. Pætur Thomsen úr H71, Pætur Mikkjalsson úr Neistanum og Pætur Johansen úr StÍF. Áskoðararnir vóru ikki fyrireikaðir upp á hvør Pætur tað var, so tey rópti í hvør sínum lag á tann Pætur, sum tey hildu tað var. Hendan trupulleikan høvdu tey ikki í høllini í gjár. Tríggir spælarar sita uttanfyri og teir eita allir Pætur. Pætur Thomsen er útskiftur, tí hann skal spara upp á eina fibur til seinni í kappingini. Pætur Mikkjalsson breyt fingurin í dystinum móti Noreg. Hann hevur fingið ein skinnara og hitaði upp í høllini í gjár. Nú skal hann so avgera um hann klárar at spæla. Pætur Johansen bleiv sjúkur á dystardegnum og var tí ikki við. KLUMMAN frá 31.juli 2017: t Takk fyri, dreingir! “Tað er lætt at stríðast, tá tú stríðist fyri eina tjóð sum hesa”. Orðini eigur Helgi Hoydal, liðskipari á U21 landsliðnum í hondbólti. Á ólavsøku fekk U21 landsliðið eina megnar móttøku á Vágsbotni. Tey mesta sum skal sigast um avrikini í Algeria eru longu søgd. Ein framúr liðavrik av eini lítlari tjóð, sum undir vanligum umstøðum ikki eigur at klára at vera við. Tó vil eg leggja dent á eitt. Orðini hjá Helga Hoydal koma ikki av ongum. Eg var sjálvur við í Algeria og kann staðfesta, at tað hevur stóran týdning fyri spælararnar, at tit – fólkið – fylgja teimum. Millum annað tiltakið við at vísa dystir á stórskíggja gevur spælarunum at kenslu av, at teir fáa ein stuðul, sum aftur gevur teimum trúgv og dirvi til at vinna á teimum stóru. Ólavsøkudag hevur Miðlahúsið seinnu nógvu árini havt eitt ólavsøkutiltak stutt fyri midnáttarsangin. Í ár var upplagt at heiðra U21 landsliðnum, sum kom heim ólavsøkuaftan. Fyrst var móttøka í Miðlahúsinum og aftaná komu spælararnir út – ein og ein – á altanina. Fagnaðurin og stemningurin gav eina greiða ábending um, at U21 landsliðið hevur vunnið hjørtini á føroyska fólkinum. Eg havi sjáldan – um nakrantíð – sæð so fegnar spælarar. Alt stríðið og øll venjingin gav nú meining fyri teir. Tað er als ikki óviðkomandi, at vit sum standa uttanfyri vísa teimum ans. Fyri spælararnar hevur stuðulin frá fólkinum avbera stóran týdning. Tí er mín áheitan, at vit í framtíðini halda fram við at vísa okkara stuðul, tá føroysk ítróttarfólk vísa seg fram í altjóða kapping. Tað hevur størri týdning enn vit kanska geva okkum far um. Eisini rósandi orðini á sosialu miðlunum og aðrastaðni hava týdning. Tað tykist sum spælararnir fáa nøkur eyka prosentir, tá teir hava fólkið aftanfyri seg. Vit hava prógvað, at samanhaldið hann bera okkum langt. Tí sum Rói Berg Hansen segði so væl við Rás2 í Algeria, “Teir hava allar fortreytir fyri at hølva okkum av, meir teir hava ikki okkara vilja, ikki okkara geist og ikki okkara hjørtur”! Takk fyri, dreingir! Tróndur Arge Stubbi úr arkivinum: