hósdagur 19. juli 2018síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. JULI 2018
SOSIALURIN 82
26
Óli Jacobsen
Siðsøga
Óli Jacobsen
3. partur
S
einasti partur partur end
aði við, at Hanna greiddi
frá, at læknin, Sophus
Djurhuus, í 1906 beindi
fyri sær.
Hetta er ein kend søga.
Almenna orsøkin segðist at vera,
at hann hevði eina so ómøguliga
konu. Tað avgerandi var, at eina
ferð Sofus kom pøstur heim av
læknaferð og varð illa móttikin
av konuni, setti hann tvey gløs
framman fyri hana. Í øðrum var
vín og í hinum var eitur. Nú skuldi
hon avgera, hvat glas hann skuldi
tøma. Nei, tað mátti hann sjálvur
avgera! Tí drakk hann eitrið, og
úrslitið varð hareftir.
Tað nýggja í søguni hjá Honnu
er, at tað bleiv tosað um í bygdini,
at hann hevði eitt slíkt fortreð av,
at hann var farin av oynni í veitslu,
meðan mamma Honnu doyði.
Hetta váttar í hvussu er, at hann
hevur verið ein ærukærur maður.
Sonurin Egil Henning
Sophus átti ein son, Egil Henning,
føddur í 1898. Tað hevur verið
hildið, at hann ikki skuldi vera
andaliga fullførur. Einki er meira
skeivt enn tað.
Men hann var likamliga sjúkur.
Fyrst var hann í viðgerð í Dan
mark, og seinni kom hann til
Føroya, her hann endaði sínar
dagar.
. Eftir Egil er ein dagbók, sum
hann byrjaði at skriva 1. desember
1916, og sum hann helt á við fram
til 1. januar 1919, sum hann doyði
15. februar.
Egil var sera gløggur. Hann
hevði eina vakra hondskrift og
hann skrivaði feilfrítt danskt.
Onkrar setningar hevur hann á
føroyskum inn ímillum, og tað
var eisini á góðari leið. Egil hevði
eisini eina greiða meining um
viðurskiftini í samnarfelagnum.
Hann gav eisini okkurt íkast til
Havnar og Klaksvíkar søgu.
Tað er hjartanemandi at lesa
nærum dag fyri dag, hvussu tað
gongur niður á bakka, uttan at
hann tyktist at missa mótið.
Egil hevur eisini havt samband
við trúboðaran Arthur Brend. Í
blaðnum hjá honum Naade og
Sandhed er endurgivin vitnis
burður hjá honum.
Hansara áhugaverda søga
hevur verið endurgivin í hesi
røðini um Siðsøgu. Egil kom at
vera hjá ommuni og abbanum, tá
ið pápin doyði, og mamman fór
av landinum. Tey fluttu seinni
til Havnar. Hann er saman við
teimum báðum og tveimum
systkjum hjá pápanum, Jóhannes,
kendur sum apotekari, og Magda
lena, jarðaður í gamla kirkjugarði
í Havn.
Prestakonan var listafólk
Prestur í Norðoyggjum hesa tíðina
var Lorentz Peter Heilmann. Á
blaðskriving um hetta mundið
skilst, at tað var nakað ymiskt,
sum prestur var umtóktur. Tað
er heldur ikki nógv sum er skrivað
um hann.
Men kona hansara, Flora, var
ein kend listakvinna. Hon hevði
samband við Føroyar leingi eftir,
at tey vóru farin úr Føroyum.
Hon hevði stóran alsk til Føroyar,
føroyska fólkið og til mentan
okkara. Hon fær eisini tað um
mæli, at hon var eitt sjáldsama
hjartagott menniskja. Hon hevði
nógvar góðar vinir í Føroyum,
millum hesar var skaldið Janus
Djurhuus.
Á Føroya Landsbókasavni eru
60 tekningar hjá henni, sum lýsa
tíðina í Føroyum í teirra tíð.
Hanna: Lena fór av
landinum við presti
Hanna gevur eitt ískoyti til søguna
um hesi prestahjúnini, og hon
heldur áfram við síni frásøgn:
Heilmann búði á Viðareiði, men
hann var ofta í Klaksvík. Tá vildi
hann ofta tosa við meg og eldru
systrina, Lenu. Hann hevur havt
umsorgan fyri okkum foreldra
leysu gentum.
Hann spurdi millum annað,
hvussu vit høvdu tað og um okkara
skúlagongd. So gingu nøkur ár.
Í 1906 fekk presturin embæti í
Helgenæs á Mols í Jyllandi. Tá
kom hann til Klaksvíkar at tosa við
systur mína, Lenu. Prestahjúnini
bóðu hana koma við sær, tí tað var
synd í henni, at hon mátti arbeiða
so hart millum nógv eldri fólk. Tey
søgdu við Lenu, at tey skuldu vera
har eitt knapt ár. Um hon kom við
teimum, kundi hon læra danska
málið og góðan sið. Tá kundi hon
klára seg allastaðni í Danmark.
Sama tilboð skuldi eg fáa um eini
tvey ár.
So kom dagurin, tá ið presturin,
konan og Lena, systir mín, fóru úr
Føroyum til Danmarkar. Eg fekk
nógv brøv frá Lenu, sum fortaldu
Tað var spennandi hjá ungum gentum
at sleppa av landinum. Men ofta funnu
tær drong, og so komu tær ikki aftur.
Hanna Klein:
Minningarorðini
um doktor Sophus
í Tingakrossi
S
jældent har et Dødsfald vakt Sorg og dybfølt Savn i vide
Kredse, som da det i Onsdags rygtedes, at Nordøernes
Distriktslæge Sophus Djurhuus var død.
For alle de mange, mange, der enten som Patienter
eller paa anden Maade var kommet i Berøring med ham, virkede
dette Budskab som et uventet og smerteligt Slag, fremkaldt ikke
alene af personlig Sympati for Mennesket Sophus Djurhuus,
men lige saa meget af den triste og bitre Følelse, at denne
sjældne Evne og beundringsværdige Dygtighed for stedse var
os berøvet.
Og Øerne over, hvor Dødsbudskabet naaede frem, voksede i
alle Sind Forstaaelsen af det Tab, Færinger her havde lidt, som
maaske sent vil erstattes.
Thi Sophus Djurhuus var som ingen anden Lægen, hvis
Hjælp og Virken ikke bestemmes af den Kreds, hvori han er sat,
men til hvem Syge og Lidende Søger, uanset hvor de er stedte.
Fra alle kanter af Øerne har han modtaget Patienter, siden
han for ca. 8 Aar tilbage begyndte sin anstrængende Gerning
heroppe. Den unge energiske og kyndige Doktor med det djærve
muntre Væsen, den altid heldige Haand vandt snart alles Tillid.
En række farlige Operationer, hvis lykkelige resultatet vakte
Undren viden om, skabte straks fra første Færd et Ry om hans
Navn, som de senere Aar blot yderligere har befæstet. Talrige er
de færøske Mænd og Kvinder, som skylder ham Liv og Helsen.
Opgivne af alle, søgte de til ham og fik Hjælp.
Altíð á ferð
Og som hans Evnerigdom og Indsigt, saaledes var ogsaa hans
Vilje og Redebonhed til at hjælpe stor og vidtrækkende.
Ligegyldigt paa hvilken Tid af Døgnet, ligegyldigt i hvilket Vejr.
De, der søgte ham, havde sjældent nødig at vente. Der har været
Tider, hvor han 120 Døgn igennem har gjort 88 Rejser, saa at
sige i et køre, samtidigt med at han passede sin Konsultation
hjemme og alt Hospitalstilsyn. Ret megen Lejlighed til egen Pleje
og Behagelighed bliver der jo ikke under Forhold af den Art. Og
Sophus Djurhuus begyndte da ogsaa at føle sig træt.
I Søndags stedtes han til den sidste Hvile under en Deltagelse
saa talrig fra nær og fjern, som kun bliver de færreste til Del.
Og som aldrig før mødte man her de synlige Vidnesbyrd om de
manges Følelser for Mennesket og Lægen Sophus Djurhuus om
Sorgen over hans Død. Den Sorg er ikke øjeblikkelig, thi den vil
leve med Savnet og Mindet om den kyndigste og bedste Hjælper
for Sot og Syge, som færinger har haft.
Hanna sum ung
SYSTRARNAR FARA AV
LANDINUM VIÐ PRESTI
Sophus Djurhuus hevði
fortreð av, at hann ikki kundi
hjálpa mammu Honnu hjálp,
tá ið hon var deyðasjúk.