Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juli 2018síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. JULI 2018 SOSIALURIN 82 27 Komandi partur Meðan Hanna er í London brestir fyrri heimsbardagi á. Hanna kom aftur til Føroya, men tað var ikki bara sum at siga tað. um eina heilt aðra tilveru, sum var so frálík í mun til hana í Klaksvík. Tað vardi heldur ikki leingi, fyrr enn hon skrivaði, at hon var bliv­ in forlovað við “en pragtfuld ung mand.” Hann var barberur og hevði egna rakistovu í Århus. Hanna fór sjálv niður Nú slapp eg endiliga upp í part. Ein dagin i 1908 fekk eg bræv frá prestinum um at koma til Dan­ mark­ar. Hann nevndi tann ávísa dag­in, eg skuldi fara niður við ferða­mannaskipi. Hann skuldi sjálv­ur koma ímóti mær í Keyp­ manna­havn. Hetta riggaði alt, sum tað skuldi. Vit tóku tok til Århus og sigldu víðari til Helgenes, sum er ein hálv­ oyggj sunnast á Djurslandi. Lena systir tók ímóti mær í Århus. Hon arbeiddi hjá einum týskum fíggj­ arfrøðingi. Kona hansara hevði sagt við Lenu, at hon kundi sakt­ ans hava meg búgvandi í nakrar dagar, so at eg kundi síggja Århus og eina einastandandi framsýning í býnum. Henda framsýning var av fólki og lutum í Vestur India og Sct. Thomas, sum Danmark tá átti. Hetta var fyrstu ferð, eg sá eitt svart menniskja, so tað var eitt stórt upplivilsi hjá mær. Tá ið eg hevði havt tveir frálíkar dagar í Århus, fór eg til Helgenæs. Hetta var rættiliga úti á landinum. Men her fann eg skjótt vinkonur, tí prestakonan bjóðaði ofta ungum gentum í prestagarðin, tí tey áttu eingi børn sjálvi. Eg haldi vist, at prestakonan keddi seg. Men hon var listamálari. Eg veit, at hon hevði listaframsýning á Charlottenborg og eisini í Århus. Tá ið eg keddi meg, bað hon meg altíð fara út í náttúruna. Hon helt, at her kundi eg finna so nógv, sum gjørdi meg glaða, og tí havi eg lært nógv av. Prestakonuna kallaðu vit “lille mor”. Brúdleyp Nú skuldi eisini vera brúdleyp. Lena og Kristian skuldu vígast í Helgenæs kirkju av Heilman presti. Foreldrini hjá Kristiani hildu eitt vakurt brúdleyp, har prest­urin og konan vóru við. Eg var ógvuliga fegin vegna systur mína. Eg vildi eisini til Århus, tí eg vildi for­vinna eitt sindur av peningi. Hon skaffaði mær pláss í Århus hjá fólki, sum hon kendi. Har fekk eg 30 krónur um mánaðin. Tað vóru nógvir pengar tá í tíðini. Eg var har um eitt ár, men so vildi eg sleppa til Keypmannahavnar. Har var mín besta vinkona, sum var keypmansdóttir úr Klaksvík. (Man nakar lesari vit, hvør ið hetta var?) Vit vóru saman hvørja ferð, vit høvdu ein frídag, men eg hevði ong­antíð frí. Vinkonan, sum var ógvu­liga umhugsin, segði, at tí skuldi eg ikki finna meg í. Hon segði, at vit skuldu finna eitt annað pláss. Og eg skal lova fyri, at eg fekk “alletiders” pláss í eini stórari hvít­ ari villa í Amaliegade, ikki langt frá Amalienborg. Tey, eg arbeiddi hjá, vóru jødar og vóru praktfull menn­iskju. Eg hevði eitt gott kamar, og frú­an var veruliga fitt á allan hátt. Tá ið tey høvdu lisið dagsins ávís, varð hon altíð løgd inn á mítt kam­ar. Her las eg eitt kvøld, at søkt varð eftir “pæn ung pige” at ar­beiða í London. Nærri fekst at vita við at venda sær til doktor Lar­sen í Vestergade. Eg fór hagar og segði teimum, at eg kundi væl hugsað mær at søkja hetta plássið. Eg prátaði við frú Larsen í ein tíma. Hon segði millum annað, at fleiri gentur høvdu søkt hetta plássið, men eg skuldi fáa tað. Hon helt, at eg hóskaði væl til systur henn­ara, og glað var eg. Hesar systrar vóru døtur tann mannin, Aller, sum stovnaði blaðið Familie Journal í 1877. Familie Journal og Føroyar Her kann vera áhugavert at skoyta uppí eitt annað samband, sum Familie Journal hevði við Føroyar. William Heinesen skrivaði um ommu­beiggja sín. Jørgen Poul Jacobsen (1852-1936), sum eisini var pápa­beiggi rithøvundan Jørgen Frantz Jacoben, m.a.: Han var en Slags Huspoet hos Familien Aller (stifter af Familie Journ­alen) med hvilken han genn­ em gamle Carl Allers kone, Laura, havde slægtlige relationer. På det Allerske Landsted Sophienholm i Lyngby var både han og Søsteren Fanny hyppige og velsete Gæster, og den familiekære Carl Aller lod Onkel Pouls Lejlighedsdigte samle i en statelig udgave med tal­rige Fotografier af Allerske Kon­fir­ mant­er, Brude og Sølvbrudepar og Jubilanter. På bindet af denne smukke Bog er et morsomt og disting­veret Billede af Onkel Poul i Kjole og Hvidt i færd med at slaa paa Dessertglasset. Det var et værk, Onkel Poul med rette kunde være stolt af. Tað hevur verið roynt at fáa hend­ur á hesi bók, men tað er ikki eydnast. Fer til London So varð ásettur tann dagurin, tá ið eg skuldi fara til London. Frú Lar­ sen og maðurin skuldu koma við mær á jarnbreytastøðina í Keyp­ manna­havn, tí tey skuldu gjalda mín ferðaseðil til London. Men nú fekk eg ilt í búkin, tí nú skuldi eg heim og siga frúuni frá, at eg fór úr plássinum. Men eg fekk sagt tað upp á ein penan máta. Tá segði frúan, at hon hevði júst tosað við mann sín um, at tey vildu senda meg á húsarhaldsskúla at læra fína matgerð. Men eg helt fast við mítt. Ískoyti: Í seinasta parti var mynd av Ludvig Kjelnæs og abba­ son­inum, sum báðir vóru limir í sóknarstýrinum í Klaksvík. Abba­sonurin varð ikki nevndur við navni, men tey flestu vita, at hetta er Kári. Í seinasta parti var ein skeiv mynd av brøðrunum hjá Honnu, Joen Paula og Hans Paula. Hetta er tann rætta myndin. Floru Heilmann og málningar hjá henni Prestagarðurin i Helgenæs hagar fyrst Lena kom og seinni Hanna. Hanna kom at tæna í Amaliegade nærindis Amalienborg