mánadagur 23. juli 2018síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 23. juli 2018 · Nr. 83
Áki Bertholdsen
– Vit mugu ásanna, at eldra
økið er so stórt og umfatandi,
at skulu vit klára tað, er tað
neyðugt við nýhugsan.
Tað staðfestur Bergun
Kass, býráðslimur í Havn og
forkvinna í eldranevndini
hjá býráðnum.
Og ein av hesum nýggju
tonkunum er at nú er ætlan
in at skipa eitt lið av sjálv
bodnum fólki, sum skulu
hjálpa til á eldraøkinum.
Íblásturin til hetta kemur
úr Århus, í Danmark, har tey
hava eina slíka skipan.
Alskyns uppgávur
Bergun Kass sigur, at talan er
um eitt vælskipað lið av fólki, í
høvuðsheitum pensjónistum,
sum eru væl fyri, sum átaka
sær ymsar uppgávur á eldra
økinum. Men dentur verður
lagdur á, at talan skal ikki
vera um virksemi sum ikki er í
kapping við veitarar ár privata
arbeiðsmarknaðinum.
Í hesum sambandi útveg
ar kommunan teimum høli at
vera í, haðani tey sjálvbodnu
so skipa virksemi.
Bergun Kass sigur, at
talan kann vera um alskyns
uppgávur. Talan kann vera
um at fara ein túr við teim
um eldru av og á. Talan
kann eisini vera um at fara
til handils við teimum –ella
fyri tey.
Hon sær eisini fyri sær,
at tey skipa fyri at fáa eini
nøkur eldri til at spleysa til
ein hýruvogn, ella ein buss,
sum kann fara ein túr við
teimum.
Tað kundi eisini verið eitt
gott ískoyti hjá teimum, sum
koyra hýruvogn og buss, tí í
hesum føri er í roynd og veru
talan um ein stóran marknað.
Eisini ein tryggleiki
Forkvinnan
eldranevndini
er greið yvir, at tað er longu
ein vitjunartænasta, sum
hon heldur, ger eitt sera gott
arbeiði.
Men hon heldur, at tey
eiga at fáa enn fleiri tilboð.
Ein fyrimunur við slíkum,
skipaðum, sjálvbodnum ar
beiði, er eisini, at er okkurt
áfatt hjá onkrum av teimum
eldru, eru góð sannlíkindi
fyri, at tað verður uppdagað
tíðliga, soleiðis at tey kunnu
fáa skjóra hjálp.
Tí er tað eisini ein trygg
leiki í eini slíkari skipan.
Bergun
Kass
leggur
afturat, at eftir hennara
tykki fáa tey sjálvbodnu
eisini nógv burtur úr einum
slíkum arbeiði, tí tey føla,
at tey kunnu gera okkurt
meiningsfult til nyttu. Men
samstundis er tað eisini
eitt frálíkt, sosialt tiltak hjá
teimum sjálvbodnu og enda
málið er eisini at gera nógv
burtur úr trivnaðinum hjá
teimum sjálvbodnu.
Hon
sigur,
at
eftir
summarfrítíðina
verður
málið tikið upp av álvara og
tá er eisini ætlanin at tosa
við Eldraráðið í Havn um
málið.
Áki Bertholdsen
Arbeitt verður nú við eini
stórari verkætlan um sjóhita
í Leirvík.
Hans
Mourits
Foldbo,
býráðslimur í Eysturkom
munu, sigur, at nakað av fyri
reikingum eru gjørdar, eitt
nú hava Fríðfinnur Johns
son, sum er borgari í Leirvík,
og Jarðfeingi, arbeitt við
ætlanini. Men nú hava tey
eisini sett seg í samband við
ráðgevaran Cowi, í Danmark,
um at arbeiða víðari við
ætlanini.
97.000 litrar av olju
Hans Mourits Foldbo sigur,
at í fyrstu syftu verður hugs
að um at knýta fimm bygn
ingar hjá kommununi í Leir
vík, upp í eitt sjóhitaverk. Í
fjør brúktu hesir bygning
arnir 97.000 litrar av olju
og sostatt brendu teir fyri
650.000 krónur við núver
andi oljuprísum.
Talan er um Bátasavnið,
frítíðarskúlan, skúlan, Gilja
garð, sum er eitt eldrasambýli
og bygningin hjá Nánd,
sum er heimatænastan hjá
Eysturkommunu og Fugla
fjarðar kommunu. Harum
framt ætlar kirkjan eisini at
knýta í skipanina.
Næsta ár verður so til
búgvingarstøðin eisini liðug,
og kann hon tá eisini knýtast
í skipanina, men ætlanin
er eisini, at geva missjóns
húsinum tilboðið at knýta í
sjóhitaverkið og somuleiðis
er ætlanin, at tey privatu
húsarhaldini, sum liggja á
leiðini, skulu eisini fáa møgu
leikan at knýta seg upp í
skipanina.
Kanska øll bygdin
Men Hans Mourits Foldbo
sigur, at roynist hetta væl,
verður hugsað um at fara
víðari við ætalnini og at
leggja sjóhita til alla Leirvíks
bygd.
Hann sigur, at vónirnar
eru at spara helvtina av hita
rokningini við at leggja um
til sjóhita.
Hann leggur afturat, at
sjálvt projektið verður liðugt
í heyst, og tá verður tað lagt
aftur fyri kommunustýri til
endaliga støðutakan. Og so
væntar kommunustýrislim
urin, at farið verður í holt við
arbeiðið sum skjótast.
Hann sigur, at nakað av
installeringunum eru longu
lagdar, so eftir hansara talan
er talan ikki um eina dýra
verkætlan.
Men
hvussu
nógv, talan er um, torir hann
ikki at meta um, fyrr enn
projektið er gjørt.
Av tí sama veit hann
heldur ikki, hvussu hetta
verður skipað, um tað verð
ur kommunan, sum rekur
tað, um tað verður eitt sjálvs
ognarfelag, ella um talan
verður um eitt felag við kom
munalum og privatum eigar
um, sum skal gera, og reka
sjóhitaverkið.
Hans
Mourits
Foldbo
sigur, at tey eru rættiliga
spent upp á hesa verkætlan
ina.
– Tað er tað einasta rætta
at vit royna at gera okkum
leys av oljuni, sigur hann.
Vilja leggja sjóhita í øll hús í Leirvík
GRØN BYGD Í fyrstu syftu verður sjóhiti lagdur í nakrar stórir bygningar, og nøkur
sethús, men roynist tað væl, er væl hugsandi, at fari verður víðari til alla bygdina
GRØN BYGD
Leirvíkar bygd verður nú munandi grønari enn hon hevur verið
SJÁLVBOÐIN SKULU
TAKA STØRRI ÁBYRGD
ELDRAØKIÐ Tórshavnar Býráð
ætlar nú at skipa eitt lið av
sjálvbodnum fólki sum skal
hjálpa til á eldraøkinum
Talan kann vera um alskyns
uppgávur, sjálvboðin
kunnu gera á eldraøkinum,
sigur Bergun Kass,
forkvinna í eldranevndini
hjá Tórshavnar Býráð