mánadagur 23. juli 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. juli 2018 · Nr. 83
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Hjalmar Evensson
Venjingarmistøðin Vælvera
Fitness er í løtuni fyri hørð
um ábreiðslum á sosialu
miðlunum. Fleiri fyrrverandi
kundar gera vart við, at tey
hava havt trupulleikar við at
uppsiga sín limaskap, og at
tey hava fingið stórar rokn
ingar sendandi, sjálvt um tey
ikki venja har meir.
Løgreglan og sakførarar
tykjast vera gjøgnumgang
andi partar í nógvum av hes
um málunum, og tað sær út
til, at hesir trupulleikar hava
staðið á í fleiri ár. Nú er tøgn
in um Vælveru Fitness brot
in, og yvir 40 fólk hava gjørt
vart við seg á Facebook og
Portal.fo.
Rokið byrjaði, tá Dávur í
Dali legði eina dagføring út
á Facebook við skíggjamynd
av sínum ummæli av venjing
armiðstøðini. Hann greiddi
í ummælinum frá, hvussu
trupult tað var at uppsiga
haldið, hóast starvsfólk veg
leiddi hann um hetta. Eftir
hetta kom øði í grindina, og
nógvu søgurnar frá fyrrver
andi kundum dagaðu fram.
Fekk skeiva vegleiðing
Dávur Í Dali hevur vant í
Vælveru í næstan tvey ár. Av
tí at hann flytir av landinum
í august, velur hann at siga
haldið hjá sær upp. Hann
veit, at uppsagnartíðin er ein
mánað fram og boðar tí frá í
juni, at hann ynskir at upp
siga haldið.
– Eg sigi við móttøkufólk
ið, at eg flyti av landinum í
august og spyrji, hvussu eg
skal gera fyri at siga haldið
upp. Hon biður meg koma
aftur um nakrar dagar, og
hetta er síðst í juni. Hví hon
ikki bjóðar seg at siga haldið
upp longu tá á staðnum, veit
eg ikki.
Eftir at hava vant dagar
nar aftaná, og einki starvs
fólk hevur staðið við diskin,
fær hann 5. juli orðið á sama
starvsfólkið. Hann fortelur
umaftur, at hann ynskir at
siga haldið upp, soleiðis at
hann ikki skal gjalda fyri au
gust.
– Hon sigur, at tað er eing
in trupulleiki og fer í gongd
við at gera pappírini klár.
Men tá sáttmálin liggur klár
ur á borðinum, sigur hon, at
vit eru komin for langt inn í
juli nú, og eg verði noyddur
at gjalda fyri august. Eg sigi,
tað kann ikki passa, tí eg var
her í juni og fekk at vita, eg
skuldi koma aftur, sigur Dáv
ur í Dali.
Hann verður biðin um at
tosa við leiðaran fyri at loysa
trupulleikan og væntar nú,
at leiðarin kann loysa mis
skiljingina. Dávur fær ikki
møtt upp tann dagin, leið
arin er har, og roynir í staðin
at ringja og senda teldupost
ar, men hann fær einki svar.
Tá hann endiliga fær svar,
verður hann vístur til sátt
málan, og biðin um at hyggja
betur eftir.
– Tey hava ongan hug at
skilja mína støðu yvirhøvur
og taka ikki atlit til, at eitt
starvsfólk
hevur
vegleitt
meg skeivt. At eg havi havt
álit á hesum starvsfólkinum
er líkamikið - eg skuldi bara
duga mín sáttmála uttanat,
sigur Dávur í Dali, sum ikki
skilir útgangsstøðið hjá venj
ingarmiðstøðini.
Hann skilir ikki kund
atænastuna, og hetta fær
hann at venda sær til sosialu
miðlarnar fyri at vita, um on
nur hava upplivað nakað tí
líkt. Hann fær so innan fyri
stutta tíð eina ørgrynnu av
søgum sendandi frá fyrrver
andi kundum.
– Í mun til nógvar av
hesum søgunum, so er mítt
faktiskt ræðuliga óskyldigt.
Men eg havi hoyrt líknandi
søgur fyrr og veit, at nógv
hava hoyrt hetta í áravís. Tá
eg so upplivdi hetta sjálvur,
so hugsaði eg, at har má vera
okkurt heilt galið, sigur Dáv
ur í Dali, sum heldur, at tað
er upp á tíðina, at onkur talar
at.
Kravdu gjaldingar
hóast uppsøgn
Ein av teimum, ið ger vart
við seg eftir dagføringina hjá
Dáva í Dali, er Laura Gunvá
ardóttir. Hon hevur verið
limur í Vælveru í næstan eitt
ár, tá hon í 2015 fer at siga
sítt hald upp. Móttøkufólkið
sigur henni, at telduskipanin
ikki riggar í løtuni, men at
hon í staðin kann skriva
undir uppá eitt pappír, so tað
kundi orðnast seinni.
– Aftan á fleiri mánaðir
fái eg knappliga eini SMS-
boð frá Vælveru, har tað
stendur, at eg skyldi teimum
millum 2-3.000 kr. Eg fari so
niðan aftur og spyrji, hvat
hetta er fyri nakað. Tey for
klára mær, at eg ongantíð
havi sagt mítt hald upp, sigur
hon.
Fyrrverandi limurin skilir
einki, tí hon hevur sagt hald
ið upp fyri mánaðum síðan.
Hon hevur einki fingið at
vita um, at uppsøgnin ikki
er farin ígjøgnum, inntil hon
fær hesi SMS-boðini, og upp
hæddin er blivin so stór.
– Tey siga bara, at tað er
keðiligt, og eg eigi at gjalda
tað. Eg sigi, at eg ikki vil
gjalda tað, tí eg havi langt
síðani sagt haldið upp, og eg
havi heldur ikki pengar til
tað. So fái eg at vita, at um eg
nú bara betaldi teimum 900
krónur, so kundu vit siga, at
vit vóru kvitt. Eg hugsi, at
tað er ræðuliga mystiskt. Tað
ljóðaði, sum tey bara vildu
hava onkrar pengar burtur
úr mær.
Laura Gunváardóttir bleiv
við at fáa fleiri SMS-boð við
vaksandi upphæddum eftir
hetta. Eftir eina tíð hoyrdi
hon ikki aftur frá Vælveru
Fitness.
Eisini starvsfólk
kenna seg snýtt
Tað eru eftir øllum at døma
ikki bara viðskiftafólk, sum
føla seg lumpað av Vælveru
Fitness. Eitt av fyrrverandi
starvsfólkunum í Vælveru
er Tanja Sleire, og hon hevur
í sjey ár havt stórt stríð av
gamla arbeiðsplássinum. Tá
hon segði seg úr starvi, varð
hon nakað aftaná biðin um at
gjalda venjingarmiðstøðini
eina
upphædd
áljóðandi
14.000 krónur.
Hon fekk bjóðað fulltíðar
starv, meðan hon eisini tók
útbúgving sum fitness-in
struktørur í Vælveru. Fulltíð
arstarvið bleiv ikki til nakað
kortini, og tí varð hon noydd
at siga upp.
– Arbeiðsgevarin fann út
av, at hann ikki hevði ráð at
hava meg í starvi kortini. Eg
fekk ongantíð løn fyri tað, eg
gjørdi, so eg fortaldi honum,
at eg kundi ikki arbeiða har
ókeypis. Útbúgvingin var
heldur ikki liðug, so eg mátti
siga upp, greiðir hon frá.
Tanja Sleire og stjórin
KUNDAR KENNA
AV VENJINGARST
Venjingarmistøðin Vælvera Fitness fær í løtuni harða
viðferð á sosialu miðlunum. Fleiri fyrrverandi kundar
gera vart við, at tey hava fingið stórar rokningar
sendandi, sjálvt um tey ikki venja har meir, og at tey
hava havt trupulleikar við at uppsiga sín limaskap.