mánadagur 23. juli 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 23. juli 2018 · Nr. 83
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
vóru góð vinfólk og skiltu
bæði støðuna hjá hvørjum
øðrum viðvíkjandi tí fíggj
arliga. Hon fekk at vita, at
hetta skuldu tey nokk finna
útav, og arbeiðsfelagarnir
skiltust sum vinir – helt hon.
– Dagin áðrenn eg flyti av
landinum, skrivar hann mær
eini SMS-boð. Har stendur, at
eg skyldi honum yvir 10.000
krónur. Eg spyrji, hvussu tað
kann bera til, tá eg hvørki
hevði fingið løn ella gingið í
Vælveru í fleiri mánaðir tá.
So sigur hann, at tað er fyri
útbúgvingina, og eg skyldaði
honum at undirvísa so og so
nógvar tímar.
Hon fekk at vita frá stjór
anum, at hann hevði ein
sáttmála, hon hevði skrivað
undir uppá. Men Tanja Sleire
kendi einki til hetta og sigur
seg ongantíð hava skrivað
undir uppá nakað.
– Knappliga ein dagin
fekk eg eitt bræv, sum segði,
at eg nú skyldaði honum
14.000 krónur. Eg visti ikki,
hvat eg skuldi gera við hetta
og fekk ikki eingongd fatur á
honum, tá eg ringdi.
Tanja blívur við at fáa
brøv sendandi, og upphædd
irnar eru sjáldan tær somu.
Hon tekur síðani samband
við ein sakførara. Hesin sig
ur, at hon eigur ikki at gjalda
tað, tí hon hevur ongantíð
skrivað undir uppá nakað.
Vælverustjórin tvíheldur øll
hesi árini um, at hon hev
ur skrivað undir, men vísir
kortini ongantíð á undir
skriftina.
– Eg fekk hesi brøvini
hvønn mánað í sjey ár, sigur
Tanja Sleire, sum nú hevði
fingið nokk av, at Vælvera
Fitness skuldi fylla so nógv í
lívi hennara.
Hon og sakførarin sendu
í 2016 eitt bræv aftur, har tey
søgdu, at tey ikki vildu síggja
meira til hesar rokningarnar
og vístu til paragraffir. Tanja
fekk svarið: “Sakin er nú av
sluttað”, og langt um leingi
var stríðið við gamla arbeiðs
gevaran av, og hon slapp frá
at gjalda nakað.
– Tað vóru bara sjey ár við
ringari samvitsku, har mann
ikki visti, hvar mann stóð. Eg
var bangin fyri, at eg knap
pliga stóð í rættinum og sum
lesandi kom at skylda eina
rúgvu av pengum.
Nógvar søgur komnar
fram – eisini góðar
upplivingar
Sum sagt eru hesi trý ikki
tey einastu, ið hava talað at
í samband við dagføringina
um Vælveru Fitness. Eftir
Facebooktráðnum at døma
eru nøkur, ið hava fingið
stórar rokningar sendandi
mánaðir eftir, tey hava sagt
seg upp sum lim. Fyrrverandi
viðskiftafólk fortelja eisini,
at hóast haldið hevur verið
uppsagt, blivu pengar við at
blíva trektir av mánaðir eftir
uppsøgnina. Tí hava summi
verið noydd at farið oman í
bankan fyri at steðga flyting
ini. Onkur sigur, at tey máttu
sperra og skifta sítt kort út.
Men har eru eisini fleiri, ið
yvirhøvur ikki kenna seg aft
ur í nøkrum av hesum søgu
num. Hesi fortelja, at tey bara
hava gott at bera Vælveru, og
tey ongantíð hava upplivað
slíkt. Tí eru tað eisini fólk,
sum ikki skilja kritikkin frá
ónøgdu kundunum og siga,
at teir kundu hugt betur
eftir, hvat teir skriva undir
uppá. Hesi siga, at tey hava
bara góðar royndir har, og
tað hevur verið ómakaleyst
at uppsiga limaskapin. Ein
sáttmáli er ein sáttmáli, og
tað sum er avtalað á skrift er
altíð bindandi avtala, tá und
irskrift er á.
SEG SNÝTTAR
TØÐ
Uppsagnartíð upp á ein mánað
Tá mann sigur sítt hald upp, rindar tú leyp
andi mánaðin út + ein eyka mánað. T.v.s. at um
mann ynskir at siga upp í einum ávísum mánaði,
má mann eisini gjalda fyri næsta mánað. Hetta
er vanlig mannagongd í venjingarmistøðum.
Vælvera Fitness lat upp fyrstu ferð í 2010.
Har eru í dag fýra venjingarmistøðir. Tær eru
í Havn, Vestmanna, Vági og Runavík.
Sosialurin hevur roynt at
fingið fatur á stjóranum í
Vælveru Fitness, men tað
hevur ikki eydnast. Tvey tele
fonnummur til fyritøkuna
standa á heimasíðuni, men
tey tykjast ikki vera virkin.
Stjórin í venjingarstøðini
hevur tó á Facebook og
Portal.fo svarað uppá atfinn
ingarnar hjá Dáva í Dali. Her
sigur hann, at hann er kedd
ur av misskiljingini, men tað
kann ikki vera teirra feilur.
Hann vísir á ein mánaða upp
sagnartíðina og sigur, at hann
reint formelt hevði skulað
sagt haldið upp í juni, um
hann vildi sleppa undan at
gjalda fyri august. Tí tá hann
skrivaði undir, stóð hetta í
sáttmálanum. Stjórin vísir á,
at móttøkufólkini í Vælveru
eru dugnalig og altíð vegleiða
sínar kundar rætt, so tí skilir
hann ikki, at hetta er komið
fyri. Sosialurin vil sjálvandi
eisini hoyra hina síðuna av
málinum, og tí er møguleikin
hjá stjóranum at koma við
eini viðmerking opin. Um
so er, at hann vil úttala seg,
verður fylgt upp uppá málið
í næsta blaði.
Í 2014 varð eitt líknandi
mál kært til Brúkaraum
boðið. Tað snúði seg um ein
kunda, ið hevði keypt sær
venjing til ein mánað. Seinni
fekk viðkomandi krav um
at gjalda víðari fyri fleiri
mánaðir.
Brúkaraumboðið
kannaði málið og kom til nið
urstøðuna, at Vælvera Fitness
skuldi gera greiðari avtalur
við sínar kundar. Innheint
ingarmálið varð sostatt eisini
slept. Brúkaraumboðið heitti
í tí sambandinum á fólk um
at lesa avtalutreytirnar væl,
áðrenn tey tekna sær hald
í venjingarmiðstøðum.
ONGA VIÐMERKING FRÁ STJÓRANUM
Ein dagføring á Facebook
hevur fingið nógvar
fyrrverandi kundar at tala at
kundatænastuni í Vælveru
Fitness