Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. juli 2018 · Nr. 83 6 Sosialurin POUL FEKK BLÓMUR FRÁ LØGMANNI Tann 18. juli 2018 fylti Poul Olsen í Vági 100 ár. Dagurin varð hildin á Hamragarði, men Poul býr framvegis heima. Millum nógvu gestirnar vóru Aksel V. Johannesen, løgmaður, og landsstýrisfólk, og Eydis Kjærbo, varaborgarstjóri í Vágs kommunu. Løgmaður og varaborgarstjórin fluttu fram røðu og heilsadu Poul tillukku á stóra degnum. Orðið á Borðið sungu eisini fyri Poul, skrivar heimasíðan hjá Vágs Kommunu, vagur.fo, har eisini fleiri myndir frá 100 ára degnum eru at síggja. Jónleif Johannesen 40 ár ólavsøkuaftan Ólavsøkuaftan fyllir Jón­leif Johannesen, løg­ tings­maður Javn­að­ar­ floks­ins, 40 ár. Hann er føddur 28. juli í 1978 og er úr Dali á Sand­oynni. Jónleif er sonur Jó­ an­es og Oddvør Jo­hann­ e­sen. Hann er giftur við Rann­vá á Steig. Tey bæði eiga børnini Høgna Jón­ leifs­son á Steig, Rakul Jón­leifsdóttir á Steig og Bjørg Jónleifsdóttir á Steig. Jónleif er útbúgvin fólka­skúlalærari og er í starvi sum fyrsti lærari í skúl­anum á Fossanesi - hað­ani hann tó hevur far­loyvi, nú han er løg­ tings­mað­ur. Jónleif Johannesen gjørd­ist løgtingsmaður eft­ir at landsstýrið varð skipað aftan á løg­tings­ valið 1. september í 2015, tá fýra landsstýrisfólk hjá Javn­að­arflokkinum máttu hava fólk fyri seg í løg­ting­i­num, sum lógin fyri­skrivar. Sjey ár síðani hópdrápið í Noreg 22. juli í 2011 skakaði ein ógvuslig bumbu­sprein­ g­ing Oslo og oyðilegði fleiri stjórnarbygningar í mið­býnum. Átta fólk doyðu Løtu seinni tekur mað­ur seg inn á summ­ ar­leg­una hjá Ar­beid­er­ part­i­ets Ungdom á Ut­ øya og skjýtur frá hond. 69 fólk, tey flestu ung, verða dripin. Hetta er ógvisligasta yv­ir­gangs­ at­sókn í Noregi síð­an seinna heimsbardaga. Øskukalt á Sólteigi 6! Minningarorð yvir bróður okkara Johannes Adr. Næs Login er sloknaður á hot­el­l­ i­num og gestablíða Sólteigi, har sum­bingar, vágbingar og øll fam­ilj­an úr Hvalba altíð var sum heima. Ja, nú eru Brynhild og bróð­ir okkara Johannes far­ in foldum frá bæði mett av døgum. Brynhild fór 89 ára gomul, eitt fant­astiska milt og inn­ an­gott menniskja, sum altíð var so góð við okkum og vit við hana. Nú fór elsti bróður okkara 97 ára gamal. Bróður fór knappliga, tó so spak­u­liga. Deyðin er eitt hart svørð, ið vit øll skulu í­gjøgn­um, og sum vit øll ræð­ ast meira ella minni. Harmuligt, men læruríkt var at síggja bróður fara frá okk­um so við og við innan tríggjar mánaðir. Eg havi sjálvur sæð faðir og ver­faðir doyggja 85 ára gaml­ar, læknin segði við meg: Manne, hettar er deyðin, ið er kom­in á teir, hav teir heima sum longst, tí har hava teir tað best. Tá Johs. fór á hospitalið, var tað ein bagatellur, hann hevði vón um, skjótt at koma aft­ur til skrivaraborðið. Men sum sagt, tá deyðin er komin á gátt, er einki at gera. Eg vitjaði hann fleiri ferð­ ir hesar tríggjar mánaðirnar og sá hvønn veg tað bar, hvussu hann viknaði. Matarlistin fór, og hann kom ikki upp, og hann hevði tað best í songini. Seinasta ferð eg vitjaði hann var mánadagin 2/7, sum hann fór 5/7. Handfangið var sterkt og eyg­uni glógvaðu. Tá eg nevndi hettar fyri hon­um, bjóð­aði hann mær av at toga tong. Eg læt hann vinna, tá mírdist hann og segði: ”Og tín skálkur” Har fingu vit báðir sagt far­væl og takka fyri hettar fold­ar­lívið. Johs. hevur skrivað fleiri bøku­r. Fyrsta var yrkingarsavnið, Mítt keldufar, sum kom und­ an navninum Flóvin Flekk. Eg haldi, hann var glaðast fyri hana. Fyri at nevna nakrar eru: Úr Leirum í Leirar og um­ sett: Undir lágari lon eftir Ol­uf Skaalum. Ein fantastisk bók og sera gott umsett, og út­givin av Zakarias Wang. Johannes var saman við øðr­um um føroyskar bøkur, og so­leiðis ment tað føroyska mál­ið. Og hvør longdist ikki eftir Birt­ing, ið kom út nøkur ár til jóla, har hann altíð hevði veru­ligar hendingar og søgur úr Hval­ba. Stuttligt hevði ver­ið, at samla tær til ein bókl­ing. Alt hetta kundi hann gera, tí hann hevði eitt so gott bak­ land í konuni Brynhild. Men størsta bragdið Jo­ hann­es gjørdi, var at skriva bók­ina um Lítlu Dímun, tað eru okur hvalbingar og all­ir før­oyingar honum sera takk­ sam­ur fyri. Og ikki at gloyma and­akts­bókina Gud er ljós. Síðan fór Johannes undir Hval­biar kirkjusøgu, og evn­ aði at gera hana lidna. Seinast vit vóru saman á hos­p­i­talinum, segði tú við meg: ”Eg havi biðið Martin og Una fáa bókina út og hjúkla um hana”. Johannes var 16 ár eldri enn eg, so eg havi fylgt hon­ um heila mítt lív, og ongantíð havi eg funnið svik í honum. Johannes var præd­ik­u­ mað­ur, altíð við tí góða orð­ i­num og eisini í verki. Johs. og Brynhild livdu eitt so­vorð­ið lív, ið var eitt gott fyri­dømi­, sum vit royna at taka til okkum eftir før­i­ muni. Vit her suðuri eru ógvu­ liga glað fyri, at tit børn: Unna, Martin, Uni og Jul­i­ anna við makum og ommu- og abba­børn­um, tóku tykk­ um so gott av bróður okkara til tað seinasta. Harrin styrki tykkum í sorg og sakni tykkara. Heilsan frá okkum í Hvalba. NØVN Send hugskot, myndir, greinar ella annað til novn@sos.fo