mánadagur 23. juli 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 23. juli 2018 · Nr. 83
KÁRI FARIN UM PENSJÓNSALDUR
Leygardagin fylti Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, 67 ár. Hann er føddur 21. juli 1951 á Strondum. Foreldur
hansara vóru Meinhardt og Jenny Højgaard f. Poulsen. Kári er giftur Simonu, sum er dóttir Borghild og Anisetus Eliasen í Fuglafirði.
Tey eiga børnini Maibritt, Jan, Anni, Boga, Bárð og Heidi. 1. august 1971 fór Kári í starv sum avgreiðslupostboð. Yvirpostboð í 1976
til august 2001. Býráðslimur í Runavíkar kommunu frá 1988 til 2008. Kári var varamaður á tingi frá 26.februar 2001-2002 fyri
S. P. í Grund so leingi, hann var landsstýrismaður. Valdur á ting á løgtingsvalinum 2002 og verið tingmaður síðani. Umframt at
hava verið formaður í floksinsvar hann eisini landsstýrismaður í innlendismálum frá november 2011 til 5. september 2013.
John Vang Justin
ussen, ættaður úr
Havn, andaðist å
Landssjukrahúsinum
leygardagin 21 juli,
92 ára gamal.
Poulina Johannesen,
fødd Joensen, ættað úr
Vestmanna, búsitandi
í Skopun, andaðist
fríggjadagin 20. juli
94 ára gomul.
Bjørn Ólavur Mart
insson Hansen,
ættaður úr Fuglafirði,
búsitandi á Argjum,
andaðist á Landssjúkra
húsinum hósdagin
19.juli, 60 ára gamal.
Inga Johansen, fødd
av Reyni, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
18. juli, 77 ára gomul.
Signa Vestergaard,
Thisted, fødd
Johannesen ættað úr
Søldarfirði, andaðist
mikudagin 18. juli,
74 ára gomul.
Nancy Mikkelsen,
Klaksvík andaðist
mikudagin 18. juli,
96 ára gomul.
Kirstin Olsen, fødd
Holm, ættað av Argjum,
búsitandi á Toftum,
andaðist á Vesturskin
í gjár, 82 ára gomul.
Kirstin Olsen, fødd
Holm, ættað av Argjum,
búsitandi á Toftum,
andaðist á Vesturskin
í gjár, 82 ára gomul.
ANDLÁT
Jóhanna Maria Durhuus 70 ár
Í dag 21. juli verður mín elsk
aða mamma, Jóhanna Maria
Durhuus, 70 ár. Foreldur
hennara vóru Inga og Mikkj
al Samuelsen.
Tú og babba búsettust í
okkara deiliga heimi í Pers
konugøtu undir liðini á for
eldrunum, sum tú tíverri
misti alt ov ung. Heimið
hevur altíð verið okkum ein
tryggur frístaður, har títt
hjálpsemi og røkinskapur
hava myndað míni ríku
barna- og ungdómsár, og
har nógvir gestir hava verið
á gátt og notið ein góðan
drekkamunn.
Longu
á
skúlabeinki
gjørdi tú títt ítarsta, og høvdu
umstøður og midlar loyvt
tí, hevði førningurin borið
teg langt. Eftir realskúlan
fór tú í læru í Føroya Banka
og starvaðist har í 28 ár. Tú
var í starvi á Akstovuni í 10
ár og fór síðani í starv í Eik
banka í 10 ár. Tú hevði á orði,
at tær dámdi betur at fáast
við pengar enn bilar. Í øllum
hesum, var tú eitt satt álitis
fólk.
Hjartagóð lýsir teg væl.
Tú vísir stórt hjálpsemi og
hevur umsorgan fyri øðrum,
og tú kýtir teg í øllum tú gert,
hetta fyri at gleða onnur.
Eisini ert tú ein sannur
djóravinur. Bringureyði, ið
plagar at standa undir liðini á
tær, tá tú arbeiðir í havanum,
fitti frensurin, ið verður
kjúklaður um, og enntá
gásarungarnir, ið komu ov
seint út úr eggunum, og tí
blivu klaktir á vesigólvinum,
høvdu kunna sagt frá hesum,
kundu tey tosað 🙂
Røsk og arbeiðsom hevur
tú altíð verið, og sterk sum
fáur. Tað er ikki smávegis
grót og spannir, tú hevur
borið, tá fríðkað verður um
í havanum. Mamma, tú ert
gløgg, lítillátin og dugir væl
at umgangast fólk. Tú ert
uppmerksom og fylgir væl
við familjuviðurskiftunum,
nær hvør hevur merkisdag
o.s.fr. Og altíð ert tú klár at
flenna. Títt lætta og káta
lyndi er eyðkent, og altíð
møtir tú einum fremmand
um eins og einum vini.
Tú dugir so væl til hend
urnar og er nærmast kend
fyri tínar frálíku køkur,
tebirkis, daimísar og smá
køkur. Tað er ikki smávegis
bakstur, ið er farin út av
húsinum gjøgnum árini. Eg
minnist so væl løturnar, tá
eg slapp at sita í horninum
á køksborðinum og sleikja
skeiðir og pískirísina. Tað
kemur javnan fyri, at eg
má sláa upp á tráin og
biðja um góð bakiráð. Títt
nærlagni kemur so sanniliga
eisini til sjóndar í teimum
hundraðtals pløggum, ið tú
hevur bundið mær. So fjálgt
var at fáa bleytan pakka
sendandi til Dalslandsgade
8, tá vit vóru niðri í lestrarør
indum. Nevnast kunnu eisini
fyrikløð, turrikløð og vestar,
ið tú so meistarliga hevur
broderað allari familjuni til
føroyska búnan; hetta eru
sannir dýrgripir. Hjá tær
verður einki hálvgjørt, tú
bleiv enntá spurd um at und
irvísa í brodering.
Tolin hevur tú sitið og
repiterað málfakini saman
við okkum, so allar týsku
grammatisku
ramsurnar,
sponsku stuttsøgurnar og
enntá latínska ablativið hev
ur tú nomið. Ja, altíð ert tú
til at heita á. Títt uppofrandi
lyndið er fyrimyndarligt, tá
tú altíð setir onnur fyrst.
Gávur hevur tú eisini til at
skriva og yrkja, og hevur tú
skrivað eitt ótal av sangum
til merkis- og hátíðardagar.
Frá heilt ungum árum
hevur samkoman í Ebenezer
verið títt andaliga heim, og
hevur tín partur heldur ikki
ligið eftir har. So klárt stend
ur fyri mær tá tú gjørdi meg
klára til sunnudagsskúlan,
og vit søgdu minnisørindi í
felag. Alt dýrabær minni.
Nógv annað kundi verði
nevnt, men við hesum fáu
orðum vil eg ynskja tær
hjartaliga tillukku við stóra
degnum, góða mamma, og
takka fyri alt tú gert og ert
fyri meg og okkum.
Ingunn
Leygardagin fylti stjórin í
Fiskaaling fimmti. Jóhanna
Lava Køtlum er ættað úr og
býr í Havn.
Jóhanna er dóttir Almu
og Hera Olsen í Havn. Alma
er úr Túni á Toftum, og Heri
á Lava, sáli, var av Ingutrøð í
Havn. Hann doyði í 2015.
Vøggan hjá Jóhannu stóð
í Tungugøtu, har foreldrini
búðu í íbúð í kjallaranum
hjá ommuni og abbanum,
Hannu og Palla á Lava. So
fluttu tey út í Grønlandi, har
Jóhanna vaks upp í Krosslíð.
Hon eigur fýra beiggjar –
Marni, Andrias, Høgni og
Hanus. Teir búgva allir í
høvuðsstaðnum.
Eftir lokið studentsprógv
las Jóhanna lívfrøði á Fróð
skaparsetrinum,
áðrenn
hon í Tromsø helt fram við
lestrinum. Seinni flutti hon
til Aarhus, har hon tók MA
prógv. Seinni leyk Jóhanna
MA prógv í miljøvurdering á
lærda háskúlanum í Aalborg.
Jóhanna var deildarleiðari
og frá 2011 og til 2013 stjóri á
Umhvørvisstovuni, sum tá
var lutfalsliga nýggjur stovn
ur við nógvum ymiskum
setningum. Eitt nú náttúra,
skógrøkt, orka, matrikul og
útskifting, kort, tinglýsing,
landsfólkayvirlit, navnamál
og vápn, sum tað er orðað á
heimasíðuni hjá stovninum.
Í arbeiðinum hevði hon
nógv samband og samskifti
við reiðarar, skiparar og
alarar. Hetta er mannfólk
averð burturav. Jóhanna er
fyrikomandi og tilvitað um
almennar ásetingar, og tað
var góður førningur at hava
í hesum arbeiðinum.
Í 2013 flutti Jóhanna til
Nuuk, har hon var deildar
leiðari í fiskimálaráðnum.
Ein av hennara uppgávum
har var at vera við í fiski
vinnusamráðingum – eitt nú
við Føroyar.
Fyrsta juni í 2016 tók Jó
hanna við sum stjóri í Fiska
aling. Felagið var fíggjarliga í
tungum sjógvi, men síðani er
skilmarkað, hvørjar kjarnu
uppgávurnar hjá felagnum
eru og harvið hvat skal til
fyri at fáa raksturin at hanga
saman. Visiónin er at skapa
eitt altjóða granskingarumh
vørvi, sum við gransking og
menning
víðkar
vitanar
støðið, við tí endamáli at
økja enn meira um dygdina
í alingini.
Í barnaárunum var Jó
hanna nógv á Toftum hjá
ommuni og abbanum – Maju
og Júst í Túni. Tá var abbin
undangongumaður í stríð
num fyri at fáa tað at bera
til at ala síl og laks á landi
og sjógvi. Avbjóðingin var
eitt nú at finna fram til,
hvussu tað kundi eydnast at
fáa nyttu úr nátúrligu lívs
ringrásini hjá síli og laksi.
Við sínum stóra innliti í
náttúruna stríddist abbin
fyri fimmti árum síðani við
hetta, sum síðani er vorðin
okkara størsta útflutnings
vøra.
Sum stjóri í Fiskaaling er
Jóhanna aftur í tí umhvørvi
num, sum abbin stríddist í, tá
ið hon var barn.
Stefania Láberg ættað úr Skopun men búðsitandi
í Tórshan og Meinhard Winther, ættaður av
Sandi men búsitandi í Tórshavn, fingu 16. juli
eina gentu. Hon var 53 cm og vigaði 3840 gr.
Joan og Regin Olsen í Sandavági, fingu 21. juli ein
son. Hann vigađi 4750 gr og var 55 cm langur.
Andrias Høgnason Eriksen og Kára Jacobsen,
Hoyvík, fingu 19. juli 2018 eina dóttur. Hon
var 52 cm long og vigaði 3250 gram
VÆLKOMIÐ LÍTLA BARN
Jóhanna Lava Køtlum fimmti