Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. juli 2018 · Nr. 83 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Hjalmar Evensson Vaglið var karmur um tón­ leik, hugna og veitsluróm leygar­kvøldið. Har var góður hýrur frá byrjan til enda. Kvøld­ið byrjaði við nakað av regni, so fleiri høvdu funnið sær regnklæðini fram, men tað gjørdi tó ikki stemningin verri. Tónleikararnir virkaðu allir væl upplagdir, tí áskoð­ ar­arnir fingu veruliga høvi at syngja við til konsertirnar. Eing­in av tónleikarunum snýt­ti áskoðararnar fyri síni hitt. Smokie hevði eina kon­ sert, har teir sungu allar sínar kendu sangir. Teir spældu m.a.  “Living Next Door To Alice”, “Mexican Girl” og “Oh Carol” við eld­ showi ovast á pallinum. Bret­ar­nir trivu enntá í Cree­ dence Clearwater Revival lagið, “Have You Ever Seen The Rain”. Teir dugdu fyri­ myndar­liga væl at fáa lív í fjøld­ina, sum bæði dansaði og sang við.  Danny And The Veetos byrjaðu at spæla á lítla palli­ num beint aftaná Smokie. Løg sum “Alright”, “Sunnu­kvøld Í Mai” og “Farvæl” vóru sjálv­ sagt á settlistanum, og aftur her sluppu øll at syngja við.  Donsku Carpark North hava verið í Føroyum fleiri ferðir eftir hondini, so teir vistu, hvat føroyingum dámdi. “Save Me From My­ self”, “Shall We Be Grateful” og “Transparent And Glass­ like” fekk alt Vaglið at kóka, serliga fremst. Carpark North vóru ikki teir einastu danirnir á ársins Tórsfest. Eisini vóru Maria Mon­tell, Jacob Dinesen og Burhan G á skránni. Hesi vóru tey fyrstu, sum spældu, og tey syrgdu fyri, at góður stemn­ingur kom í áskoðar­ arnar frá byrjan av. Síðst á kvøldinum vóru Icona Pop og Burak Yeter, og tað var serliga til hesar ko­n­sertirnar, at fólk vóru á gosi. Sólin var farin niður, so ljós­showið á stóra pallinum slapp ordiliga til sín rætt. Tað eydnaðist heilt væl at fáa áskoðararnar við, hóast hvørgin teirra hava so nógv hitts til góðar. Kendasta lagið hjá Burak Yeter, “Tuesday”, hevur verið at hoyrt kring allan heimin seinasta árið. Tað sást aftur á fjøldini, tí øll hoppaðu og dansaðu, og har var eingin ivi um, at fólk elskaðu tað. Akkurát tað sama við løgunum “Girl­ friend” og “I Love It” hjá svensku duoini, Icona Pop. Signar í Homrum spældi á lítla pallinum allar sínar klassik­arar. Aftaná Signar í Homr­um hevði spælt “Tað Er Gott At Elska”, “Sorgblídni” og fleiri, var tað tíð til Vit Vilja Ongantíð Doyggja. Allar landa­plágurnar hjá Dynamit vóru at hoyra her, og tað var líka við, at áskoðararnir sungu harðari enn Niklas Heri og Shaky.  So tað kann sigast, at Tórsfest hevur verið eitt áskoðara­vinarligt tiltak, har áskoðar­in fekk nakað fyri pengar­nar. TÓRSFEST: EIN ÁSKOÐARA­ VINARLIG FEST Ársins Tórsfest er av, og áskoðararnir hava veruliga fingið møguleika at syngja við í ár