mánadagur 23. juli 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 23. juli 2018 · Nr. 83
TÓRSFEST:
Mike Craft er sangarin úr Smokie, og hann gleddi seg
nógv at sleppa at spæla á Tórsfest. Smokie hava spælt
í Føroyum fleiri ferðir, og tað er líka stuttligt at koma
til Føroya hvørja ferð, sambært Mike Craft.
- Hvørja ferð Føroyar kemur á okkara lista, hugsa vit
“Fantastiskt! Vit sleppa aftur til Føroya!”, sigur Smokie
frontmaðurin.
Smokie eru úr Englandi, og teir komu úr Danmark
leygarmorgunin. Teir spældu í Svøríki kvøldið fyri.
Mike Craft fortelur, at sum tónleikari mást tú
ferðast nógv. Tá mann fer frá konsert til konsert og
frá landi til land, krevur tað rættiliga nógv av einum.
- Vit fara til floghavnina og so til hotellið, so spæla
vit konsert, og so fara vit aftur á hotellið… og so aftur á
floghavnina. Soleiðis koyrir tað runt allatíðina. Hatta
er lívið sum tónleikari á ferð. Tað kann blíva eitt sindur
hart til tíðir, men vit eru bara heldigir, at vit hava eitt
arbeiði.
Smokie hava spælt saman í nógv ár, so teir eru allir
góðir vinmenn og hava tað gott við hvørjum øðrum.
- Fólk spyrja okkum, hvat okkara loyndarmál er,
men vit hava ikki ordiliga eitt loyndarmál. Vit finna
bara væl útav tí við hvørjum øðrum og elska tað, vit
gera, sigur Smokie sangarin.
Mike Craft lovaði undan konsertini, at áskoðararnir
kundu vænta eitt festligt og lívligt show. Hann segði,
at teir fóru at spæla alt tað, vit fyrr hava hoyrt í
útvarpinum í Føroyum.
Hetta sást eisini aftur til konsertina, tí tað var
veruliga ein framførsla, sum fangaði áskoðararnar.
Teir vóru til staðar, høvdu tað stuttligt og spældu øll
síni hitts umframt klassisk coverløg, og tað riggaði
einastandi væl.