leygardagur 13. november 2004síða 27
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 218 - 13. november 2004
53
TILTØK
Gudstænastur
23. sunnudag e. trinitatis
Havnar kirkja: kl. 11, Sonja
Klein
Vesturkirkjan: kl. 11,
Kirkjubøur: kl. 12.30, Bergur
D. Joensen
Hvítanes: kl. 11, Bjarni Bæk
Kollafjørður: kl. 12, Skótarnir
20 ár, Uni Næs
Hestur: kl. 12, Heri Joensen
Haldarsvík: kl. 12, Marjun
Bæk
Eiði: kl. 11.40, skriftamál, kl.
12 messa, Emil Olsen
Fríðrikskirkjan: kl. 11, Martin
R. Jacobsen
Glyvrar: kl. 11, lestur. Kl. 20
Vesper (aftansongur).
Søldarfjørður: kl. 11, altarg.,
(innsavnan), Meinhard
Bjartalíð
Fuglafjørður: kl. 12, Rolf
Tunnar Heitmann, aðalskrivari
hjá norsku Ísraelsmissiónini.
Talvan gongur fyri
Ísraelsmissiónina
Christianskirkjan: kl. 11,
Niels Pauli Danielsen
Klaksvíkar Sjúkrahús: kl. 10,
Norðoya Røktarheim: kl.
14.30
Kunoy: kl. 12, altarg., Jóannes
Fonsdal
Hvannasund: kl. 12, Elsa
Funding
Miðvágur: kl. 12, Inga
Poulsen Dam
Sandavágur: kl. 12, David
Johannesen
Eldrasambýlið í Vági: kl. 14,
Patrick de Neergaard
Fámjin: kl. 12, Jónsvein Bech
Samkoman við Marknagil
Møtini sunnudagin og
mánakvøldið, eru avlýst
vegna samfelagsmøtini.
Nardus-samkoman
Møtir verða við evangelisti
Torkild Terkelsen á Suðurrás
12, leygarkvøldið kl. 20 og í
Losjuni við Tinghúsvegin
sunnukvøldið kl. 18.
Frá missiónshúsinum
v/ Landavegin
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli í Býlingshúsinum á
Norðasta Horni, kl. 18 Møti í
Missiónshúsinum v/ Martin
Thomsen.
Kirkju- og missiónshúsið
á Argjum
Leygardagin kl. 20 Heystmøti
v/ Alfred Olsen, Saltnes.
Evnið: Messias – Jesus og
signing hansara.
Sunnudagin kl. 11 Gudstæn-
asta, kl. 14 Sunnudagsskúli,
kl. 14 Junior, kl. 18 Heyst-
møti v/ Alfred Olsen, Saltnes.
Evnið: Jesu afturkoma.
Týsdagin kl. 17 Barnakórið.
Sjómanskvinnuringurin
í Havn
Vit møtast á Sjómansheim-
inum í Havn mánakvøldið kl.
19.30.
Hebron, Argir
Sunnudagin verður einki møti
í Hebron vegna samfelags-
stevnuna. Eingin sunnudags-
skúli verður, men barnamøti
verður í Høllini á Hálsi kl.
12.15, har øll børn eru hjar-
taliga vælkomin.
Mánadagin kl. 19 Ungdóms-
tiltak fyri ung í aldrinum 5.-
10. fl. www.hebron.fo
Katólska kirkjan
Hvønn gerandisdag kl. 17.30
Messa í Kerit.
Leygardag kl. 11.30 Messa í
Kerit.
Sunnudag kl. 11 Hámessa v/
Finn Arvé prestur í Mariu-
kirkjuni, kl. 14 Sunnudags-
skúli. »Hann fer undan
tykkum til Galileu; har skulu
tit síggja hann, soleiðis sum
hann hevur sagt tykkum«.
Mk. 16,7.
Mikukvøldið tann 17. nov. kl.
19.30 fyrireika vit okkum til
Adventina, saman við Finn
Arvé presti. Aftaná verður ein
kaffimuður í Meinigheits-
hølinum. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Frá Ebenezer
Samfelagsmøti í Ebenezer
10.-14. november 2004
Fríggjadag kl. 10 og 15
Uppbyggingarmøti, kl. 20
Evangel. møti í Høllini á
Hálsi, kl. 22.30 Opið hús
Leygardagin í Høllini á Hálsi:
kl. 16 Uppbyggingarmøti, kl.
20 Evangel. møti, kl. 22.30
Opið hús.
Sunnudagin í Høllini á Hálsi:
kl. 10 Breyðbróting, kl. 12.15
Barnamøti, kl. 16
Uppbyggingarmøti. Nátturði
verður í Høllini beint aftan á
møti, kl. 19 Evangl. møti. Øll
eru vælkomin.
www.ebenezer.fo
Meinigheitshúsið
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti v/ Rolf
Gunnar Heitmann, aðalskriv-
ara í Norsku Ísraelsmissión-
ini.
KFUM og KFUK í Havn
Mánadagin kl. 15 í KFUK:
Eldrasamkoman við Agnari
Nielsen úr Vestmanna.
Týsdagin: Várgleði fyri børn.
Filadelfia
Landavegur 22
Í dag kl. 17 Landsbøn.
Í morgin kl. 11 Morgunmøti
v/ Rúna Rasmussen, kl. 11.50
Sunnudagsskúli og ABC v/
Onnu Guttesen, evnið er:
Umsorgan 2. partur, kl. 18
Møti v/ Magna Christiansen.
Mánadagin kl. 20 Bønar-
skúlin.
Um tær tørvar persónliga
samrøðu og/ella forbøn ring
211067.
www.filadelfia.fo
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Vikuskiftisfundir har major
Njál Djurhuus talar, verða
fríggja- og leygarkvøldið kl.
20 og sunnudagin kl. 11 og
18. Øll eru vælkomin.
Sunnudagsskúli kl. 14.
Mánadagin kl. 17 og 19
Skótamøtir.
Tórshavnar Hvítu-
sunnusamkoma
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11.00: Morg-
unmøti og kl. 18.00: Evangel-
iskt møti. Øll eru vælkomin.
Meinigheitin í Hoyvík
uppi á Brekku 3
Sunnudagin kl. 11 Guðstæn-
asta v/ Jóan P. Johannesen.
Evnið: Profetar, kl. 14 Sunnu-
dagsskúli.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar-
møti.
Mikumorgun kl. 7 Bønarmøti.
Lívdin
í Hoyvíkar skúla
Ongi møtir vera um vikuskifti
vegna samfelagsmøtini í
Ebenezer.
Saron, Vestmanna
Evangel. møti verður sunnu-
dagin kl. 18 við Malenu og
Jens Meitilberg úr Tórshavn.
Mánadagin 15. nov. verður
ungdómsmøti kl. 20. Verið
hjartaliga vælkomin í Saron.
Miðvágs missiónshús
Missiónsvikan heldur áfram
við møti leygarkvøldið kl. 19
v/ Kristian Fríðrik Olsen og
Streingjakórinum í KFUM og
K úr Klaksvík. Barnaansing
er fyri tey smærru børnini.
Innsavnan til Missiónshúsið.
Eftir møti er drekka.
Leygarkvøldið kl. 22 Ung-
dómsløta við luttøku úr
Klaksvík.
Sunnudagin kl. 14.30 Fam-
iljumøti. Ung úr Sørvági
luttaka. Kl. 18 Hjartaliga væl-
komin.
Missiónshúsið í Kollafirði
Møti verður sunnukvøldið kl.
18 við meinigheitskórinum úr
Tórshavn.
Meinigheitshúsið á Skála
Sunnudagin kl. 13.30
Sunnudagsskúli og møti kl.
19. Innsamligt til húsið.
Aftaná møti verður drekka og
hugnalig samvera.
Norðskála kirkja
Kirkju- og missiónsvikan
heldur fram í dag og í kvøld.
Kl. 17 barnamøti, kl. 19.30
Bíbliutími: Kolossubrævið, kl.
20 Møti við Sylveriusi
Jacobsen, Skála.
Í morgin, 23. sunnudag e.
trinitatis kl. 12 lestur, kl.
18.30 Bíbliutími: 1. Tessaló-
nikubrævið, kl. 19 Møti við
Regini Høgnesen, trúboðara.
Eiði
Kirkju- og missiónsvikan
byrjar í morgin – 23. sunnu-
dag e. trinitatis – við skrifta-
máli kl. 11.40, messu kl. 12
og heldur fram alla vikuna við
gudstænastum og møtum.
Mánakvøldið verður katekis-
musgudstænasta í kirkjuni kl.
20. Evnið: Samfelag teirra
heilagu.
Sjómanskvinnuringurin
í Runavík
byrjar aftur mánakvøldið kl.
19.30 í húsinum hjá kvinnu-
felagnum á Glyvrum, mint
verður á jólapakkarnar. Allar
kvinnur eru vælkomnar at
vera við.
Keldan, Skálafirði
Leygarkvøldið kl. 21 Awake
við Maibritt og Kaj Otto
Sunnudagin kl. 17: Møti við
Osbjørn og Egil. Manskórið
syngur. Barnamøti kl. 17.
Vælkomin í Kelduna.
www.keldan.fo
Lívsins Orð, Saltangará
Sunnudagin er møti kl. 10.30.
Mánadagin kl. 20 Ungdóms-
møti.
Missiónshúsið í Hvalvík
Sunnudagin kl. 14.30
Sunnudagsskúli kl. 18 Møti v/
Odu Jakobsen, Tórshavn. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Thabor, Fuglafjørður
Sunnudagin verður Sunnu-
dagsskúli á Kambsdali og í
Thabor kl. 14.30. Barnakórið
venur kl. 15.15 og møti kl.
18.
Tabor, Toftir
Ungdómsmøti verður í kvøld
kl. 20. Fjølmiðlar: Tað sum
vit hoyra og síggja v/ Una
Næs form. og øðrum. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Aglow-fundir
vera í Stranda Sentrum
leygardagin kl. 15.
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
Og Jesus segði: »latið smábørnini koma
og forða teimum ikki at koma til mín;
tí at himmiríki hoyrir slíkum til.«
(Mt. 19, 14).
Vit kenna tey øll aftur, fólk við følskum autoriteti, sum
selja sína sál fyri at fáa makt. Tað var millum annað
hetta, sum H. C. Andersen sipaði til í ævintýrinum um
tann nakna keisaran, sum øll hildu var í so fínum
klæðum, at tey høvdu ikki sæð makan. Vit síggja tey
fyri okkum, tey marchera, eitt tvey, eitt tvey, eitt tvey;
tað er altíð okkurt militert yvir tí falska autoritetinum,
og fólk jubla, tað er eisini altíð okkurt sjálvniður-
gerandi yvir tí falska autorietinum, tí undirsáttarnir
fylgja við, uttan at hugsa um avleiðingarnar. Og so
bráddliga rópar ein smádrongur: »Júmen, hann er jú
nakin!« Bráddliga fór allur hugaheimurin hjá teimum
vaksnu í grús, tí at ein smádrongur avdúkaði ein
autoritet, sum einki annað bygdi á enn tómleika.
Nú skilja vit kanska eisini betri Jesu orð, tá ið hann
sigur, at eingin trýr so nógv sum tað lítla barnið.
Vaksin trúgva ikki uppá sama máta, vit pynta okkum
við læntum fjarðum, við uniformum, við materiellum
tingum, við fínum titlum, við samkomuheitum, o.s. fr.
Hjá vaksnum snýr tað seg meira um at hava, enn at
vera, og tískil verður tilveruvitskan hareftir, bæði av-
skorin og sundurskorin. Børnini, harafturímóti, eru
bara, og hjá teimum er einki, sum letur aftur fyri tilver-
uni, uttan vaksnamannaheimurin, sum við sínum av-
markingum livir av at seta mørk og í bás. Jesus ger
greitt, at uttan henda barnaheim var eingin trúgv eftir,
eingin vón, eingin kærleiki – og eingin spontanitetur,
sum rópar, at keisarin er nakin!
Í bíbilskari talu eru vit øll nakin. Kenslur, álit og
kærleiki, angist, óvissa og hungur eftir forstáilsi, mein-
ing, fyrigeving og ríkum menniskjalívi goymast í
okkum øllum, handan maskuna, og eina væl poleraða
skræðu. Evangeliið er, at Jesus sær afturum skræðuna,
sær barnið í okkum, og við tilsøgnini um, at eingin
kann slíta hetta barnið úr Guðs hondum, kunnu vit
gleðast um, at dagurin er okkara, og at lívið er her og
nú - og fyri framman.
Ólavur Rasmussen
Leygardagin 1. januar 2005 kl. 15.00 giftast í Evangelii-
húsinum í Tórshavn, Annika Jørgensen, Sørvágur og
Magni Reinert, Tórshavn. Veitslan verður í bygdarhúsinum
í Miðvági kl. 19.00. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið við
at koma til teirra stóra dag, verða biðin um at tekna seg á
tlf. 212480, 216185 ella 220145 áðrenn 5. desember.
Leygardagin 25. september giftust í Trinidad, Jan Erik
Niclasen, Søldarfjørður og Nelia Daize, St. Vincent. Brúd-
leypsveitslan verður í bygdarhúsinum í Leirvík 4. desemb-
er kl. 18.00. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið við at
koma í veitslu, verða biðin um at ringja á tlf. 441800 ella
581800 áðrenn 20. november.
4. desember giftast í prestagarðinum á Brekku í Klaksvík,
Mary Ziska og Heri Henriksen, bæði úr Klaksvík. Veitslan
verður á Hotel Norð kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða
brúðarparið við at koma í veitslu, verða biðin um at siga
frá á tlf. 459016, 223016 ella 262387 í seinasta lagi 25.
november.
2. juli í 2005 giftast í Noreg, Tone Blindheim, Bartavik,
Noreg og Johnny Willumsen, Hvalba. Tit, ið vilja gleða
okkum við at koma í brúdleyp, vinarliga sigið okkum frá
sum skjótast og helst áðrenn 15. november, so vit kunnu
útvega bústað til brúdleypsgestirnar. Sigið frá á tlf. 375239
ella 251984.
BRÚDLEYP
Tann 17. november hava hjúnini Sigrid og Palle Sivertsen,
Klaksvík, silvurbrúdleyp. Vælkomst verður í heiminum
fríggjadagin 19. november frá kl. 18.
Mikudagin 17. november kunnu hjúnini Turið og Tummas
Lervig halda silvurbrúdleyp. Opið hús verður undir Brúnni
21 í Klaksvík. Øll eru vælkomin.
24. november hava Andrea og Thorleif Isaksen, Søldar-
fjørður, verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin 27. nov. kl.
19.00 í Bygdarhúsinum í Leirvík. Tey, ið ynskja at halda
dagin saman við silvurbrúðarparinum kunnu boða frá
innan 17. november á tlf. 441687 ella 211687.
SILVURBRÚDLEYP
Leygardagin 20. november verður Sólgerð Hansen
Norberg, Tórshavn, 70 ár. Opið hús verður í heiminum frá
kl. 10.00 til 16.00.
70 ÁR
Leygardagin 20. november kunnu hjúnini Torgerð og Hjør-
leif Waag Høgnesen, Klaksvík, halda gullbrúdleyp. Tey,
sum vilja heilsa gullbrúðarparinum eru vælkomin í kirkju-
kjallaranum frá kl. 16.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Leygardagin 20. november kunnu hjúnini Margretha og
Levi Joensen, Klaksvík, halda gullbrúdleyp. Dagurin verð-
ur hildin í Betesda frá kl. 16.00. Øll eru hjartaliga væl-
komin.
Tann 4. desember hava hjúnini Hansa og Benjamin (Benni)
Joensen í Klaksvík gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í
Skálanum frá kl. 16.00. Øll eru vælkomin.
GULLBRÚDLEYP
53
52
Nr. 218 - 13. november 2004
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
HEILSANIR
Eftirlýsing
Hvør eigur
meg! Eg leiti
eftir teimum
sum eiga meg.
Er tað nakar ið
kennist við
meg? (kett-
lingurin er tikin
upp á Ternu-
ryggi)
Ring tel.
316135 ella
212153
Elskaði babba!
Hjartaliga tillukku við 30 ára degnum 11. nov. Alt tað
besta í framtíðini. Hetta var ein deiligur skógtúrur í
Hammer bakker. Muss muss,
Sofía
P.s. Mamma letur heilsur
Góða
langomma
Hjartaliga
tillukku við
80 ára
degnum
tann 11/11.
Muss og
klemm frá
Petur
Góða Signhild
Hjartaliga tillukku við 4
ára degnum 14 / 11 alt tað
besta í framtíðini
Ynskja Karina og Silas
Góða Signhild
Hjartaliga tillukku við 4 ára
degnum sunnudagin. Jesus
pápi signi frammtíð tína
Ynskja omma, abbi og
langomma
Góði Viggo
Hjartaliga tillukku við 13
ára føðingardegnum tann
14. nov.
Ynskja omma og abbi í
Leirvík
Góða elskaða omma og
mamma
Hjartaliga tillukku við føð-
ingardegnum og takk fyri
alt tú ert fyri okkum. Alt
tað besta í framtíðini.
Ynskja Elisabet, Sólva,
Julian, Leila,Annika, Jan
og Joan
Góði Óli
Hjartaliga
tillukku við
6 ára
degnum.
Ynskja
tyttomma
og abbi
Góða Rebekka
Hjartaliga tillukku við 4
ára føðingardegnum 14.
nov. Jesus pápi verið hjá
tær.
Ynskja mamma, babba
og Barbara
Góði elskaði Hallur
Hjartaliga tillukku við 8
ára degnum 12. nov.
Kærar heilsanir mamma,
babba,
Rani, Tóki og
Markus
Góði Jósup
Hjartaliga tillukku við 25
ára føðingardegnum. Nógv
góð ár í framtíðini.
Bestu heilsanir vit
Góða fitta dóttir og systi
Hjartaliga tillukku við 4 ára degnum. Alt tað besta í
framtíðini
Ynskja mamma, babba og beiggji
Hesi pørini
hava gull- og
silvurbrúð-
leyp 17. og
20. nov.
Hjartaliga
tillukku við
døgunum og
nógv góð ár
afturat. Jesus
signi tykkum.
Her eru tit ung
og grøn.
Heilsan ja,
gita nú,
síggjast
Góða Rebekka
Hjartaliga tillukku við 4
ára
føðingardegnum
í
morgin. Jesus pápi signi
framtíð tína.
Omma og abbi
C
M
Y
K
52