leygardagur 13. november 2004síða 28
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Skjalasavnsdagur 2004:
"Skjalarannsóknir og
arbeiðshættir: Um brúk av
Landsskjalasavninum"
Hevur tú nakrantíð havt
hug at granska eitthvørt
søguligt, verið tað seg um
ætt tína, um eina ávísa
hending, eitt ávíst tíðar-
skeið, eina rørslu o.s.fr.?
Hevur tú nakrantíð ivast
í, hvussu ein kann byrja
gransking av skjølum?
Hevur tú nakrantíð undr-
ast á, hvat ein ger fyri at
varðveita skjøl, hvussu tey
verða goymd o.s.fr.?
Hevur tú nakrantíð havt
hug at síggja søgulig skjøl
og fingið eitt sindur av inn-
lit í, hvussu fólk hava liva?
Um ja, so er skjalasavns-
dagurin nakað fyri teg!
Leygardagin 13. novem-
ber kl. 14.00 byrjar tað ár-
liga afturvendandi tiltakið
hjá Landsskjalasavninum:
"Arkivernes dag". Hetta er
partur av einum norður-
lendskum
tiltaki,
har
skjalasøvn í hesum londum
lata upp dyrnar inn á sjálvar
goymslunar. Endamálið er
at geva almenninginum at
betur innlit í skjalasavnsar-
beiði. Viðmerkjast skal, at
fólk til eina og hvørja tíð
hava høvi at síggja og nýta
skjøl úr goymsluni. Tó er
tað serliga við Skjalasavns-
degnum, at fólk fáa møgu-
leika at koma heilt inn á
goymslurnar. Í høvuðsheit-
um kann sigast, at enda-
málið við Skjalasavnsdegn-
um er at:
• Vekja áhuga fyri skjala-
søvnum
• At kunna um innihaldið í
tilfarinum á Landsskjala-
savninum
• At greiða frá arbeiðinum
hjá Landsskjalasavninum
og leiklutin sum mentunar-
stovnur
• At seta í brennidepilin
skjalasøvnini sum mentun-
arligt og demokratiskt til-
feingi
Í ár hevur Landsskjalasavn-
ið valt sum ein spennandi
tátt at lýsa skjalsavnsar-
beiðið við at nýta eitt ítøki-
ligt og aktuelt dømi. Talan
er fyrst um eina framløgu
um arbeiðið við at savna
tilfar til bókina hjá Jústin-
usi Eidesgaard, Kaj: Ein
dokumentarisk
ævisøga.
Jústinus hevur vitjað nógv
á
Landsskjalasavninum
síðsta árið, og sjálvur sigur
hann, at savnið hevur havt
ein sera týðandi leiklut í
bókini hjá sær. So talan er í
roynd og veru um at lýsa
granskingarprosessina, ið
liggur aftanfyri, at hendan
bókin er vorðin veruleiki.
Frá at verða ein púra
óroyndur nýtari av Lands-
skjalasavninum hevur Júst-
inus lært nógv um ymsu
søvnini og sambondini
teirra millum. Samstundis
hevur hann fingið innlit í
gransking og arbeiðshættir
á
Landsskjalasavninum.
Framløga hansara greiðir
frá, hvussu ein kann byrja
sum óroyndur granskari í
skjalasøvnum og koma at
kenna og fáa innlit í ymsu
grunnanar á Landsskjala-
savninum.
Somuleiðis
verður tosað um, hvussu
starvsfólkini á skjalasavn-
inum kunnu vegleiða við
teirra hollu vitan um skjøl
og eldri skriftir.
Sjálv goymslan og lesi-
stovan lata dyrnar upp kl.
14.00. Síðani verður fram-
løgan hjá Jústinus Eides-
gaard kl. 15.00 á Føroya-
málsdeildini (Debesartrøð í
Tórshavn). Farið verður
síðan yvirum vegin til
goymsluna
hjá
Lands-
skjalasavninum, har høvi
verður at vitja inni á
goymsluni og fáa kaffi. Á
goymsluni eru eisini nógv
av skjølunum, ið brúkt
vórðu til bókina hjá Júst-
inus løgd fram til vitjandi at
síggja. Samstundis eru
starvsfólkini eisini tøk til at
svara spurningum um ávís
skjøl ella skjalasavnsar-
beiðið sum heild.
Nr. 218 - 13. november 2004
55
55
54
Nr. 218 - 13. november 2004
Missións- og Ungdóms-
húsið á Glyvrum
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Gøta
Ungdómsmøti verður í kirkju-
kjallaranum í kvøld kl. 20 við
Frits Thomsen av Skála, øll
eru hjartaliga vælkomin.
Sangmøtir á
Svangaskarði
Hesi sangmøti verða á
Svangaskarði um vikuskifti.
Fríggja- og leygardagin kl. 20
og sunnudagin kl. 18, við
luttøku úr Sandoy, Streymoy
og Eysturoy. Eisini verður
felagssangur, Tormund v.fl.
Øll hjartaliga vælkomin.
Missiónshúsið í Leirvík
Sunnudagin kl. 18 Møti v/
Torstein Johannesen, kl. 21
Ungdómsmøti.
Mikukvøldið kl. 20 Bíbliu-
tími.
Getsemane, Klaksvík
Sunnudagin kl. 13.30 Sunnu-
dagsskúli og kl. 18 Møti. Tú
ert hjartaliga vælkomin.
Soli Deo Gloria
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti v/ Pól
Jóhannes og Bodil Simonsen.
Øll eru vælkomin.
Aglow, Klaksvík
Møti verður á Soli Deo Gloria
leygarkvøldið 13. nov. kl. 20.
Møti er fyri bæði kvinnur og
menn.
KFUM & K, Klaksvík
Bønarløta verður hvørt kvøld
hesa vikuna kl. 19.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 17.30 Bønar-
møti, kl. 18 Møti við Jakku
Mýru, kl. 21 Ungdómsmøti.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Missiónsvikan verður í
KFUM í komandi viku.
Mánakvøldið kl. 19.30
Jóannes Fonsdal, Lovsangs-
bólkurin syngur.
Týskvøldið kl. 19.30 Regin
Høgnesen, Tórhild Bjark-
hamar syngur.
Betesda, Norðoyggjar
Sunnudag kl. 11 Minnismáltíð
Harrans,
kl. 12.30 Sunnudagsskúli,
kl. 18 Evangel. fundur.
Mánadag kl. 20 Bønarfundur.
Mikudag kl. 20 Uppbygging-
arfundur.
Hósdag kl. 21 Ungdóms-
fundur.
Norðoyggjar
Evnisdagur um Ísrael
Leygardagin 13. november
skipar Ísraelsmissiónin fyri
evnisdegi um Ísrael og
missión í KFUM og K í
Klaksvík. Aðalskrivarin í
Norsku Ísraelsmissiónini,
Rolf G. Heitman kemur at
tala.
Skráin sær soleiðis út:
kl. 14 Ísrael og kirkjan – tvey
gudsfólk? kl. 15 Kaffi/te, kl.
15.30 Nýtt úr Ísrael, kl. 16
Evangeliið fyri jøda fyrst
(Róm 1.16), kl. 17 Liðugt.
Viðareiði
Sunnukvøldið kl. 18 Møti í
Missiónshúsinum v/ Ólavur í
Mittúni. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Missiónshúsið í Skopun
Í samband við at Missións-
húsið verður 50 ár 14. nov.
verða hesi møtir í Samljóð:
Leygarkvøldið kl. 20 Møti
v/Árna Kjærbæk, Ebba, Nim-
rod og fleiri syngja. Innsavn-
an.
Sunnudagin kl. 15 Familju-
møti í Missiónshúsinum v/
fam. Fonsdal, kl. 18 Føðing-
ardagshald í Samljóð, ymiskar
kreftir luttaka. Øll hjartaliga
vælkomin.
Missiónshúsið á Tvøroyri
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti við
Hjartvard Thomsen og Ednu
Bech. Bønarmøti verður hálv-
an tíma áðrenn møti. Innsavn-
an verður til húsið. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Sion, Vágur
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
møti, kl. 18 Møti.
Mánakvøldið kl. 21 Bønar-
møti og bønartænasta á tlf.
373777. Tú ert vælkomin at
ringja um tær tørvar forbøn.
Frelsunarherurin í Vági
Leygardagin kl. 20 Evangel.
møti v/ Toril og Niels E.
Olsen.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 17.30 Bønar-
møti, kl. 18 Evangel. møti v/
Toril og Niels E. Olsen.
Aglow, Suðuroy
Fundur verður á Tvøroyri
leygarkvøldið kl. 20 í Café
One Way. Allar kvinnur eru
hjartaliga vælkomnar.
Bønhúsið í Øravík
Junior-arbeiði verður leygar-
kvøldið kl. 20. Øll eru hjarta-
liga vælkomin.
Missiónshúsið í Sumba
Møti verður sunnukvøldið kl.
18 v/ Sigrid Ludvig. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Møti í Føroyahúsinum
í DK
Fríggjakvøldið 19. nov. kl.
19.30 hevur Kristnastova møti
í Føroyahúsinum. Rúni Olsen
talar. Vitnisburður, drama og
góður og lættur felagssangur.
Ókeypis te/kaffi og køkur. Ver
vælkomin.
NB: Hetta kvøldið er einki
fríggjadagsmøti í Kristnastovu
á Brimavej 36, Amager, men
ístaðin í Føroyahúsinum kl.
20.30.
Evangel. fundir í DK
Samkoman Malta
Leygarkvøldið kl. 19 verður
Evangel. fundur í Skole-
hjemmet, Søndarlandevej 28,
Sønderborg. Sunnumorgunin
kl. 10 bróta vit breyð á somu
adr.
Sunnukvøldið kl. 17 Evangel.
fundur í Standgårdsgade 4,
Vejle. Talarar: Símun av
Thorkilsheyggi, Símun Fuglø
og onnur. Eftir fundirnar
bjóða vit kaffi. Øll eru hjar-
taliga vælkomin.
Ørkin, Reykjavík
Møti hvørt sunnukvøld kl.
20.30. Aftaná er kaffi.
Tilhaldið
í Tórsgøtu 21, tlf. 316491
Opið er mánadag 10.00-
18.00. Týsdag-fríggjadag kl.
10.00-17.00.
Drekkamunnur er at fáa
hvønn dag, eins og bløðini
eru til taks.
Mánadagin 15. november
kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja
Danielsen
kl. 10-17 Vit hugsa um jólini
kl. 14-17 Kortspæl, telving,
landastrok, bobbspæl, dart og
onnur spøl. Møguleiki er at
koma sum gestur til døgurðan
miku- og fríggjadagin. Tilm.
tlf. 316491
kl. 14-17 Havnaprát, Birgar
Fridtleif Johannesen.
Komandi mánadagar kemur
Birgar at vitja Tilhaldið, at
kunna seg meira um
Havnina
Týsdagin 16. november
kl. 10.00–11.30: Vit syngja.
Jóhan R. Jaocbsen.
kl. 15.00: Hugleiðingar um
kvinnur í Havnini fyrru
helvt av 1900 talinum, Suni
F. Jacobsen
Mikudagin 17. november
kl. 10.00–13.00: Matgerð.
Anne Grethe Harlou
kl. 12.00: Døgurði
kl. 15.00 Við bussiúr
Steinatúni niðan á
Ternurygg, ganga eftir
gøtum út á Ringvegin.
Oman aftur við bussi.
kl. 17.00–21.00: Opið hús
Hósdagin 18. november
kl. 10.00–10.30: Fimleikur,
Sonja Danielsen
kl. 11.00–11.45: Eingilskt
taluprát, Ásmundur Johanne-
sen
kl. 14.00–17.00: Telduprát,
Brandur Petersen
kl. 14.00–16.00: Boccia í
kjallaranum
Fríggjadagin 19. november
kl. 10.00–13.00: Matgerð,
Anne Grethe Harlou
kl. 12.00: Døgurði
kl. 13.00–17.00: Opið hús.
Tað er altíð ein krókur í Til-
haldinum – um tygum ikki
fáast við nakað ítriv. Vit
ynskja at øll skulu kenna seg
vælkomin.
Felagið Tórshavn
Farið verður til sjónleikin
Elling og Kjell Bjarne
týskvøldið 12. november
kl. 20.00. Tilmelding.
Kunningarstovan í Vági
Marknaðardagur fyri brúkt
ting á Polarfrost í Vági
leygardagin 13. nov. kl. 10-
18.
Dansur og mótasýning við
brúktum klæðum kl. 14.
Grindabátarnir selja kaffi og
køkur.
Kom og rudda! Nú fært tú
høvi til at sleppa av við alt
tað, sum tú eigur, men ikki
hevur brúk fyri longur.
Tú hevur møguleika fyri at:
Selja tingini, býta um við
onkran ella at geva tingini
burtur. Tey, sum ynskja at
selja okkurt, mugu boða frá
luttøku, soleiðis at tey kunnu
fáa eitt borð at standa við og
seta síni ting á.
Meiri fæst at vita á Kunning-
arstovuni í Vági tlf.
374342/284342.
Eldrahugni á Tvøroyri
Er á kafeteria í høllini í
Trongisvági hvønn onsdag í
ólíkaviku frá kl 15.00 til
18.00. Bilur fæst til staðið við
at ringja 371069 eftir kl. 13.
Tilhaldið Hugnin í Sandoy
er opið mánadag og mikudag
frá kl. 14 til 17. Báðar
dagarnar er drekkamuður at
fáa. Bløðini eru eisini til taks.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Dagtilhaldið Fløvi
– í kvinnufelagshúsinum á
Glyvrum. Tlf. 448279. Allir
pensionistar eru hjartaliga
vælkomnir. Opið mánadag til
fríggjadag kl. 15-18.
Mánadagin 15. november
Fimleikur v/ Jóhannu Troest
Týsdagin 16. november:
Vit spæla Boccia
Mikudagin 17. november:
Vit gera bomm
Hósdagin 18. november:
Myndaveving fyri áhugað v/
Rannvu Gøte.
Fríggjadagin 19. november:
OPIÐ HÚS. Kaffi, te og
pannukøkur.
Hvønn dag ein góður drekka-
muður at fáa. Bløðini eru
altíð til taks. Somuleiðis kort
og spøl. Tú ert vælkomin at
hava títt egna handarbeiði
við. Andakt verður lisin hvønn
dag.
Evangeliska Røddin,
Odense
Føroyska sendingin frá
Odense Radio hoyrist hvønn
mikudag kl. 16.40, danska tíð,
á FM 107,1 MHz.
Ørkin í Reykjavík
Møti hvørt sunnukvøldið kl.
20.30.
Malta, Hirtshals
Sunnudag: Kl. 11: Breyðbrót-
ing. Kl. 18: Evangeliskur
fundur. Mikukvøld kl. 20:
Bønar- og uppbyggingarmøti.
Øll eru hjartaliga vælkomin
til hesi møti. Eftir fundirnar
bjóða vit ein drekkamunn.
Eliaskirkjan
Møti er hvørt leygarkvøldið
kl. 19 í kjallaranum í Elias-
kirkjuni á Vesterbro Torv,
Vesterbrogade 49. Inngongd
undir stóru trappuni. 5 min. at
ganga frá Hovedbanegården,
2 min. frá Føroyahúsinum.
Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28 og
550S steðga nærhendis.
Sunnudagsskúli er í Elias-
kirkjuni hvønn sunnudag kl.
14 í kjallaranum og kl. 11 í
barnarúminum á Oyrasunds-
kollegiinum, Dalslandsgade 8
á Amager. Øll eru vælkomin.
Nærri fæst at vita frá Atla
Rasmussen, tlf. 32969995 ella
Róa Rasmussen tlf. 32886480.
E-mail: ek_fo@get2net.dk
Dagtilhaldið í Vági
er hvønn týsdag og tórsdag
frá kl. 15 til 18. Øll eru
vælkomin.
Vágs Pensionistafelag
Vágs Pensionistafelag – fel-
agið fyri pensionistar í Suður-
oyar sunnaru helvt – hevur
limafund kl. 19.00 hvønn
seinasta mánadag í hvørjum
mánaða. Ymiskt áhugavert er
á hvørjum fundi, har tú eisini
fært drekkamunn við bollum
og køkum. Fundirnir verða
hildnir í hugnaligu hølunum
hjá Vágs Matmøðrafelag.
Allir pensionistar og øll
oman fyri 60 ár eru væl-
komin.
Gerst limur í Vágs
pensionistafelag.
Spælistovan
í meinigheitshúsinum
er opin mána-, týs- og hósdag
kl. 9-12 fyri foreldur við børn-
um, sum ikki hava ansing.
Reyði Krossur Føroya
Sorgarlinjan svarar mánadag,
mikudag og fríggjadag kl.
19.00-21.00 á tlf. 319630.
Kennir tú føroying í Keyp-
mannahavn, ið hevur tørv á
vitjan ert tú vælkomin at seta
teg í samband við Reyða
Kross Føroya, Bryggjubakki
10, 100 Tórsh.
tlf. 319630/61 655400.
AA-fundir í Havn
Tinghúsvegur 37
Mánadag: kl. 20.00–21.00
Týsdag: kl. 20.00–21.00 Stóri
bókafundur
Mikudag: kl. 20.00–21.00
Stiga- og siðafundur
Hósdag: kl. 20.00–21.00
Fríggjadag: kl. 20.00–21.00
og kl. 22.30–23.30
Leygardag: Opin fundur
kl. 09-10, kl. 17.00–18.00 og
kl. 22.30-23.30
Sunnudag: kl. 11.00–12.00.
Heimasíða:
http://heima.olivant.fo/~aa-fo/
Føroya Heimavirkisfelag
Postadressa: J. Paturssonar-
gøta 24, 100 Tórshavn.
Formaður: Óluva Vilhelmsen.
T-postur: fhf@craft.fo
Heimasíða: www.craft.fo
Tlf. 322686 / 319629
NA (Anomymir
narkomanar)
Tinghúsvegur 37
NA-Fundur hvørt sunnukvøld
kl. 20.00 til 21.00 á Tinghús-
vegnum 37.
Al-Anon
Fundur fyri avvarðandi at
alkoholikarum er hvørt hós-
kvøld kl. 20 og sunnudag kl.
17. Síðsta sunnudag í mán-
aðinum er opin speakarafun-
dur í Al-Anon, Tinghúsvegur
37.
AA-fundur í Eysturoy
Á Toftum hvønn týsdag kl. 20
í húsinum norðanfyri skúlan.
Á Glyvrum hvønn fríggjadag
kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla
læraraíbúðin).
AA-fundir í Vágum
Í gamla skúla í Sandavági
hvørt hóskvøld kl. 19.00 og
sunnudag kl. 16.00 (á loftin-
um, inngongd niðanfyri).
Al-Anon í Vágum
Fundur fyri avvarðandi hjá
alkoholikarum er hvørt týs-
kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla
í Sandavági.
AA í Vági
AA fundir verða í Undirhús-
inum onsdag og leygardag kl.
19.00.
AA-Suðuroy
AA-fundirnir í gomlu lækna-
miðstøðini á Tvøroyri eru
fríggjakvøld kl. 19 og sunnu-
dag kl. 15.
Hvønn sunnudag síðst í mán-
aðinum – opin fundur kl. 15.
Blái Krossur – Glyvrar
bjóðar til eftirviðgerðarfund
hvørt mánakvøld kl. 19 í
hølunum hjá Bláa Krossi á
Glyvrum.
Blái Krossur – Eiði
bjóðar til eftirviðgerð í Losj-
uni á Eiði annaðhvørt týs-
kvøld kl. 20. Meira fæst at
vita á tlf. 315575.
Fyribyrgingarráðið
Argjaboðagøta 7 · 160 Argir
postrúm 135 · 110 Tórshavn
tlf. 315155 · fax 320272
Teldupostadr.:
fyribyrg@fyribyrg.fo
heimasíða: fyribyrg.fo
Náttarravnarnir í
Tórshavn
Tín stuðul ger mun! Blív
limur ella gang ein
royndartúr.
Ringið: Ella 316261, Tone
261165, Hans Jákup 778170,
Guðrið 314607. Arni 222552
Lymfødemfelagið
Box 2113, FO 165 Argir
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð. Samband fæst
við felagið á tlf. 448454, Fía í
Túni, ella tlf. 313424, Arnhild
Johannesen.
Heilafelagið
Íslandsvegur 10 · tlf. 317373
T-post: heilaf@post.olivant.fo
Nærri upplýsingar, eisini við
ráðgeving, finst á
heimasíðuni: www.mbf.fo
undir »Um MBF«.
Parkinsonfelagið
MBF-húsið, Íslandsvegur 10C
Felagið hevur ikki fasta skriv-
stovutíð, men samband fæst
við felagið hjá Kristinu, tlf.
317317.
Føroyskir fiskimenn
uttanlands
tlf. 21 04 95.
Felagið fyri føroyskar fiski-
menn í Canada, Svøríki, Dan-
mark, Íslandi og Noregi.
Limagjald 200 kr. um árið.
Postgiro 57894.
Fø. Sparikassi 442027-8.
Føroyskir Mærsk Siglarar
Grønlandsvegur 58, 100 Tórshavn
Frítíðarfelag, hvørs endamál
er at røkja áhugamál hjá
teimum føroyingum, ið starv-
ast hjá A. P. Møller – Mærsk
A/S. Tilmeldingarskjal fæst
við at venda sær til felagið á
tlf. 590100 ella um teldupost:
aldebaran@kallnet.fo
Javni
Hoydalsvegur 40 · 3 hædd
Vit hava eisini eina
heimasíðu: www.javni.fo
og t-post adressu:
javni@post.olivant.fo har tit
altíð eru vælkomin at senda
spurningar ella viðmerkingar.
Kvinnuhúsið
svarar alt samdøgrið á tlf.
317200. Skrivstovan er opin
frá kl. 10 til 17, og hósdagar
til kl. 21. Ráðgevingin er hós-
kvøld eftir avtalu.
Føroya Astma/
Allergifelag
MBF-húsið, Íslandsvegur 10c,
Tlf./fax 311419.
Upplatingartíðirnar eru:
hvønn hósdag kl. 16.30-18.
Deyvafelag Føroya
Íslandsvegur 10B
Skrivstovan er opin mánadag
til hósdag frá kl. 10.00 til kl.
15.00. Tlf. 317597,
fartlf. 222381,
skrivitlf. 316929 · fax 313609
og teldupostadr. deaf@deaf.fo
heimasíðan: www.deaf.fo
MBF – Meginfelag
teirra brekaðu
Íslandsvegur 10c
FO-100 Tórshavn · tlf. 317373
TILTØK
C
M
Y
K
54
HAVNAR
BIO
Tlf. 31 19 56
www.bio.fo
Leygardagin 13.11.kl. 1615
Leygardagin 13.11.kl. 1845
Sunnudagin 14.11.kl. 1600
Sunnudagin 14.11.kl. 1830
Leygardagin 13.11.kl. 2115
Leygardagin 13.11.kl. 2330
Sunnudagin 14.11.kl. 2100
Sunnudagin 14.11.kl. 2315
Leygardagin 13.11.kl. 2300
Sunnudagin 14.11.kl. 2215
Leygardagin 13.11.kl. 2000
Sunnudagin 14.11.kl. 1930
P BIO KIOSKIN P
Heitt Pop-Corn -
Coca Cola -
Góðgæti - Fóm ís -
o.m.a.