Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 23. juli 2018 · Nr. 83 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Viljormur Davidsen hevði fót við í spælinum, tá ið Vejle fekk stig á einum av truplastu vallunum í Danmark, nevniliga Brøndby Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Hallur Hansson var aftur ímillum sjónligastu leikararnar á vøllinum, tá ið AC Horsens í gjár vann sær fjórða stigið av seks møguligum í donsku Superliguni. Eftir frálíkan 2-1-sigur í fyrsta dystinum, so fekk AC Horsens í gjár 1-1-javnleik á heima­vølli ímóti Randers FC. Út­ javn­andi málið hjá AC Horsens kom fáar minuttir fyri leiklok. Tað var Mathias Kristensen, sum umsetti brots­spark til mál. Hallur Hansson spældi allan dystin á framrættaða mið­vøllinum og fekk eisini eitt gult kort við í stríðs­avrikinum. Viljormur Davidsen og teir úr Vejle hava fingið eina góða byrjan upp á tilveruna í donsku Super­ liguni. Eftir 3-1-sigur á Hobro í fyrsta umfari vóru teir á vitjan hjá silvur­vinnarunum úr Brøndby í gjár, og har fingu teir eitt stig við sær heimaftur til Jútlands umvegis ein 1-1-javnleik, har Allan Sousa hevði lagt gestirnar á odda áðrenn pólski Kamil Wilczek syrgdi fyri útjavn­andi málinum hjá Brøndby. Vilj­ormur Davidsen spældi allan dystin á vinstra bakki og átti eisi­ni uppleggið til málið hjá Vejle, sum næsta mánakvøld spælir á heima­ vølli ímóti AGF. Kaj Leo í Bartalsstovu og lið­ felag­ar­nir fingu eitt týdn­ingar­ mik­ið stig í botn­stríð­num, tá ið ÍBV og teir av Vest­manna­oyggjun­um í gjár fingu 1-1-javnleik á vitjanini hjá Fjølni. Heimaliðið var á odda 1-0 í hálvleikssteðginum, men Kaj Leo tiltuskaði ÍBV eitt brots­spark smáar 20 minuttir fyri leiklok. Heimamenninir vóru ónøgd­ ir, tí teir hildu at brotið ímóti Kaj Leo varð framt uttanfyri brots­teigarmarkið, men Gunnar Heiðar Tórvaldsson legði líka í og umsetti brotssparkið til mál, sum gav ÍBV 1-1-javnleik og eitt týdn­ ingar­mikið stig til botnstríðið, har ÍBV nú er tvey stig omanfyri niður­flytingarstrikuna. Kaj Leo í Bartalsstovu varð útskiftur í yvir­ tíðini. Heili tríggir føroyingar vóru í byrjunar­uppstillingini, tá ið FH í gjár fekk ein avsmurning tá teir vóru á vitjan hjá Breiðabliki í týdningarmiklum dysti beint aftan­fyri tað avgjørda oddastríðið. Gunn­ar Nielsen, Brandur Hend­riks­ son og nýliga leigaði Jákup Thom­ sen byrjaðu allir inni í hesum dysti­ num, sum endaði 4-1 til Breiðablik. Brandur Hendriksson og Jákup Thom­sen vórðu útskiftir í seinna hálv­leiki. Hetta var triðja tap hjá FH í fýra dystum, og nú eru níggju stig upp til oddaliðið, sum er Valur. Herfyri varð italska stófelagið, AC Milan, útihýst frá evropeiskum fót­bólti, men hesin dómurin frá UEFA er nú tikin aftur. AC Milan fekk dómin fyri ikki at hava hildið reglur­nar í sambandi við sokallaða Financial Fair Play, ið eru reglur um at felagið ikki má hava ov stóra skuld. Tað er ítróttardómstólurin, CAS, sum nú hevur fríkent italska stórfelagið. Orsøkin er, at AC Milan hevur bøtt munandi um fíggjarligu støðuna í felagnum. Hetta merkir sam­stundis, at Fiorentina, sum upp­runaliga fekk tillutað evrpeiska pláss­ið hjá AC Milan, hóast alt ikki sleppur at spæla evropeiskan fót­ bólt í ár. FORMIL 1 Verandi heimsmeistarin, Lewis Hamil­ton, fekk bæði í posa og sekk, tá ið hann á týska Hockenheimring í gjár vann kappkoyringina og rændi samlaða 1. plássið í HM-kappingini frá kappingarneytanum, Sebastian Vettel (Ferrari). Bretski Hamilton vann hóast hann byrjaði nummar 14, væl hjálpt av at hann var tryggur á regnvátu breytini meðan fleiri av kappingarneytunum gliðu av breyt­ini. Danski Kevin Magnussen (Haas) var nummar seks tá ið 48 av 67 umførum vóru koyrd, men hann mátti í regninum eisini ein túr glíðandi av breytini og mátti taka til takkar við einum 11. plássi og ongum stigi til samlaðu HM-kapp­ ingina. Næsta kappkoyring verður longu sunnudagin, tá ið Hungar­ oring í Ungarn leggur asfalt undir kviku formil 1-bilarnar. HONDBÓLTUR Føroyska U20-landsliðið hjá monn­um luttekur í hesum døgum í EM-undankapping í Skopje, Makedonia, har teir eru í bólki við Hvítarusslandi, Grikka­lan­ di, Litava, Finnlandi og Est­lan­ di. Fyrsti dysturin í kapp­ing­ini var fríggjadagin ímóti Litava. Hóast Føroyar vóru á odda 13- 12 í hálvleikssteðginum, so bleiv úrs­lit­ið 26-24 til Litava. Før­ oyskir málskjúttar vóru Høgni Zachariasen 5, Niklas Højgaard Hanusar­son 4, Brandur Halgirsson 3, Bartal Klein Olsen 3, Vilhelm Poul­sen 3, Leivur Mortensen 2, Tróndur Wardum 2, Bergur Ákason 1 og Hallur Arason 1. Betur hepnaðist hjá føroysku U20-monnunum, tá ið teir leygar­ dagin spældu ímóti Grikkalandi. Før­oyar vóru á odda 13-10 í hálv­ leiks­steðginum, og hesaferð varð leiðslan ikki tveitt burtur. Før­ oyar vunnu nevniliga dystin 27-23. Málskjúttar vóru Leivur Mortensen 7, Brandur Halgirsson 7, Vilhelm Poul­sen 3, Tróndur Wardum 3, Djóni Jansson Petersen 2, Niklas Høj­gaard Hanusarson 2, Høgni Zachariassen 1, Bartal Klein Olsen 1 og Hallur Arason 1. Næsti dystur hjá Føroyum er í dag kl.13.00 ímóti Finn­landi. Kvarti føroyingurin á danska lands­liðnum, Hans Lindberg, hevur fingið nýggja álitisuppgávu í týska felagnum, Füchse Berlin. Hans, sum er abbasonur Hans og Alu Lindberg úr Trongisvági, er nevni­liga vorðin útnevndur sum lið­skipari hjá Bundesliga-liðnum, sum hann hevur umboðað síðani 2016. Hann yvirtekur leiklutin sum lið­skipari eftir at 42 ára gamli Petr Stochl er givin við hondbólti. - Hans Lindberg gevur seg altíð fult út fyri liðið, og hann er ein leiðari, ið er tilreiðar at taka ábyrgd. Eg eri glaður fyri, at hann er nýggi lið­ skipari okkara, sigur Füchse Ber­ lin-venjarin, Velimir Petkovic, við heima­síðuna hjá felagnum. Hans Lind­berg fyllir 37 ár um eina viku, og hann hevur eisini umboðað Team Helsinge (1999-2005), Viborg HK (2005-2007) og HSV Hamburg (2007-2016). albinus@sosialurin.fo Viljormur og Vejle vísa vegin Viljormur Davidsen í nærdysti við Brøndby-liðskiparan, Johan Larsson