mánadagur 23. juli 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. juli 2018 · Nr. 83
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Í ár var tað 20. ferð, at skipað varð
fyri stóru árligu føroysku súkklu
kappingini, Kring Føroyar. Áleið 30
súkklarar royndu seg í kappingini,
sum var býtt út á fimm teinar við
100 kilometrum um dagin. Eisini
kvinnur og motiónistar vóru við í
kappingini á styttri teinum.
Hjá monnunum var fimmfaldaði
meistarin, Torkil Veyhe, ikki við
vegna fyrireikingar til kappingar
uttanlands,
og
hetta
gloppaði
dyrnar fyri at ein nýggjur vinnari
varð funnin. Vinnari gjørdist Helgi
Winter Olsen, sum annars er best
kendur innan fjallasúkkling.
Fjallasúkklarin
Helgi Winther Olsen telist millum
bestu fjallasúkklararnar í konga
ríkinum, men hann hevur ætlanir
um at sleppa við á landsliðið í
landavegsúkkling. Sigast má, at
hann gjørdi góða reklamu fyri seg
sjálvan, tí hann vann Kring Føroyar
í sannførandi stíli.
Sigurin hjá Helga kom í stóran
mun í hús á Sandoynni, har ein av
favorittunum, Dávur Magnussen,
hevði tað trupult í sera vánaliga
veðrinum. Dávur misti nógva tíð og
var somikið kaldur og illa fyri, tá ið
hann kom um málstrikuna, at hann
mátti hjálpast av súkkluni.
Helgi sigur, at hann royndi at
fáa kappingina at líkjast einari
fjallasúkklukapping, og hann dýkti
á og royndi at spjaða feltið fyri at
fáa súkklarar at stríðast ein og ein.
- Sum heild var eg sterkari í
brekkunum og brúkti hetta til mín
fyrimun. Serliga í Suðri, har eg
aftur fekk tíðandi mun til hinar.
Og so var bara um at bíta saman og
royna at sita við, tá serliga Dávur
Magnussen setti øðiliga ferð á
sløttum hvørja ferð hann hevði
møguleikan. Hann er ein framúr
sterkur súkklari og tekur seg
støðugt fram. Eg vænti, at hann
hevur nakað heilt gott framman
fyri sær, og gleðist yvir at hava
klárað at argað hann eina løtu nú,
sigur Helgi.
Helgi er ímillum bestu fjalla
súkklarar
í
Danmark.
Herfyri
gjørdist hann nummar 19 í DM, og
hetta var fjórðu ferð at hann er í
topp 20. Hann kappast eisini kring
heimin.
Helgi ásannar, at hann ikki so
frætt sum eigur eina kappsúkklu
at súkkla við á landavegunum, men
at hann nú møguliga ætlar at keypa
sær eina. Lesið nærri um ta søgu
na í “5 skjótir” á næstaftastu síðu í
blaðnum.
Hjá kvinnunum var tað tann
bara 13 ára gamla Gullborg Gutte
sen, sum gjørdi reint borð og vann
allar fimm teinarnar í kappingini.
Gullborg er dóttir kenda fyrrver
andi súkklaran, Christian Guttesen.
Hon súkklar dagliga í Danmark,
har hon er ímillum tær allarbestu
í sínum árgangi í øllum landinum.
Væl nøgdur
Gunnar Dahl-Olsen, sum sjálvur
bleiv nummar trý í kappingini, men
eisini var ein av fyriskiparunum, er
væl nøgdur við hvussu kappingin
spældi av.
- Hetta vóru fimm góðir dagar
við føroyskum veðri – ódn onkran
dag og sól onkran dag. Alt í alt eru
fólk glað, og øll komu heilskapað
á mál. Ein datt á veg oman ímóti
Vágatunnlinum, men reistist aftur
og kom á mál, sigur Gunnar og
leggur afturat, at tað við óhappum
ikki hevur verið meira at skriva
heim um enn nakrar fáar punkt
eringar.
Hópurin av súkklarum var fjøl
broyttur. Umframt royndu kapp
ingarsúkklararnar, so vóru eisini
motiónistar við frá útlondum og
frá Team Rynkeby. Eina dagin
var eisini luttøka frá fulltíðar
triathletinum,
Malcolm
King úr Ný Sælandi, sum
tilvildarliga var í Før
oyum og hoyrdi um
kappingina.
Gunnar
Dahl-
Olsen er errin av, at
tað hevur eydnast
lítlu Føroyum at
uppala
stinnar
súkklarar
sum
Helga
Winter
Olsen og Dáva
M a g n u s s e n .
Tað er eyðsæð,
at
Gunnar
sær
bjart
upp
á
framtíðina
og
fram
ímóti
oyggjaleikunum á
Gibraltar næsta ár.
albinus@sosialurin.fo
SÚKKLING
Kring Føroyar:
FJALLASÚKKLARI
VANN Á LANDA
VEGNUM
Stinni fjallasúkklarin, Helgi Winter Olsen, eigur ikki nakra kappsúkklu til
endamálið, men hóast tað smurdi hann alla mótstøðu av í 20. útgávuni av stóru
føroysku súkklukappingini á landavegi, Kring Føroyar. Gunnar Dahl-Olsen,
ein av fyriskiparunum, fegnast um støðið í kappingini og at fá óhapp vóru
F.v. Gullborg
Guttesen og Maria
Svabo Hansen
Vinnarar-kvinnur: