Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. juli 2018 · Nr. 83 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Europa League: B36 STÓÐ FYRI BRAGDINUM – NÚ KEMUR BESIKTAS B36 vann 2-1 í Montenegro og sigursdansurin ferðast kring allan heimin, meðan KÍ vann føroyskum fótbólti eitt týdningarmikið stig í altjóða fótbólti. NSÍ stóð fyri nógvum undirhaldi, har Klæmint A. Olsen skoraði hattrik, men stendur eftir við ongum OFK Titograd – B36 1-2 (1-0) 1-0: Zoran Petrovic, 4. 1-1: Benjamin Heinesen, 51. 1-2: Kaimar Saag, 83. B36 samantaldur vinnari 2-1 B36 vann í Montenegro Tað var ikki meir, enn at B36 megnaði at knúgva St Joseph’s úr Gibraltar í undanumfarinum. Tí sá OFK Titograd út sum ein rímiliga stórur biti. Eftir 0-0 á heimavølli var lagið tó gott í hópinum hjá B36, tí teir plaga jú at skora mál. Soleiðis var eisini í Montenegro, har B36 í hitanum vann 2-1 á OFK Titograd, sum annars kom á odda longu aftaná fýra minuttir. Málskjútti var Zoran Petrovic, og so var tað B36, sum hevði fyri neyðini at skjóta mál. Fleiri mál komu tó ikki í fyrra hálvleiki. Seinni hálvleikur var bara góðar fimm minuttir gamal, tá ið Benjamin Heinesen var á blettinum eftir eitt innlegg og ein returbólt – hann setti bóltin í eitt tómt mál, og so var støðan 1-1. Við hesari støðuni var B36 víðari. OFK Titograd gjørdi nógv fyri at fáa avgerandi málið, og teir løgdu eisini eitt gott trýst á. Tað gjørdi B36 sær dælt av, og Kaimar Saag legði B36 á odda tá ið sjey minuttir restaðu í. Hetta skuldi vísa seg at verða avgerandi málið. Venjarin ferðast kring heimin Eftir dystin fegnaðust spælarar, áskoðarar, hjálparfólk og ikki minst venjarin, Jákup á Borg. Ein løtu eftir dystarenda, legði B36 eitt sjónbandabrot út, har B36 hava eitt slag av einum sigursdansi, har Jákup á Borg er oddamaður. Sjónbandabrotið ferðast nú kring heimin á netinum, har serliga viðhaldsfólk hjá Besiktas tykjast vísa tí stóran ans. Sjálvur venjarin setti soleiðis orð á avrikið í Montenegro. -Eg haldi ikki, at tað var stórur munur á í dag. Gamaní høvdu teir nakrar góðar løtur, men tað var ongantíð so at teir runnu runt við okkum. Vit vistu, at teir fóru at leypa á og tað kom illa við, at teir skora so tíðliga, sigur venjarin og leggur afturat: -Men vit høvdu eisini fyrireikað okkum upp á, at vit framvegis bara skuldu hava tað eina málið, og tað er líka mikið nær tað málið kemur. Tað má eg geva spælararunum, at teir klára at fáa ein frammaná í slíkum hita, men klára at svara aftur. Tað vísir havt hesir spælararnir og felagið er gjørt av, sigur Jákup á Borg. Venjarin hjá B36 náddi ikki heilt at merkja eftir, tá Kaimar Saag stutt fyri tíð legði B36 á odda 2-1. -Vit vóru betri við í seinna hálvleiki og eg visti, at vit fóru at skapa málmøguleikar. Eg náddi ikki ordiliga at fegnast um seinna málið, tí eg eri soleiðis innbygdur, at eg eri “on” til dysturin er liðugur. Eg vildi ikki trúgva upp á tað, fyrr enn dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, sigur Jákup á Borg. Tá lá betri fyri at hugleiða um avrikið aftaná dystin. -Løtan tá dómarin bríkslar fyri seinastu ferð, er tað sum ger alt vert at kempa fyri. Hetta hevur stóran týdning fyri B36 og søguna hjá felagnum, men eisini fyri samanteljingina av stigum fyri føroysk lið í Evropa, sigur Jákup á Borg við FM1. Nú kemur trukiska stórfelagið, Besiktas, á vitjan. Fyrri dysturin verður hóskvøldið klokkan 19 á Ovara vølli í Gundadali. Venjarin hjá Titograd fingið sekkin OFK Titograd hevur koyrt venjaran, Aleksandar Miljenovic, eftir samanlagd tapi fyri B36 í Europa League. Felagið skrivar á heimasíðuni, at tað er ongin orsøk at balla tað inn, men at ósigurin fyri B36 er beinleiðis orsøkin til, at Aleksandar Miljenovic er koyrdur. - Tað er ongin orsøk at balla tað inn. Tað var ótrúliga týdningarmikið at koma víðari í Europa League. Umframt at koma víðari, so var eisini møguleikin at spæla móti einum stórfelagi úr Turkalandi, at selja nógv atgongumerki og ikki minst sjónvarpsrættindini, sigur Vladan Vujovic, forseti í felagnum. Aleksandar Miljenovic tók við í apríl mánaði og vann seinni steypakappingina, men tað var ikki nokk at bjarga honum starvið, nú teir taptu fyri B36. Milliónir rulla inn hjá B36 Tað detta fitt av pengum í felagskassan hjá B36, nú teir hava spælt seg víðari til 2. umfar í Europa League. Feløgini fáa rindað eina upphædd fyri hvørt umfar teir s p æ l a seg víðari til. B36 hevði longu fingið fitt av peningi fyri at vinna fyrsta undanumfar, og nú teir eru í øðrum umfari gjørdist upphæddin væl størri. Fyri at vera við í fyrsta undanumfari fekk B36 1.639.248 krónur, og fyri sigurin ímóti St. Joseph's úr Gibraltar fekk B36 áleið 1,8 milliónir krónur afturat. Sostatt hevði B36 vunnið tilsamans 3,4 milliónir krónur undan dystinum í kvøld. Við sigrinum á OFK Titograd fær B36 1,9 milliónir krónur afturat. Tað merkir, at Europa League-luttøkan hjá B36 higartil í ár hevur givið felagnum góðar fimm milliónir krónur – nærri nágreiniliga 5.364.812 krónur. Nú bíðar turkiska stórfelagið, Besiktas, í øðrum umfari, og helst kann B36 vænta sær fitt av peningi afturat fyri sjónvarpsrættindi. Kappingin á turkiska sjónvarpsmarkaðinum um at vísa fótbóltsdystir er nevniliga ikki heilt lítil. Tróndur Arge Stórt umfar hevur verið í Europa League fyri føroyskan fótbólt. Í 1. undanumfarinum til kappingina vann B36 í Montenegro, meðan KÍ fekk stig í Litava. Tað ger, at B36 er víðari í kappingini, meðan Føroyar í samanteljingini hjá UEFA enn eru so mikið væl fyri, at vit fáa fýra pláss í Evropa. KÍ og NSÍ eru úti, meðan B36 og Víkingur skulu spæla í 2. umfari í undankappingini til bólkaspælið í Europa League. Víkingur skal til Georgia at spæla móti Torpedo Kutaisi, meðan B36 fyrst tekur ímóti turkiska stórfelagnum, Besiktas. trondur@sosialurin.fo