mánadagur 23. juli 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 23. juli 2018 · Nr. 83
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NSÍ - Hibernian 4-6 (3-3)
Hibernian samantaldur vinnari við
12-5
1-0: sjálvmál
2-0: Klæmint A. Olsen
2-1: John McGinn
2-2: Lewis Stevenson
3-2: Klæmint A. Olsen
3-3: David Gray
3-4: Efe Ambrose
4-4: Klæmint A. Olsen
4-5: Stephen Mallan
4-6: Stephen Mallan
Klæmint í essinum
Fleiri av lyklaspælarunum hjá
NSÍ sótu uttanfyri, tá Hibernians
úr bestu deildini í Skotlandi kom
á vitjan. Tað skuldi vísa seg, at
verða ein spennandi saman
seting, tí NSÍ ætlaði ikki einki.
Klæmint A. Olsen, sum hevur
verið skaðadarvaður leingi, vísti,
at hann av álvara er komin fyri
seg aftur. Hann pressaði ein
av skotsku verjuspælarunum
at gera sjálvmál beinanvegin,
og Klæmint økti sjálvur til 2-0.
Skotska liðið fótaði sær og svar
aði aftur við at javna til 2-2.
Klæmint A. Olsen var tó
ikki liðugur, tí hann legði NSÍ
framum aftur 3-2. Tá restaðu tað
tíggju minuttir av fyrra hálvleiki,
og lítla løtu undan steðginum var
aftur javnt.
Seinni hálvleikur var ikki
fimm minuttir gamal, tá ið
Hibernian aftur var á odda.
Klæmint var ikki liðugur, tí
hann javnaði til 4-4, tá ið seinni
hálvleikur var tíggju minuttir
gamal.
So megnaði NSÍ ikki at svara
aftur, tá ið Hibernian skoraði
tvey mál aftrat og vann 6-4.
Fleiri av málunum vóru rætti
liga bílig, og tað harmast teir um
í NSÍ:
-Vit eru nøgdir við, at tað
eydnaðist at skora fýra mál, men
sjálvandi harmast vit um, at
mótstøðuliðið skoraði seks mál,
tí fleiri av teimum vóru bílig. Vit
taptu 6-1 í Skotlandi, og úrslitið
í kvøld var væl betri. Hetta er
fyrireiking til seinnu hálvu av
landskappingini.
Hetta
vóru
góðir spælarar, sum vit dystaðust
við í kvøld, og hetta avrikið
fer at gagna okkum í
landskappingini, sigur venjarin
NSÍ, Sámal Erik Hentze.
Rúni gevst sum
venjari í NSÍ
Eftir dystin boðaði Rúni Klein
Joenen frá, at hann er givin
sum málmansvenjari hjá NSÍ.
Hann skifti saman við Sámal
Eriki Hentze frá Víkingi til NSÍ
í vetur. Hóast gongdin í NSÍ ikki
hevur verið heilt so góð, so sigur
málmansvenjarin, at tað einki
hevur við tað at gera.
- Tú ert noyddur at taka
nakrar
avgerðir
í
lívinum.
Hetta er ein avgerð, sum eg
havi ivast í seinastu tíðina. Eg
skifti umhvørvi fyri at royna
nakað nýtt, við at fara frá
hjartafelagnum í Víkingi og til
NSÍ, men tað lukkast ikki sum
eg vildi tað, sigur Rúni Klein
Joensen.
Tað hevur í eina tíð ljóðað,
at stemningurin í hópinum ikki
er so góður, og úrslitini hava
ikki staðið mát við eitt nú HB
og KÍ. Hartil kemur samantalda
tapið upp á 12-5 fyri Hiberninas
í Europa League. Hetta er tó ikki
orsøkin og hann kennir einki
til vánaliga stemningin, sigur
málmansvenjarin.
- Eg havi onki ringt at siga um
NSÍ. Eg havi onki útistandandi
við nakran í Betri-hópinum, og
ei heldur við nakran NSÍ ara
uttanfyri
vøllin.
Eg
og Sámal Erik Hentze arbeiða
væl saman, og koma vónandi í
framtíðini at gera tað aftur. Øll
kring NSÍ hava tikið væl ímóti
mær, sigur Rúni Klein Joensen.
- Tað hevur onki við hvussu
nógv mál NSÍ hevur latið inn.
Tí tað er til UG í ár. 15 mál í 15
dystir er næstminst mál, sum
NSÍ hevur latin inn, síðani tey 13
í 2007 aftaná 15 umfør. Tað árið
vann NSÍ FM. Í fjør fóru 14 mál
inn fyrstu 15 umførini, sigur Rúni
Klein Joensen.
Hann
sigur
at
enda,
at
hann mánakvøldið ætlar sær
til Runavíkar at heilsa upp á
spælararnar og takk fyri. NSÍ
skal aftur á vøllin á ólavsøku, tá
HB tekur ímóti í einum dysti, sum
kann fáa avgerandi týdning fyri
restina av kappingarárinum hjá
NSÍ.
B36 og Víkingur eru eftir
Í hesi vikuni eru B36 og Víkingur
eftir í Europa League. B36 tí
teir vunnu á OFK Titograd,
meðan Víkingur dettur niður í
Europa League, eftir at hava tapt
samanlagt fyri HJK Helsinki úr
Finnlandi í 1. undanumfarinum í
Champions League.
Víkingur spæla hóskvøldið
móti Torpedo Kutaisi í Georgia,
meðan B36 fær vitjan av Besiktas
úr Turkalandi. Eina viku seinni
verða returdystirnir.
FÓTBÓLTUR
FK Zalgiris – KÍ 1-1
1-0: Liviu Antal, 7.
1-1: Ronni Møller-Iversen, 65.
FK Zalgiris samantaldur vinnari 3-2
KÍ fekk týdningarmikið stig
Eftir 2-1 ósigurin fyri Zalgiris í fyrra
dystinum, sá einki serligt út, tá
Liviu Antal legði heimaliðið á odda.
Sami Liviu Antal skoraði eisini í
fyrra dystinum.
KÍ megnaði tó at svara aftur, tá
Ronni Møller-Iversen javnaði við
góðum skoti uttanfyri brotsteigin.
Hann var um reppið at skora eitt
líknandi mál í fyrra dystinum. Hesa
ferð eydnaðist tað.
Zalgiris vóru nokk nærri einum
sigri enn KÍ, men tað hevur stóran
týdning fyri føroyskan fótbólt, at
KÍ fær eina stigi í hasum dystinum.
Tað mekrir, at vit framvegis halda
fast í støðuni hjá okkum í samlaðu
styrkismetingini hjá UEFA.
Mikkjal: Eitt tað
besta avrikið
Venjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomas
sen, er errin av avrikinum hjá sín
um spælarum, hóast tað ikki rakk
til víðari luttøku fyri KÍ.
-Í stuttum er hetta kanska tað
besta vit hava avrikað. Eg haldi,
at spælararnir yvirraksa bæði seg
sjálvar og meg, við at trýsta eitt
so dugnaligt lið sum Zalgiris, og
skapa nokk av málmøguleikum til
at kunna koma í longa leiktíð, sigur
Mikkjal Thomassen við FM1, og
leggur afturat:
-Hetta er ein risa-success fyri
okkum. Vit kundu sjálvandi havt
hugsað okkum at komi víðari, men
veruleikin er, at spælararnir eru
mentir nógv. Vit hava brotið nøkur
mørk, bæði sum spælarar, men eisi
ni søguliga fyri KÍ. Vit standa eftir
við, at spælararnir hava avrikið upp
á tað allar besta. Vit eru ótrúliga
stoltir og glaðir, sigur Mikkjal
Thomassen.
KÍ hevur nú spælt fýra dystir
í Evropa. Vunnið ein, spælt tveir
javnar og tapt ein. Tá sagt verður,
at KÍ hevur skrivað søgu í Evropa,
so hevur KÍ millum annað fingið
bæði fyrstu stigini og málini á úti
vølli, umframt at liðið hevur spælt
seg víðari á fyrsta sinni.