Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. juli 2018 · Nr. 83 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 André Olsen Seinnu árini hevur hond­bólts­ felagið úr Hoyvík, H71, av álvara havt viðvind á hond­bólts­vall­ unum, har felagið hevur vunn­ið gull í hópatali – bæði i bestu mans­ deild­ini, og í fleiri av ung­dóms­deild­ unum. Men tað er ikki bara inni á hond­bóltsvøllinum, at felagið úr Hoyvík er frammalaga. Eisini uttan­fyri vøllin slóðar H71 fyri í før­oyskum ítrótti. Millum annað tá tað kemur til skaðafyribyrging. Í seinastu viku bar til at lesa longri samrøðu við fyrrverandi H71 leikaran, Jónas Gunnarsson Djur­ huus, ið er komin væl fyri seg eftir drúgvan knæskaða. Og tað er líkt til, at tey í H71 ikki ynskja leikar­ unum somu lagnu, sum Jónas Gunnars­son Djurhuus í 2014 fekk. Kannar leikarar í H71 Í fjør kannaði fysioterapeuturin hjá H71, Bartal Dahl Andreassen, allar leikararnar í felagnum til og við U12 deildini um vandan fyri álvarsamum knæskaðum, og hvussu leikararnir best kláraðu at verja seg ímóti tílíkum skaðum. Bartal Dahl Andreassen greiðir frá at kanningarnar, sum vóru gjørdar í ungdómsdeildunum og á besta mans­liðnum, vóru tvær ymiskar kann­ingar. - Í ungdómsdeildunum vóru teir ymisku árgangirnir – til og við U12 – bodn­ir til eitt upplegg um skaðar og skaðafyribyrging, og aftaná tað til eina venjing, har ymsar skaðafyribyrgjandi venjingar vóru framdar. Hjá ungdóminum hugdu vit serliga eftir avsett og lendings­teknikkinum – bæði á einum og tveimum beinum. Hetta varð filmað av leikarunum sjálv­ um, sum síðani fingu at vita, hvat ið var gjørt rætt, og hvat kundi vera ein óskynsom rørsla. Aftaná ein góðan mánað var so ein upp­ fylgjandi venjing við teimum somu ungdómsleikarunum gjørd, har tey aftur gjørdu venjingarnar undir eftir­liti. - Á besta mansliðnum hugdu vit eitt sindur nærri eftir rørslunum í liðunum frá mjødn til fót, og styrk­ ini rundanum teir liðirnar. Eisini hugdu vit eftir avsett og lend­ings­ teknikkum. Høgra og vinstra síða vóru samanbornar fyri eventuelt at staðfesta ein skeivleika í kroppi­ num, og kanningar vóru gjørdar sum vístu hvat fyri støðið leikarin var á, tá hann er frískur. Tað støðið skuldu leikararnir sum minsta krav strem­ba eftir, um leikararnir komu har­til, at teir skuldu uppvenja eftir skaða, sigur Bartal Dahl Andreas­ sen. Væl móttikið av leikarum og venjarum Hóast tøl ikki eru uppá um kann­ ingarnar hava gjørt mun, sum Bartal Dahl Andreassen hevur gjørt við leikarunum í H71, er Bartal Dahl Andreassen sannførdur um at kanningarnar eru við til at gera leikar­ararnar meira tilvitaðar um, hvussu teir vera betri til at fyri­ byrgja, at skaðarnir gerast til veru­ leika. - Vit hava ikki nøkur beinleiðis tøl uppá, um tað hevur ávirkað skaða­talið í felagnum, men tað er eingin ivi um, at allir leikarar hava gott av at venja skaðafyribyrgjandi – bæði teir sum vísa tekin til at vera út­settir og aðrir. Teir leikararnir, sum vísa tekin til at vera útsettir, hugsa vónandi eitt sindur meira um at arbeiða við tí, sum teir útfrá kanningini síggja at teir mangla. - Kanningin varð eisini væl mót­ tikin. Bæði av leikarunum sjálv­um og venjarunum. Og báðir part­ar hava tikið til sín. Millum ann­að vóru leikararnir ógvuliga áhugaðir í, hvussu ein rørsla skal gerast rætt kropsliga, sigur Bartal Dahl Andreassen, ið leggur dent á, at fyri at ein tílík kanning skal geva mein­ing, hevur tað alstóran týdn­ ing, at bæði leikarar og venjarar fylgja upp uppá at arbeiða við fyri­byrgjandi venjingunum í bæði vanligu venjingini og í styrki­ venjingini. Feløgini mangla orku til tílíkar kanningar – ítróttarsambondini kundu hjálpt til Bartal Dahl Andreassen greiðir frá, at tað at gera tílíkar kanningar, sum tey í H71 hava gjørt, krevur nógva tíð og góða samskipan. Bartal Dahl Andreassen heldur at fleiri feløg helst mangla orku til at fremja eitt tílíkt tiltak, og tí heldur fysioterapeuturin, at tey ymisku ítróttarsambondini kundu hjálpt til, soleiðis at tey ymisku ítróttarfólkini vóru betri vard fyri álvar­somum skaðum. - At gera tílíkar kanningar krev­ ur sjálvandi nógva tíð og sam­skip­ an. Í teimum ymisku feløg­un­um í Før­oyum, er tað ótrúliga nógv annað arbeiði enn ítrótturin sjálv­ ur, ið skal gerast. Tí manglar allar­ Bartal Dahl Andreassen H71 KANNAR LEIKARAR FYRI KNÆSKAÐAR Í hondbóltsfelagnum, H71, vóru allir leikarar, heilt niður til U12, í fjør kannaðir um vandan fyri knæskaðum. Bartal Dahl Andreassen, fysioterapeutur hjá H71, stóð fyri kanningini Tí manglar allarhelst orka til at gera eitt tílíkt tiltak, sum tað, ið vit hava gjørt í H71, í fleiri feløgum. Eg hugsi at kanska kundu FSF, HSF, ÍSF osfr. hjálpt feløgunum við hesum, soleiðis at vit gerast enn betur til at verja leikararnar Navn: Bartal Dahl Andreassen Føddur: 02-03-1989 Útbúgvin sum fysioterapeut: Januar 2014 Starv: Fysioterapeutur hjá fysioterapi við Havnará Er umframt arbeiði við Havnará eisini knýttur at H71, HSF og FSF