Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 23. juli 2018 · Nr. 83 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 helst orka til at gera eitt tílíkt til­ tak, sum tað, ið vit hava gjørt í H71, í fleiri feløg­um. Eg hugsi at kanska kundu FSF, HSF, ÍSF osfr. hjálpt feløgunum við hesum, so­ leið­is at vit gerast enn betur til at verja leikararnar. Tí tá vit bert hava eitt avmarkað tal av leikar­ um í Føroyum, missa vit sera nógv, um ein góður leikari fær ein álvar­ sam­an skaða, sigur Bartal Dahl Andreas­sen. Helst langt á mál Í seinastu viku bar til at lesa tvær ymiskar greinar um Jónas Gunnarsson Djurhuus og Sigfríð Clementsen, ið báðir høvdu fingið hvør sína ymiska lagnu orsakað av álvarsamum knæskaðum. Teir greiddu báðir frá týdninginum um fyribyrgjandi venjingar. Bar­tal Dahl Andreassen veit ikki at siga, hvussu generella støðan er í landi­num, tá tað kemur til fyri­byrgjandi venj­ing. - Hvussu generella støðan í landi­num er, tá tað kemur til fyri­ byrgjandi venjing, dugi eg illa at meta um. Eg veit at tað eru fleiri feløg, ið eru farin at leggja dent á hetta, men eg ivist ikki í, at langt er á mál, sigur Bartal Dahl Andreassen. Fyribyrgjandi venj­ing­ ar kunnu byrja í ung­ dóms­deildunum Bartal Dahl Andreassen sigur, at tað hevur stóran týdning at varpa ljós á, hvønn týdning fyribyrgjandi venj­ ingar hava fyri leikararnar. Bartal Dahl Andreassen heldur at tær fyribyrgjandi venjingarnar longu kunnu byrja tá børnini eru heilt ung. - Fyri at royna at verja seg móti álvarsomum skaðum, meti eg tað hava størst týdning, at vit varpa ljós á, hvat skaðafyribyrgjandi venj­ing er, hvat venjingin kann hjálpa leikarunum við, og vísa á at hon riggar. Harumframt skulu vit eisini varpa ljós á teir faktorar, sum kunnu hava ávirkan á ein skaða. Venjar­arnir hava í hesum sambandi stóran týdning, tí tað eru teir, sum skipa venjingarnar í feløgunum. Tí skulu venjararnir sannførast um at fyribyrgjandi venjingin hjálp­ir, og lærast hvussu hon skal út­f­ørast. Mín meining er tann, at skaða­ fyri­byrgjandi venjingin longu skal byrja tá børnini eru heilt ung, har nógvar av venjingunum kunnu verða ein partur av upphitingini, sigur Bartal Dahl Andreassen, sum tó at enda leggur afturat at man helst ongantíð av álvara fær vart seg móti álvarsomum skaðum, men at vit avgjørt kunnu minka talið av teim­um. andre@sosialurin.fo Resumé Seinastu tríggjar vikurnar hava vit á Sosialinum sett fokus á knæskaðar í ítrótti og hvussu álvarsamir knæskaðar kunnu oyðileggja eitt ítróttarlív. Higartil hava samrøður verið við Brian Fossabrúgv, fysioterapeut, ið viðgerð leikarar við knæskaðum, og ítróttarfólkini, Jónas G. Djurhuus og Sigfríð S. Clementsen, ið hava havt ymiskar lagnur av knæskaðum. Allir eru samdir um, at størri orka skal brúkast uppá fyribyrgjandi venjingar hjá teimum sum íðka ítrótt á elitustøðið og at hvíld hjá leikarum hevur stóran týdning ímóti at fyribyrgja skaðum. Hesa ferð er samrøðan við Bartal Dahl Andreasen, fysioterapeut hjá H71. Bartal Dahl Andreassen kannaði í fjør allar leikarar hjá H71 fyri knæ- og fótliðsskaðar, sum helst er ein gongd leið fyri føroysk ítróttarfólk. Mín meining er, at skaða­fyri­ byrgjandi venj­ing­in longu skal byrja tá børn­ini eru heilt ung, har nógvar av venjingunum kunnu verða ein partur av upp­hit­ing­ini Góð ráð frá Bartal til fyribyrging av knæ- og fótskaðum • Alt beinið skal altíð vera í beinari linju (lær, knæ, undirbein og fótur). • Altíð royna at lenda á báðum beinum. • Fjaðring í lendingini (niður í knø og ljóðleys lending) og beinini í beinari linju (lær, knæ, undirbein og fótur). Umframt at hava javnvág í kroppinum. • Góða orku. Tess betri orku og styrki, tess longri klárar mann at gera rørslurnar rættar. • Styrkja baklærið. • Steðga renningar varliga. • Venja balansu (millum annað; standa á einum beini tá man bustar tenn, ella meðan venjarin gevur instruktiónir. Venjingar á balansubretti ella øðrum ójavnum undirlagi, evt kasta bólt ímeðan). • Góða koordinatión ”stiga” venjing, lakka og nógvar aðrar skjótar planlagdar rørslur. • Fyri fótliðsskaðar er sera gott at lakka aftur og fram, síðulens, í fýrakantar o.s.f.r.