Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. juli 2018 · Nr. 83 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikan ið fór Hallur Hansson er ein av málskjúttunum, tá ið AC Horsens í ársins fyrsta dysti óvæntað vinnur 2-1 á FCK í Parkini. Brasilski málverjin Alisson gerst dýrasti málverji í fótbóltssøguni, tá ið hann skiftir úr italska AS Roma til Liverpool fyri eina hálva milliard krónur. KÍ og NSÍ verða varpað úr Europa League við samlaðum 12-5 og 3-2-tapum fyri ávikavist litaviska FK Zalgiris og skotska Hibernian. B36 spælir seg víðari til annað umfar í Europa League, tá ið føroyska liðið óvæntað vinnur 2-1 á útivølli ímóti OFK Titograd úr Montenegro. Sjónbandaði sigursdansurin hjá B36 eftir evropeiska bragdið ferðast kring heimin. Sjónbandið verður deilt á fleiri kendum síðum. U20-landsliðið hjá monnum í hondbólti vinnur 27-23 á Grikkalandi í EM- undankapping í makedonska høvuðsstaðnum, Skopje. Helgi Winther Olsen vinnur súkklukappingina Kring Føroyar í sannførandi stíli frammanfyri Dáva Magnussen og Gunnar Dahl-Olsen. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Helgi Winther Olsen Aldur: 37 Yrki: Súkklari Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. Torkil Veyhe 2. Hibernian 3. Team Sky 4. Domagoj Vida 5. Giro d'Italia, Vuelta a España 6. 2010 7. Malta 8. Magnus Holm Jacobsen Jakob Fuglsang er størsta navnið í danskari súkkling í løtuni. Hann súkklar við einum av størstu liðunum, Astana, og við seinasta OL vann hann silvur. Hann hevur fingið góð úrslit í fleiri stórum kappingum, men hann er við at gerast kendur sum tann ævigi 2-arin. Hann hevur nevniliga eina røð av silvurmerkjum, og stóri dreymurin er at sleppa ovast á sigursskammilin í Tour de France. Tað er ein hugvekjandi søga, ið býr aftanfyri tann stillføra Jakob Fuglsang. Hann er føddur í Genéve í Sveis, men er uppvaksin í einari kjarnufamilju í Silkeborg, har hann sum ungur súkklaði sum postboð og fekk hug at súkklingini. Í unglingaárum gjørdist hann ein av heimsins bestu á mountainbike, men valdi tíðliga í vaksna lívinum at kasta seg út í ta meira kendu kappsúkklingina á landavegi. Tað gjørdi hann púra beint, soleiðis sum lívið hevur lagað seg. Í bókini, sum tann ungi, gávaði og skemtingarsami journalisturin, Rasmus Staghøj, hevur skrivað í samstarvi við Jakob Fuglsang, sleppur tú heilt, heilt nær at donsku súkklustjørnuni, har hann bjóðar lesaranum á gátt og gevur innlit í uppvøksturin, súkklingina og privatlívið. Tað er hugtakandi, soleiðis sum hann hevur strítt seg upp á tindin, og smáu søgurnar í ævissøguni eru skemtingarsamar og seta sín dám á bókina. Í einari væl uppsettari bók við lívligum og lætt lesiligum teksti verður spenningurin meistarliga varðveittur, og tað er trupult finna røttu løtuna nær man skal leggja hana frá sær. Áðrenn tú veitst av eru allar 300 síðurnar lisnar, men ein situr eftir við kensluni av, at ein hevur lisið eina sera góða bók. LES UM TÚ: Í minsta lagi hevur rímiligan áhuga í súkkling IKKI LES UM TÚ: Als ongan áhuga hevur í súkkling HVUSSU ER AT LESA: Søgurnar eru mangar - bæði hugtakandi og stuttligar HVAT SIGUR TÚ? Hetta er júst rætta bókin at lesa, nú Tour de France er á skránni! FAKTA: Á donskum eitur bókin “Jakob Fuglsang: Drømmen om regnbuestriberne og den gule trøje”. Rasmus Staghøj hevur skrivað, og Politikens Forlag hevur útgivið í 2018. Bókin er 300 blaðsíður. 1. Hvussu eitur føroyski súkklarin, ið súkklar við danska Team Virtu Cycling? 2. Hvussu eitur skotska felagið, sum sló NSÍ úr Europa League í síðstu viku? 3. Hvussu eitur liðið, sum kendi súkklarin, Chris Froome, umboðar? 4. Hvussu eitur kroatiski HM-silvurvinnarin í miðverjuni hjá Besiktas? 5. Tour de France er ein av trimum Grand Tours. Nevn eina av hinum báðum. 6. Hvat ár spældi føroyska Víkingur ímóti Besiktas í Europa League? 7. KÍ sló í ár Birkirkara úr Europa League. Hvørjum landi er Birkirkara frá? 8. Hvussu eitur B36-leikarin á myndini? Hvussu kláraði fjalla­súkkl­ arin at vinna so sann­før­andi á landavegnum Kring Føroyar? - Tú, tað eydnaðist mær at venda vans­ arar til mín fyrimun og serliga at fáa kappingina á Sandi at líkjast ein­ari fjallasúkklukapping. Eg herdi á og spjaddi feltið, soleiðis at all­ir súkkl­ aðu ein og ein. Veðrið var keði­ligt, umstøðurnar vóru tungar og alt var ilt. Tá hugsaði eg, at hinir hava tað í hvussu er líka ringt sum eg, so nú er bara um at herja á. Hetta er tað eg ken­ni og eri vanur við, og tað eydn­að­ ist mær at møða hinar meira enn meg sjálvan. Hvønn taktikk hevði tú lagt tær fyri kappingina? - Eg gitti, at eg var sterkasti súkkl­arin í brekk­unum, og at eg helst eisini hevði besta úthaldni yvir fleiri dagar. Flestu brekk­ur­nar vóru fyrstu dagarnar og taktikk­urin var at fáa hinar við og so koyra beint harð­ari enn teir orkaðu og støðugt møða teir. Hetta eydnaðist bet­ur enn eg hevði torað at vóna. Eg gróv djúpt fyri at finna bæði fysiska og mentala orku og eri errin av at júst hetta eydnaðist. Hvussu nógv gert tú við fjalla­súkkling og landa­ vegsúkkling í Danmark? - Eg má ásanna, at eg havi slett ikki súkkl­að á landavegi, og eigi faktiskt ikki eina landavegsúkklu. Súkklan eg brúkti nú er ein sokallað cross súkk­ la - tann teir brúka í Belgia, tá teir súkkla í runu og taka hana á herð­ar­ nar og renna í trappum. Hon er fín tá vit súkkla niðan eftir, men eftir fløtum merki eg mun á hinum við ordiligum kappsúkklum. Eg havi ver­ið á venjingarlegu á Mallorca í vár har eg súkklaði á vegnum, og eri onkr­ar túrar av og á. Men eg geri so til­svarandi nógv burturúr fjalla­súkkl­ing­ini og bæði venji og kappist nógv. Hvat er størsti munurin á fjallasúkkling og landavegsúkkling? - Har er stórur munur. Fjallasúkkling á styttra teininum er full speed á kass­ an frá byrjan til enda. Umframt at tú traðkar alt tú kanst í hvørjari brekku, skalt tú eisini snúgva tær runt á einum tekniskum krevjandi spori, plúmma og súkkla oman gjøgn­um grótrúgvur og annað ilt. Á mara­thon teininum er tað egentliga tað sama, bara í longri tíð. Á vegnum er alt eitt sindur meira stabilt inntil alt knappliga eksploderar og tað svart­nar fyri eygunum, og tá skal man fin­na kreftir framm sum vit ikki ordi­liga gera í fjallasúkkling, har tað er meira javnt hart alla tíðina. Hvat er málið hjá tær við súkklingini næstu tíðina? - Eg eri eitt sindur á einum vegamóti. Mær dámar so heilt ótrúliga væl at ferð­ ast runt í náttúruni, og fjalla­súkklan er ein ótrúligur máti at gera tað. Tað er fys­iskt og mentalt gev­andi og eg upp­ livi nærveru sum fáa aðrastaðni. Eg havi kappast nógv og veit ikki hvussu nógv meira eg skal kappast. Men eg fari altíð at súkkla. Ein uppliving sum hend­an til Kring Føroyar vekir tó eisini hugin. Á næstu oyggjaleikum er eingin fjalla­súkk­ling, og samstundis er ein sera for­vitnis­ligur einkultstartur har klintr­ast skal niðan á klettin. Eg kundi væl hugsað mær at verði partur av eini verk­ætlan har vit samlað allar før­oysk­ir súkklarar og saman stuðla hvør øðr­um í at venja miðvíst fram móti oyggja­leiku­ num. Kanska er tað nú, at eg skal fáa mær hasa kappsúkkluna. Vit taka hvønn dyst sum eina finalu og vit fara inn til hvønn dyst við trúnni á at tað ber til at vinna. - Mark Marcher, føroyskur U20-venjari í hondbólti Sum forsætisráðharri í Danmark gevi eg stjórnarinnar fulla stuðul til, at Føroyar fáa limaskap í Altjóða Olympisku Nevndini (IOC). - Lars Løkke Rasmussen, danskur forsætisráðharri 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Bókaummæli: Jakob Fuglsang – Dreymurin um æla­boga­ strípurnar og gulu troyggjuna