Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 23. juli 2018 · Nr. 83 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Lars Løkke Rasmussen, for­ sætis­ráðharri, stuðlar før­ oysku royndunum at verða góðtikin sum ein olympisk tjóð, skrivar danska tíðinda­ stovan Ritzau frá Ítróttar­ sam­bandi Føroya. -Sum forsætisráðharri í Danmark gevi eg stjórnar­ innar fulla stuðul til, at Før­ oyar fáa limaskap í Altjóða Olympisku Nevndini (IOC), sigur Lars Løkke Rasmussen í tíðindaskrivinum. -Sum støðan er í dag kunnu føroysk ítróttarfólk lut­taka undir danska flaggi­ num, men tað vilja Føroyar broyta. Lars stuðlar Síðani 1984 hava Føroyar havt fullan limaskap í para­ olympisku leikunum, og Lars Løkke Rasmussen leggur dent á, at Føroyar eru eitt sjálv­stýrandi samfelag undir danska ríkinum. Hetta sjálvstýrið um­ fatar millum annað mentan­ a­r­lig viðurskifti herundir ítróttar­økið, greiðir for­ sætis­ráðharrin frá í tíð­inda­ skrivinum. -Tí haldi eg tað vera heilt nátúr­ligt og vil eisini fegin hava, at Føroyar fáa fulla viður­kenning í Olympisku Nevnd­ini á jøvnum føti við aðrar limir, sum hava somu støðu sum Føroyar, sigur hann. Forsætisráðharrin fær stuðul bæði frá donsku, norsku og íslendsku olymp­ isku nevndunum, stendur í tíðindaskrivinum. Afturi í 2006 hitti tá­verandi danski menta­mála­ráðharrin, Brian Mikkelsen, táverandi forsetan í IOC, Jacque Rogge, fyri at tosa fyri, at bæði Grønland og Før­oyar sluppu at luttaka undir egnum flaggi. Brian Mikkelsen mátti tó fara av fundinum við keði­ ligum boðunum til Føroyar og Grønland. Sambært IOC skulu lond, sum kunnu lut­ taka í OL, vera góðkend av ST sum sjálvstøðug lond. -Jacque Rogge helt fast um síni sjónarmið. Møgu­leikar­nir hjá Grønlandi og Før­oyum eru ógvuliga, ógvu­liga smáir. -Tað stendur beinleiðis í reglunum, at lond skulu vera góð­kent av ST, so tað verður trupult. Eg fái ikki broytt reglar­nar hjá OIC, men kann bara siga, tað sum eg haldi fer at gagna ítróttinum, segði Brian Mikkelsen á við Ritzau. sosialurin@sosialurin.fo Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... t So gjørdu vit tað aftur Føroyskur fótbóltur prógvaði í farnu viku, at vit eru komin eitt stig longur fram. B36 vinnur 2-1 á útivølli móti OFK Titograd, KÍ fær eitt flott stig í Litava móti Zalgiris, meðan NSÍ skorar ikki færri enn fýra mál móti skotska Premier League liðnum Hibernians. Tað hevur stóran týdning á UEFA styrkilistanum, sum er avgerandi fyri, um vit fáa fýra pláss í Evropa. Tað er ein kelda til nógvar milliónir krónur, sum tó kunnu hava eina skeiklandi effekt á eina lítla landskapping sum tað føroysku. Eg hefti meg tó við, at føroysku liðini leggja nógv fyri, tá tey fara í Evropa at spæla. Øll fýra feløgini, sum hava verið í Evropa í ár, hava lagt nógv fyri í fyrireikingunum. Afturgangandi fyri at kalla øll stóra avrik í ítrótti er, at gott fyrireikingararbeiði. Hugsa vit føroyskt, so kunnu vit hugsa um Landskrona, U21 landsliðið í hondbólti og Pál Joensen, fyri at nevna nøkur ítróttarbrøgd. Afturgangandi fyri øll trý brøgdini er, at talan er um drúgvar og góðar fyrireikingar. Bæði upp á longri og styttri sikt. Hetta haldi eg eisini sæst aftur í føroyskum fótbólti í dag. Í hesum førinum hugsi eg mest um fyrireikingarnar í samband við eitt nú ferðing og gisting. Tað hevur stóran týdning fyri eitt føroyskt lið, sum skal spæla í eitt nú nógvum hita, at spælararnir venja seg við hitan. Tí kann ein dagur eyka á staðnum gera mun. Tað er eisini hugaligt at síggja, at føroysku feløgini eru so væl fyrireikaði taktiskt til dystirnar. Vit síggja, at tað munur á hvat tey leggja dent á, men yvir nøkur ár síggja vit, at úrslitini eru á eini leið. Spurningurin er nú, um vit klára at taka eitt fet afturat. Tað inniber nokk, at spælarar blíva nakað sum minnir um hálvtíðar yrkisspælara. Tað er eisini hugaligt at síggja, at tað tykist sum ein innanhýsis kapping er farin í gongd, har málið er at klára seg best í Evropa. Við harðari kapping verður yvirleggjar lyftur hægri fyri føroyska fótbólt. Tróndur Arge Føroyar hava í 40 ár stríðst fyri at fáa sjálvstøðuga umboðan til olympisku leikirnar Løkke stuðlar føroyskum OL limaskapi