týsdagur 24. juli 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. juli 2018 · Nr. 84
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
– Tað veldst um, hvat politisk undir
tøka fæst fyri...
Tað sigur Kristina Háfoss, fíggj
armálaráðfrú við útvarpið, tá hon
verður spurd, um serskattaskipanir
fyri eitt nú handverkarar, sum ar
beiða uttanlands, verða avtiknar í
næstum.
Tað var í kreppuárunum, at ser
skipanir vórðu gjørdar, sum eggj
aðu føroyingum at fara uttanlands
at arbeiða. Eisini vóru serskipanir
gjørdar til sjófólk.
Nógv hava viljað tikið av hesar
serskipanir, og bæði Tjóðbankin og
skattanevndin, sum er sett at koma
við uppskotum um nýggja skatta
skipan, mæla til, at allar serskatta
skipanir verða tikinar av.
Men kortini fæst fíggjarmála
ráðfrúan ikki at siga, at skipanirnar
verða tiknar av. Hon vísir í útvarp
inum á, at tá arbeiðsloysið er so
lágt, sum tað er í dag, so gevur tað
kanska ikki líka nógva meining at
fáa ein skattligan fyrimun við at ar
beiða uttanlands og vísir á, at fleiri
borgarar í dag gjalda skatt eftir ser
stakari skattaskipan.
So er sjálvandi. Men tað liggur
líkasum í sagens natur, at tá tú
skrúvar upp á skipanir, fyri at fáa
fólk uttanlands at arbeiða, tá ringar
tíðir eru í Føroyum, so skrúvar tú
aftur hinvegin, tá góðar tíðir eru í
Føroyum. Ja, tað kann vera ringt at
taka frá fólki, men tað er tað, sum
vit hava politikarar til – at taka av
gerðir, eisini tær avgerðir, sum ikki
eru so populerar hjá øllum.
Hetta er sum við virkseminum
sum heild í samfelagnum. Skyn
samur búskaparpolitikkur er, at
landið heldur aftur í góðum tíðum,
tá hjólini mæla við fullari ferð. Hes
um eru øll samd í. Eisini allir polit
ikarar. Men tað vísir seg kortini at
vera sera ringt at fremja í verki. Tú
hoyrir onkuntíð andstøðupolitik
arar vísa á, at íløgur eiga at verða
útsettar – men so skjótt teir skifta
síðu, so er støðan ein onnur.
At eggja føroyingum at fara utt
anlands at arbeiða í góðum tíðum
er tað sama sum, at landið setir
enn meira ferð á búskapin, tá hann
longu koyrir skjótt frammanund
an. Tí er tað júst nú, at landið skal
skrúva hinvegin, og minka um
skattliga fyrimunin við at arbeiða
uttanlands.
Jú, sjálvandi skal eitt slíkt mál
til politiska viðgerð. Trupulleikin
er bara, at hetta landsstýrisskeiðið
er skjótt av. Tí verða ikki stundir til
hesa politisku viðgerð.
Eftir valið er kanska onnur sam
gonga, sum aftur skal hava málið
»til politiska viðgerð«. Soleiðis
kunnu »vit snakka mál í hel« í stað
in fyri at handla.
Summi mál eru meira innlýsandi
greið, enn onnur. Hetta er uttan iva
eitt teirra.
Skeivt at snakka mál
í hel í staðin fyri at handla
IKKI VARANDI KREPPULOYSN
Miðla
húsið
bjóðar
undirhald
TÍÐÍNDI SÍÐA 13
Hevur
fiskivinn
an nakra
framtíð?
ELSEBETH M. GUNN
LEYGSDÓTTUR SÍÐA 18
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
– Eg eri ógvuliga harmur um,
at manningin á Sjúrðabergi
missir arbeiðið, men at Han
us Hansen velur at selja eitt
skip, er helst tí at tað er skila
gott fyri fyritøkuna. Tað hev
ur als einki við fiskivinnuný
skipanina at gera, staðfestir
Aksel V. Johannesen, løg
maður.
Seinastu árini hava trý
reiðarí fingið alla kvotuna í
Barentshavinum
tillutaða.
Við
fiskivinnunýskipanini
fingu hesi trý reiðaríini 85%
av kvotuni tillutaða í mun til
100% undanfarin ár. Hini 15%
vórðu seld á uppboðssølu.
Somu reiðarí keyptu so at
siga alla kvotuna, og hava tí
skil nøkulunda somu kvotu
at fiska í 2018, sum tey vildu
havt uttan fiskivinnunýskip
anina.
–
Tað harmar meg al
mikið, at manningin á Sjúrð
abergi hevur mist arbeiðið.
Tíbetur er nógv virksemi í
landinum, og tað er mín vón,
og eg ivist onga løtu í, at hesi
røsku starvsfólkini skjótast
møguligt fáa annan kjans.
Men lat tað vera greitt, at
fiskivinnunýskipanin
ikki
kann vera orsøkin til, at Han
us kennir seg noyddan at
selja, sigur Aksel V. Johanne
sen.
Kvotan lækkar, men
verður framvegis
yvir meðal
Í 2017 var føroyska kvotan
í Barentshavinum á leið
30.000 tons. Hetta er methøg
kvota, og tíbetur hevur kvot
an í Barentshavinum sein
astu 4 árini verið sjáldsama
høg. Sambært ICES eru fisk
astovnarnir nú verri fyri, og
tí valdu Russland og Noreg at
lækka heildarkvotuna við á
leið 10%, soleiðis at føroyska
kvotan í 2018 er á leið 27.000
tons. Hetta hevur einki við
fiskivinnunýskipanina,
samgonguna ella føroyskar
myndugleikar at gera.
Hóast kvotan er lækkað
nakað í 2018, so er føroyska
kvotan á 27.000 tons væl om
an fyri meðal av, hvat kvotan
hevur verið mongu seinastu
árini. Ábendingar eru um, at
Noreg og Russland fara at
lækka heildarkvotuna í Bar
entshavinum meira komandi
ár, men framvegis verður
kvotan helst yvir meðal.
– Tað er harmiligt, at kvot
an lækkar, men á ongan hátt
ókent fyri tey, sum virka í
fiskivinnuni. Tí kvoturnar
broytast alla tíðina - eisini í
Barentshavinum. Til dømis
lá føroyska kvotan í Barents
havinum fyrst í hesi øldini í
fleiri ár millum 13-16.000
tons. Hví JFK velur at selja
eitt skip nú, tá kvotan er væl
oman fyri meðal, má Hanus
Hansen svara fyri – allarhelst
er tað tí, at hetta er skilagott
fyri fyritøkuna. Men at geva
fiskivinnunýskipanini skuld
ina er órímiligt, tí JFK hevur
nøkulunda somu kvotu í
Barentshavinum við fiski
vinnunýskipanini, sum tey
høvdu havt uttan nýskipan
ina, sigur Aksel V. Johanne
sen.
Fiskivinnunýskipanin hevur
einki við søluna at gera
Tað gongur væl at turka ost í
føroyska summarveðrinum.
Til
ÓIavssøkuna
verður
aftur latin ein nøgd til sølu av
vælkenda Múlaostinum.
Royndir eru eisini gjørdar
við at turka ostin »Den Hvide
Dame«, sigur Johan Morten
sen, ein av teimum við hug
skotinum til at turka ost í Før
oyum.
– Hann er ein av finastu
signatur
hvítskimmelostu
num hjá Arla Unika og er ein
av heimsins feitastu rómaost
um, og sum so verður turkaður
til perfektion í Norðoyggjum,
sigur hann.
Matstovan Áarstova hevur
ein vælumtóktan ostadessert
tallerk, og hesa Ólavssøkuna
fara teir at hava HVITU
DAMUNA við á skránni, hann
er eitt “must” hjá øllum sum
dáma ost, sigur Johan Mort
ensen.
Den Hvide Dame er frá
Lillebælt Mejeri, har tey í fleiri
ár hava framleitt leskiligar og
kremutar hvítskimmelostar.
Den Hvide Dame –
ostur turkaður í Múla
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Johan Mortensen, sum hevur
verið við í royndunum at
turka danska ostin í Føroyum