Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 25. juli 2018 · Nr. 84 TÍÐINDI Árni Gregersen Sum siður er, so byrjar nýggj tingseta ólavsøkudag, men byrjanin hesaferð verður øðr­vísi enn hon hevur verið sein­astu umleið 20 árini. Vanligt er, at fyrsta mál á skránni er uppskotið frá lands­stýrismanninum við fiski­vinnumálum um at áseta fiskidgarnar fyri kom­ andi fiskiár. Hetta verður ikki soleiðis í ár. Tá ið Løgtingið samtykti lógina um fyrisiting v sjó­ feingi, var samtykt, at frá 1.januar 2019 fella fiski­dagar­ nir burtur og í staðin verður fiskiskapurin skip­aður við einari kvotsaskipan. Avleiðingin av tí var, at tá ið lógin um fiskidagar seinast var samtykt, tá vasr hon ikki sett at galda í eitt ár, men í eitt ár og fýra mánaðir – altso til 1.januar 2019. -Ja, hetta ger sjálvandi, at byrjanin av tingárinum verður øðrvísi enn vanligt, sigur Páll á Reynatúgvu, ting­for­maður. -Vanliga hevur viðgerðin av fiskidøgunum tikið út móti 10 døgum – alt eftir hvussu tað hevur passað við kalendaranum, men nú er hetta ikki longur, so tað fyrsta sum verður á skránni hesaferð, verður við­gerðin av røðu løgmnans og so viðgerðin av teimum uppskotum, sum samgonga og andstøða annars leggja fram, leggur hann afturat. Kvoturnar Hear fortreytirnar hevur vinna kent, síðani nýskipanin var samtykt. Vinnan veit eisini, at frá 1. januar verður ein kvota­ skipan sett í gildi. Rættuliga stórt kjak er altíð í fiskivinnuni og í politisku skipanini um kvot­ ur og fiskidagar. Eftir nýggju skipanini, so verða kvotur galdandi eftir nýggjár, men myndug­ leikarnir vita væl, at skal forð­ast fyri útblaking í bland­ingsfiskiskapi undir Før­oyum, so skal neyvt eftir­ lit til. Tí verður málið helst tikið upp­aftur til heystar um tað er betri við kvotum enn við fiski­døgum. Menningarkvoturnar Tað sum størst spenningur er um í fiskivinnuni júst nú, er hvussu menningarkvoturnar verða býttar út kring landið. Arbeiðsbólkurin, sum skuldi gera tilmæli til fiski­ málaráðið um menn­ingar­ kvoturnar er liðugur við sítt arbeiðið og hevur latið fiskimálaráðnum tilmælini. -Ja, tað er rætt vit hava havt tilmælini í tríggjr arbeiðsdagar, men vit skulu brúka eitt sindur av tíð afturat, sigur Rógvi Reinert, aðal­stjóri í fiskimálaráðnum. 38 umsøkjarar vóru til menningarkvoturnar, men sum sagt, veit ongin enn, hvussu tær verða deildar kring landið. Endamálið við kvotunum er at seta meira virksemi í gongd kring í landinum, men eisini at menna virksemi í fiskivinnuni. Tað vil siga eisini at fáa meira burturúr før­oyska fiskatilfeinginum. Formaðurin í nevndini, sum gjørdi tilmælini, Gestur Hovgaard, lovaði beinan­ vegin, at teirra tilmæli skuldu vera latin fiskimálaráðnum undan ólavsøku. Tað er gjørt og nú er tað fiskimálra´ðið, sum leggur seinastu hond á, áðrenn lands­stýrismaðurin latur leivini til umsøkjararnar. Onki benddir á, at menningarkvoturnar verða latnar í hesi vikuni. Við øðrum orðum verða tey ikki latin fyrr enn eftir, at løgmaður hevur hildið sína røðu á ólavsøku. Orsøkin kann vera, at verða menningarkvoturnar latnar undan ólavsøku, so fer kjakið at taka alt fokus heldur enn tað, sum løg­ maður vil varpa ljós á í røðu­ ni. NÝGGJA TINGSETAN ØÐRVÍSI ENN TÆR MONGU SEINASTU Løgtingið fer undir nýggja setu á ólavsøku, men skal ikki áseta fiskidagarnar Rógvi Reinart, aðalstjóri í fiskimálaráðnum, sigur, at tey skulu brúka eitt sindur av tíð afturat áðrenn menningarkvoturnar verða latnar út Ongir fiskidagar samtykkjast, men vinnan bíðar spent eftir menningarkvotunum Páll á Reynatúgvu, tingformaður, skal leggja byrjanina av tingárinum øðrvísi til rættis, tí nú er onki uppskot um fiskidagar