týsdagur 24. juli 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. juli 2018 · Nr. 84
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Hallur av Rana
Útlit eru nú fyri, at teir
fimtan føroyingarnir, ið hava
arvaliga
sjúkuna
Cystisk
fibrosu, í framtíðini sleppa
undan at ferðast til Dan
markar til eftirlit í heilum.
Nú verður nevniliga farið
undir
eina
royndarverk
ætlan, ið skal skerja mun
andi niður á túrarnar til
Danmark.
Sum nú er kann ein før
oyskur sjúklingur ferðast
til Danmarkar upp til tólv
ferðir um árið til kanningar
á Ríkissjúkrahúsinum, men
við
nýggju
verkætlanini
verður tað skorið niður til
einans fýra ferðir um árið.
Tað verður gjørt við at lata
sjúklingarnar sjálvar gera
fleiri av royndunum og síðan
samskifta
við
læknarnar
gjøgnum teldu.
34 ára gamli Ragnar Isak
sen úr Kvívík er ein av fimtan
føroyingunum við arvaligu
sjúkuni. Hann fegnast nú
útlit eru fyri, at ferðirnar til
danska høvuðsstaðin verða
færri í tali.
- Hetta er ein stórur lætti.
Serliga fyri føroyingar við
Cystisk fibrosu og serliga
fyri tey okkara, ið hava børn.
Í staðin fyri at eg skal á
Ríkissjúkrahúsið 10-12 ferðir
um árið, so skal eg bara
niður fýra ferðir um árið
við nýggju skipanini, sigur
Ragnar Isaksen.
Verða kannað í stovuni
Nýggja verkætlanin inniber,
at tað verður sjúklingurin
sjálvur, ið ger ymiskar kann
ingar og síðan verða úrslitini
send niður. Dagin eftir er so
viðtalan millum sjúklingin
og læknan.
- Í staðin fyri at eg fari til
Keypmannahavn til eftirlit,
so siti eg heima í stovuni
frammanfyri einum teldil og
verði uppringdur av teimum.
Dagin fyri havi eg tá mált
mína egnu lungafunksjón,
blóðtrýst, puls o.a., umframt
at eg havi svarað nøkrum
spurningum, ið læknarnir
vanliga spyrja, greiðir Ragnar
Isaksen frá.
Tólini sum hann brúkar
til kanningarnar senda dáta
gjøgnum teldilin til Ríkis
sjúkrahúsið, so at læknarnir
har hava allar upplýsing
arnar, tá ið viðtalan byrjar
dagin eftir. Men um so er,
at onkur ynskir at sleppa á
Ríkissjúkrahúsið til kann
ingar, so er tað heldur ikki
ein trupulleiki, vísir Ragnar
Isaksen á.
Fleiri fyrimunir
Ragnar Isaksen er ikki í iva
um, at talan er um eitt stórt
framstig fyri føroyingar við
Cystiskari fibrosu.
- Hetta gongur út uppá,
at gera tað lættari hjá sjúk
lingum á tann hátt, at
man sleppur frá at fara á
Ríkissjúkrahúsið til kann
ingar. Og við tað, at man
sleppur frá at fara til kann
ingar, verður smittuvandin
eisini skerdur munandi, tí
man kemur ikki í samband
við aðrar sjúklingar, sigur
Ragnar Isaksen og leggur
afturat.
- Tað ger man vanliga
heldur ikki, men har eru
nógvir sjúklingar gjøgnum
dagin og hóast alt verður
sprittað, so er har altíð ein
vandi. Føroyingar muga van
liga eisini fara niður dagin
áðrenn og sova á sjúklinga
hotellinum, og har hava tey
ikki somu umstøður og tíð
at spritta alt av sum á Ríkis
sjúkrahúsinum.
Var eitt ynski
Tá vikuskiftis-Sosialurin í
mai varpaði ljós á lívið við
Cystiskari
fibrosu,
vístu
bæði Ragnar Isaksen og
Gunnar-Dahl Olsen, ið er
formaður í føroyska Cystisk
fibrosu felagnum, á, at tað
hevði lætt nógv um, um við
gerðin í ávísan mun kundi
gerast í Føroyum.
- Um helmingurin av
kanningunum vóru í Før
oyum og restin var niðri, so
hevði eg bara skulu av landi
num fimm ferðir um árið. Nú
tá eg sjálvur eri pápi, so ger
tað stóran mun. So tað hevði
verið gott, um okkurt kom
heim, vísti Ragnar Isaksen
á tá.
Gunnar Dahl-Olsen helt
eisini tá, at tað var eitt gott
hugskot, ið kundi lætta um
hjá sjúklingum og teirra
familjum.
- Tað er best at høvuðsvið
gerðin er í Danmark, tí tað er
har, at servitanin er samlað.
Men um man kundi gjørt
okkurt í Føroyum, so hevði
tað munað nógv hjá einari
barnafamilju. Tað er jú ikki
altíð lætt at skulu ferðast
til Danmarkar við fleiri
børnum, og serliga ikki, um
nøkur teirra eru eftir í Før
oyum, vísti Gunnar Dahl-Ol
sen á tá.
hallur@sosialurin.fo
HETTA ER EIN
STÓRUR LÆTTI
- Hetta er ein stórur lætti. Serliga fyri føroyingar við Cystisk fibrosu og serliga fyri
tey okkara, ið hava børn. Í staðin fyri at eg skal á Ríkissjúkrahúsið 10-12 ferðir um
árið, so skal eg bara niður fýra ferðir við nýggju skipanini, sigur Ragnar Isaksen
Í staðin fyri at eg fari
til Keypmannahavn til
eftirlit, so siti eg heima í
stovuni frammanfyri ein
um teldil og verði upp
ringdur av teimum