týsdagur 24. juli 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 25. juli 2018 · Nr. 84
TÍÐINDI
oyska flogfelagið fráferðir
úr bæði Billund og Bergen
mánadagin. Tí valdi hann at
kanna, um tað var ein møgu
leiki, at SAS bílegði teimum
pláss umborð hjá føroyska
flogfelagnum.
- Tað fekk eg vita var
eingin kjansur, tí flogfarið
úr Bergen var fult. Men tá
hevði eg júst tosað við At
lantic Airways og visti, at tey
høvdu yvir 40 tøk pláss. Tað
broytti tó einki, sigur ferða
fólki.
Tá
viðkomandi
seinni
sama dag hoyrdi frá einum
øðrum pari, at SAS hevði
bókað teimum ferðaseðlar til
Bergen og víðari til Føroyar
við Atlantic Airways, valdi
viðkomandi at gera enn eina
roynd.
- Tá fekk eg at vita, at
tað ikki bar til, tí vit longu
høvdu tikið av tilboðnum
at fara heim týsdagin. Tað
var eingin kjansur at broyta
tað, tí vit høvdu góðtikið hitt
tilboðið. Eg greiddi frá, at vit
søgdu ja til hitt, tí har tókt
ist ikki at vera nakar annar
møguleiki at koma heim.
Men tað munaði einki, greið
ir hann frá.
Tað eydnaðist tó at fáa
ein ferðaseðil heim gjøgnum
Bergen, tá ið konan valdi
at gera enn eina roynd
á
sjálvum
flogvøllinum.
Eftir at hava tosað við SAS
starvsfólk í Kastrup, fekk
øll familjan ferðaseðlar við
SAS til Bergen og víðari til
Føroyar við Atlantic Airways
og komu heim mánakvøldið.
Við á flogfarinum vóru trett
an føroyingar, ið ikki sluppu
heim hósdagin.
- Á flogvøllinum tók tað
brádliga bara nakrar fáar
minuttir at fáa alt upp á
pláss. Men vit máttu berjast
fyri tí. Tað var eingin kjansur
at tey hjálptu okkum við tí,
sigur ferðafólki.
hallur@sosialurin.fo
Hallur av Rana
Hjá SAS harmast tey um
tær seinkingar, ið hava
verið í seinastu, men leggur
dent á, at tey gera alt tað, ið
tey kunna, fyri at fáa teirra
ferðafólk skjótast gjørligt
til
endaliga
ferðamálið.
Troels Karlskov, talsmaður
hjá SAS, sigur við Sosialin,
at
avlýsingarnar
raka
so meint, av tí at talan
er um høvuðsárstíð hjá
flogfeløgum, tað vil siga, tá
ið flest fólk ferðast.
- Allar seinkingar og
avlýsingar hjá ferðafólkum
eru
sera
óhepnar
og
harmast vit um støðuna.
Vit gera alt tað, ið vit megna,
fyri at okkara ferðafólk fáa
hjálp og kunna halda fram
til endaliga ferðamálið. Í
løtuni er høvuðsárstíð hjá
okkum, og tað merkir, at
øll okkara flogfeløg eru í
luftini. Í løtuni havi vit 900
fráferðir dagliga og tað ger,
at vit eru sera viðkvom
yvirfyri
broytingum
og
seinkingum. Tað er tað, ið
er hent á Føroyaleiðini, men
sum sagt, so gera vit tað,
ið vit kunna, fyri at hjálpa
hesum ferðafólkum, sigur
Troels Karlskov.
Á sosialum miðlum hava
ferðafólk
eisini
funnist
at viðferðini hjá SAS av
teimum ferðandi, ið vóru
veðurføst í Keypmannahavn
farna
vikuskifti.
Serliga
hevur verið funnist at tí,
ið ferðafólk uppliva sum
vantandi
kunning
frá
norðurlendska
flogfelag
num. Hetta harmar Troels
Karlskov, men hann upp
lýsir samstundis, at tey ikki
kunna viðmerkja einstøk
mál.
- Okkara kundatænasta
ger alt tað, ið tey kunna
fyri at hjálpa teimum, ið av
onkrari orsøk ikki sleppa
avstað til tíðina, men vit
viðmerkja
ikki
einkult
mál. Tað harmar okkum
sjálvsagt, um tað hevur
verið ein mangul upp á
upplýsingar, men vit gera
tað, ið vit kunna fyri at
hjálpa, sigur talsmaðurin
hjá SAS.
Spurdur
um
tað
er
nakað
ávíst
dagatal,
ið
ferðandi, ið verða veðurføst
í Keypmannahavn, kunna
vænta at bíða áðrenn tey
sleppa heim, svarar Troels
Karlskov, at tað er torført
at svara.
- Sum flogfelag, hava
vit fráferðir hvønn dag, ið
verða ávirkað av veðrið
og øðrum. Vit kunna ikki
lova ferðafólkum, at tey
koma fram innan eitt ávíst
dagatal, tí tað eru so nógvir
ymiskir faktorar, ið gera
seg galdandi. Tá vit hava
900 fráferðir um dagin,
flúgva vit við øllum teimum
flogførum, ið vit hava. Tað
merkir at vit eru viðkvom
yvirfyri
broytingum
og kunna ikki bara seta
eitt nýtt flogfar inn. Ein
minni seinking í einum
evropeiskum flogvølli kann
føra til avleiðingar í fleiri
tímar og enntá onkuntíð í
fleiri dagar.
hallur@sosialurin.fo
- Okkara
kundatænasta ger alt
tað, ið tey kunna fyri
at hjálpa teimum, ið
av onkrari orsøk ikki
sleppa avstað til tíðina,
men vit viðmerkja ikki
einkult mál. Tað harmar
okkum sjálvsagt, um tað
hevur verið ein mangul
upp á upplýsingar, men
vit gera tað, ið vit kunna
fyri at hjálpa
- Vit
bíðaðu so
eftir nærri
boðum, men
einki kom
tann dagin.
Tað var eisini
tað síðsta vit
fingu at vita
frá SAS. Alt
samskiftið
síðan hava
vit sjálvi
tikið stig til
Vit gera tað vit megna
- Vit gera alt tað, ið vit megna, fyri at okkara ferðafólk fáa hjálp og kunna halda
fram til endaliga ferðamálið. Í løtuni er høvuðsárstíð hjá okkum, og tað merkir,
at øll okkara flogfeløg eru í luftini. Í løtuni havi vit 900 fráferðir dagliga og tað
ger, at vit eru sera viðkvom yvirfyri broytingum og seinkingum, sigur Troels
Karlskov, talsmaður hjá SAS, um umrøðuna av SAS seinastu dagarnar