Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. juli 2018 · Nr. 84 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Hallur av Rana Tá ið SAS flogfarið úr Keyp­ mannahavn hósdagin setti kós móti Føroyum tóktist alt at ganga sum vanligt. Umborð á flogfarinum hendan dag­in var ein bland­ing av út­lendsk­ um ferða­fólk­um og før­ oyingum, ið vóru á veg heim­ aftur eftir feriu uttan­lands. Men tá flogfarið nærk­ aðist Føroyum komu boð­ ini um, at sýnið ikki var ser­liga gott og eftir at hava flog­i­ð yvir Føroyar í fimtan minuttir komu boðini frá stýriklivanum um, at flog­ farið vendi við aftur til Keyp­mannahavnar. At venda aftur til Dan­ mark­ar og verða veðurfastur har er nakað, sum flest allir før­oyingar munna kenna frá nøkrum árum síðan, tá Atlantic Airways ikki hevði gjørt íløguna í RNP-inn­ flúgvingaskipanina. Men aftaná at føroyska flog­ felagið gjørdi íløguna í fram­ leiðsluna av fram­komnu skipanina í 2013 er talið av frá­ferðum og komum, ið eru avlýstar vegna veður, minkaðar niður í nærum einki. At SAS ikki hevur eina góð­kenda RNP-skipan er al­ menn vitan í Føroyum, so føroysku ferðafólkini um­ borð vistu, at tað var ein vandi at gerast veðurføst, tá ið tey keyptu ferðaseðlarnar, men at tað skuldi enda í Dan­ mark í fleiri dagar kundi eingin ímynda sær. Tí hóast flogfarið hjá SAS vendi við aftur hósdagin, so var tað fyrst mánadagin, at flestu av føroyskum ferða­ fólkunum komu til Vágar, tá flogfarið hjá Atlantic Air­ ways úr Bergen setti seg í Vága Floghavn. Vánalig viðferð Kjakið hevur verið heitt á sosialu miðlum, har før­ oyingar eru farnir til knappa­ borð­ið at kjakast um tað er í lagi, at ferðafólk muga bíða í Keypmannahavn í fleiri dag­ ar, aftaná at SAS ikki lendi hósdagin. Eitt av ferða­fólk­ unum, ið Sosialurin hevur tosað við, sigur eisini, at hann ongan trupulleika hevur við tí, ið hendi hósdagin, men at viðferðin av ferðafólkum síðan hevur verið ov vánalig. - At vit ikki lendu í Vágum hós­dagin er orsaka av RNP- skipan­ini og tað er heilt í lagi. Tað er viðferðin, ið vit sum ferðafólk fingu niðri, ið ikki hevur verið góð, sigur ferðafólki, ið ikki ynskir at verða navngivin. - Men at vera í Keyp­ manna­havn í fleiri dagar, ikki vita nakað og ikki fáa nakað at vita, er ikki at halda út, tá ið man er ein smábarnafamilja. Eg helt viðferðin av okkum var undir alt lágmark og føla vit okkum slept upp á fjall. Helmingurin av ferða­ fólkunum vóru hóast alt føroy­ingar. Sjálvi mistu vit bara nakrar arbeiðsdagar, men hjá øðrum mistu tey ein stóran part av feriuni. Eftir at flogfarið lendi í Kastrup hósdagin blivu ferða­fólkini innskrivað í eitt hotell á Amager, meðan tey bíðaðu at sleppa heim aftur til Føroyar. Men tað var fyrst fríggjadagin, at tey fingu fyrstu boðini um heim­ ferðina, tá tey fingu eini sms- boð, har tað bleiv upplýst, at tey væntaðu eina nýggja frá­ferð til Føroyar millum klokkan 11 og 13 leygardagin, men at tey skuldu fáa enda­ ligu fráfaringartíðin seinni á degnum. - Vit bíðaðu so eftir nærri boð­um, men einki kom tann dag­in. Tað var eisini tað síðsta vit fingu at vita frá SAS. Alt samskiftið síðan hava vit sjálvi tikið stig til, greiðir ferðafólki frá. Drál Eftir at einki hoyrdist aftur frá SAS tóku ferðafólkini tað í egnar hendur at ringja til SAS og finna ein veg heim. Men hóast ferðafólk royndu at ringja til SAS fleiri ferðir og møttu upp á flogvøllinum, so var tað ikki bara sum at siga tað, at fáa eitt greitt svar. - Vit vildu bara fáa okkurt at vita. Men ein segði eitt og tann næsti segði eitt annað. Tað ringasta av øllum var, at eingin segði tað sama. Tað virkaði sum tey drálaðu og vildu ikki siga nakað, sigur ferðafólki. Leygardagin fingu tey tó brádliga at vita, at sunnu­ dagin fór ein teirra í hvørt fall at sleppa heim til Føroyar og fingu tey enntá eitt boarding kort til flogfarið. - Men tá sunnudagurin kom, fingu vit at vita, at ein onnur kvinna hevði fing­ ið tann ferðaseðilin, og vit nýttust ikki koma út á flog­ vøllin, tí tað var eingin kjans­ ur at sleppa við kortini. Sam­ stundis fingu vit at vita, at vit ikki sluppu heim fyrr enn týsdagin. Tá spann øði í meg, tí eftir ikki at hava fingið svar í fleiri dagar, fingu vit nú at vita, at vit skuldu bíða í tveir dagar afturat, greiðir ferðafólki frá. Bergen Tey vistu tó, at hóast flog­ førini hjá Atlantic Air­ ways úr Kastrup vóru full mánadagin, so hevði før­ - FØLDU OKKUM SLEPT UPP Á FJALL - Vit vildu bara fáa okkurt at vita. Men ein segði eitt og tann næsti segði eitt annað. Tað ringasta av øllum var, at eingin segði tað sama. Tað virkaði sum tey drálaðu og vildu ikki siga nakað, sigur eitt av ferðafólkinum umborð á SAS, ið ikki lendi síðsta hósdag - Vit máttu berjast fyri tí. Tað var eingin kjansur at tey hjálptu okkum við tí