Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 25. juli 2018 · Nr. 84 TÍÐINDI Arnold Vegghamar er kanska mest eyðkendi føroyski lista­ málar­in, og á ólavsøku kunnu verk hjá honum síggjast í Galerie Focus í Havn. 81 ára gamli viðoyingurin málar surrealistiskar tulk­ ing­ar av landslagnum í øki­ num, har hann býr. Arnold Vegghamar byrjaði tíðliga at mála. Hann er útbúgvin silv­ur- og gull­ smiður, sum mynd­lista­ maður er hann sjálvlærdur. Arnold Vegghamar hevur sýnt fram í gallaríum ymsa staðni í Føroyum, Danmark, Svøríki, Týsklandi og aðra­ staðni, eisini í Leopold Muse­ um í Wien. Í málningunum hjá Ar­ nold Vegghamar er ein sjaldsom styrki, listar­liga fevnir hann frá tí fan­tast­ iska, litríka til tað mest erliga, hugtakandi og sjarmerandi brutala, til dømis tá hann málar tey høgu fjøllini norðan­fyri. Hansara týðuligu pensils­ strok og sterku litir ímynda tann innara ófriðin og fær alla náttúruna at liva og røra seg. Heimsmyndin sær annar­leiðis út, enn vit sansa – lista­maðurin letur seg ikki leiða av passivt registrerandi virk­semi, tá hann skoðar veru­leikan, hann skapar sína egnu heimsmynd bygd á vilja og skapanarmegi. Munur á góðari og vána­ ligari list er, millum annað, at góð list krevur nakað av sínum áhoyrara og áskoðara, meðan vánalig list ikki ger tað. Málningarnir hjá Arnold Vegghamar krevja nakað av áskoðaranum. Framsýngin við Arnoldi Vegg­hamar í Galerie Focus er opin 27., 28. og 29. juli frá kl 15.00 til 18.00. Á fram­sýn­ ingini verða 30 máln­ingar. Arnold Vegghamar sýnir verk fram á ólavsøku Listamaðurin Arnold Vegghamar hevur framsýning á ólavsøku Viðoyingur til Havnar við eyðkendum verkum Føroysk drag queen leiðir litríka skrúðgongu Dagin fyri ólavsøku verður árliga Faroe Pride skrúð­ gongan í Havn. Hetta er níggjundu ferð, at felags­ skap­urin LGBT Føroyar skip­ ar fyri skrúðgonguni, sum feirar ymiskleikan. – Faroe Pride er ætlað øll­ um føroyingum, ið ynskja eitt rúmligari og meira fjøl­ broytt samfelag, sum gevur pláss og javnrætt til allar sínar borgarar – líkamikið hvønn kynsliga sannføring ella kynsligan samleika, ein sjálv­ur hevur, sigur LGBT Før­oyar um skrúðgonguna. Ársins Pride skrúðgonga byrjar við Tórsvøll fríggja­ dag­in kl. 16.00 og endar á Vaglinum, har Son of For­ tune, Jóhanna Niclasen og Jens Marni Hansen fram­ føra. Kinna Poulsen setur ár­sins Pride, meðan Boggie O’Kayla, ið er føroysk drag queen, verður ársins syngj­ andi vertur. Faroe Pride setur dám á høvuðsstaðin dagin fyri ólavsøku Løgtingið letur dyrnar upp Til Havnar vit fara – bíligari Prísirnir í Vágatunlinum og Norðoyatunlunum vóru í gjár settir niður, og tí verður tað bíligari hjá fólki at koyra úr Norð­ oyggj­um ella Vágum til Havnar at halda ólav­søku. Hin­vegin verður eisini bíligari hjá høvuð­staðar­ fólki, sum umhugsa at rýma undan ólavsøku, at koyra í Vágar ella Norð­ oyggjar. Prísurin fyri at koyra ígjøgnum undir­ sjóvar­tunlarnar lækkar úr 25 krónum og niður í 20 krónur. Hetta er ein lækk­ ing á 20 prosent. Prísurin á ymisku haldunum lækkar eisini samsvarandi. Eftir hátíðarligu setanina av løgtinginum, verður opið hús Prísurin at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar lækkaði týsdagin Ólavsøkudag savnast løg­tingið til nýtt tingár. Hátíðar­løtan umfatar skrúð­gongu, gudstænastu og røðu frá løgmanni. Tá ið almenni parturin av ting­setanini er av, letur løg­tingið dyrnar upp fyri almenninginum. Ólav­ søkudag frá kl 16:00 til 18:00 hevur Løgtingið opið hús, og fólk kunnu kaga inn í høli, tey vanliga ikki hava atgongd til. Mest almenni parturin av Ting­húsinum er løg­tings­salur­in, og har sleppa fólk innar. Eisini ber til at spáka runt í húsinum og vitja inn í teimum ymisku fundar­hølunum.