týsdagur 24. juli 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. juli 2018 · Nr. 84
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Jon
Hestoy
setur
ólavsøku
Tað verður profilur í før
oyskum ítrótti, sum skal seta
ólavsøku í ár.
Jon Hestoy er kendur
sum svimjari og leiðari innan
svimjing – hann hevur eitt
nú verið formaður í Sviimji
sambandi
Føroya.
Hann
hevur eisini luttikið í arbeiði
hjá Ítróttarsambandi Føroya.
Jon Hestoy er eisini stjóri
fyri fyritøkuna Føroyaprent.
Setanin verður ólavsøku
aftan kl 14.00. Skrúðgonga
við hornblásarum, ítróttar
fólk, býráðslimum og reið
fólki gongur úr Tróndargøtu
við Kommunuskúlan oman
á Vaglið, har Jon Hestoy
heldur røðu.
Syngja kendar
sangir í Ebenezer
Skráin fyri ólavsøku er
fjølbroytt, og eisini mong
kristilig tiltøk verða hildin
á tjóðarhátíðini.
Fríggjakvøldið kl 21.00
verður sang- og tónleika
kvøld í Ebenezer í mið
býnum í Havn. Kend sang
fólk og tónleikarar luttaka
á
tiltakinum,
har
høvi
verður at syngja kendar
sangir saman. Samkoman
í Ebenezer hevur eisini
útifundir bæði ólavsøku
aftan og ólavsøkudag kl
21:00
Frelsunarherurin setur
eisini dám á ólavsøku við
útimøtum,
orkestri
og
felagssangi. Ólavsøkuaftan
og ólavsøkudag kl 17:00
og 23:00 verður útimøti
við Gamla Bókhandil á
Vaglinum.
Aðrir trúarfelagsskapir
skipa eisini fyri møtum og
tiltøkum á ólavsøku.
Eitt nú samkoman í Ebenezer og Frelsunarherurin seta
dám á ólavsøku við kristiligum tiltøkum
Jon Hestoy setur ársins ólavsøku
Ólavsøkudag kl 19:00 skipar
Unga Tjóðveldi fyri fólka
fundi á Doktaragrund úti
á Reyni. Hetta er 16. árið, at
fólkafundurin verður hildin.
Í ár fara trý fólk at halda
røðu. Tey eru Guðrun í
Jákupsstovu, Sirið Stenberg
og Eirikur í Jákupsstovu.
Eisini framførir songkvinnan
Jasmin.
Teknmálstulking verður á
fólkafundinum
Trý fólk
halda røðu á
Doktaragrund
Eirikur í Jákupsstovu heldur røðu á Doktaragrund á ólavsøku
Ólavsøkukabarettin er aftur
á skránni í ár. Skemtiløtan
plagar at verða eitt frískligt
lot í ólavsøkuskránni og
gevur fólki høvi at kobla úr
og flenna.
Ólavsøkukabarettin
er
gomul traditión og hevur
upplivað mong ættarliðs
skifti. Tíbetur hava sjón
leikaáhugað fólk hildið fast í
siðvenjuni og seta framvegis
ólavsøkukabarett upp.
Tey, sum hava gjørt vart
við seg gjøgnum árið, kunnu
vænta sær at verða umrødd
í Ólavsøkukabarettini, sum
eisini plagar at bjóða onkr
ar meira tíðarleysar skemti
leikir.
Frumsýningin av Ólav
søkukabarettini
verðr
fríggjakvøldið kl. 20. Spælt
verður ólavsøkuaftan og
ólavsøkudag kl 18:00 og
20:00, og sýning er eisini á
skránni mánakvøldið kl.
20.00.
Fólk sleppa at flenna í Sjónleikarhúsinum
Ólavsøkukabarettin verður spæld í Sjónleikarhúsinum
Størsta einstaka tiltakið á
ólavsøku er midnáttarsang
urin
ólavsøkudag.
Hetta
kvøldið er ólavsøka í hæddini,
og ongantíð eru so nógv fólk
stappað saman sum á Vagli
num, tá ið sungið verður.
Fyri føroyingar er einki
meiri natúrligt enn at syngja
saman, og túsundtals røddir
stemma í kendar føroyskar
sangir – bæði eldri og yngri
sangir.
Fyri
útlendingar
kann hendan løtan kennast
bæði stórfingin og sermerkt,
tí tiltak av hesum slagi er ikki
vanligt aðrastaðni.
Eftir
midnáttarsangin
verður tikið saman og dansa
føroyskan dans eina løtu ella
tvær.
Á midnátt syngja øll við
Hugtakandi løta á ólavsøku er, tá ið fólk syngja á Vaglinum