Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 25. juli 2018 · Nr. 84 TÍÐINDI Miðlahúsið bjóðar aftur í ár fólki í Vágsbotn til tónleik og undir­hald ólavsøkudag. Tiltakið er blivið fastur part­ur av ólavsøkuhaldinum, og túsundtals fólk savnast í Vágsbotni at njóta tann lítla tíman. Hetta er ein av teim­ um óformligu, løttu løtun­ um, sum fólki dámar væl at vera til, áðrenn mid­náttar­ sangurin bíðar á Vaglinum. Í ár verða tón­leika­fram­ førslur við tveimum av best umtóktu føroysku sangar­ unum í nýggjari tíð – Marius Ziska og Danny Baldursson, sum er høvuðsmaður í Danny & The Veetos. Hilmar Jan Hansen er sum tikin úr leikum at undir­ halda og skemt, og hann verður eisini við á tiltakinum í ár. Tónleikur og undirhald Marius Ziska er aktuellur við nýggjari útgávu, og hann hevur havt nakrar festival­ fram­førslur í summar. Tað tykist, sum hugurin at lurta eftir Marius veksur alsamt, og hansara framúr góðu sang­skrivaraevni hava ført hann í front í føroyskum tón­leiki. Sangir sum «Going Home«, »Nærveran« og tann nýggi »Silvurlín« eru á høgum altjóða stigi. Marius skrivar ikki bara góð­ar sangir, hann er eisini fram­ úr sangari og tulkari av sín­ um egnu sangum. Nú spæl­ir Marius fyri fyrstu ferð til ólav­søkutiltakið hjá Miðla­ húsi­num. Danny Baldursson er odda­maður í sera væl um­ tókta poppbólkinum Danny & The Veetos, sum hava stór­hittað við sangum sum »Sunnukvøld í mai« og »All right«. Melodiøsu og løttu løg­ini eru fangandi, og við kring­um orðasmíði hava Danny & The Veetos fingið fólk at syngja við teirra sang­ ir. Danny fer at spæla stóru hittini av pallinum uttan fyri Miðla­húsið. Hilmar Jan Hansen fjøl­ gávað­ur, og umframt at vera eitt nú fjølmiðlamaður og urgu­spælari er hann eisini fram­úr undirhaldari og skemtari. Hilmar Jan hevur nakrar ferðir undirhildið til ólavsøkutiltakið í Miðla­húsi­ num, og vit eru sera fegin um, at hann er til reiðar at fara á pallin aftur í ár. Hilmar Jan er garantur fyri stuttligum søgum og herming. Ólavsøkutiltakið hjá Miðla­húsinum verður í Vágs­ botni ólavsøkudag kl. 22:00. Tað er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin. Miðlahúsið bjóðar tónleik og undirhald Stóra ólavsøkutiltakið hjá Miðlahúsinum bjóðar í ár framførslur við Marius Ziska og Danny Baldursson, og Hilmar Jan Hansen undirheldur Danny Baldursson fer at syngja síni stóru hitt Marius Ziska spælir nú fyri fyrstu ferð til ólavsøkutiltakið hjá Miðlahúsinum