týsdagur 24. juli 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. juli 2018 · Nr. 84
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í gjár læt upp ein
sera áhugaverd
framsýning
við myndum á
Landssjúkrahús
inum, sum eru
tiknar á sjúkra
húsinum fyri 60
árum síðani
Talan er um myndir, sum er
tiknar á sjúkrahúsinum í 1957
og 1958. Tað er Jesar Hansen
úr Sandavági, sum hevur
tikið myndirnar, tá hann var
innlagdur á sjúkrahúsinum
veturin 1957/58.
Framsýningin er opin til
6. august.
Tað var Rigmor Dam,
landsstýriskvinna í menta
málum, sum setti framsýn
ingin klokkan 15 í gjár.
– Tað eru í ár 30 ár síðan
at Felagið Føroyskir Sjúkr
arøktarfelag var stovnað, tí
hava vit valt at ogna teimum
myndirnar, siga Hanna Han
sen og Anna Hansen sum
hava lagt framsýningina til
rættis.
Jesar var føddur í Sanda
vági 22. august í 1912 og doyði
8. juni í 1977.
Altíð hevði hann mynda
tólið við sær. Eisini tá hann
í 1957/58 var innlagdur á TB,
var tað við.
Tað finnast umleið 3.000
myndir eftir hann, líka frá
1933 og upp til 1960ini.
Sigast kann, at hann hev
ur skarað framúr, men man
hevur ikki dugað at mett um
virðið av arbeiðinum hann
gjørdi.
Sum ungur var hann til
skips og í 1933-34-35 var hann
við »SÓLARIS«. Tað finnast
eisini myndir frá hesi tíðini.
Undir seinna heimsbar
daga var hann í Danmark,
har hann búði suður móti
týska markinum, og dugdi
hann væl týskt, tá hann kom
heim aftur.
Aftur komin til Sanda
vágs fór hann at arbeiða
sum bókhaldari hjá Hjalmari
og stundum var hann eisini í
handlinum.
Tá fyritøkan fór á húsa
gang, flutti Jesar til Noregs
og búsettist í Hammerfest,
har hann fekk arbeiði hjá
»FINDUS«.
Hann
giftist
norskari konu. Tey vóru
barnleys.
Vit hava ongar myndir frá
honum eftir at hann
flutti av landinum.
Stuðlað
framsýningina
hava:
Mentamálaráðið
Felagið Føroyskir Sjúkra
røktarfrøðingar
Vága kommuna
Áhugaverd framsýning
á Landssjúkrahúsinum
Jesar Hansen úr Sandavági hevði altíð myndatólið við
sær. Eisini tá hann veturin 1957/57 var innlagdur á tuberkl
adeildini á Landssjúkrahúsinum, sum tá æt Dronningas
Alexandrines Hospital