týsdagur 24. juli 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 25. juli 2018 · Nr. 84
TÍÐINDI
Svomið verður frá rampu
ni ytst á Molanum og inn
í Krókin við Havnarskriv
stovuna.
Svimjarar skulu ganga
út á endan á Molanum og
vera har í seinasta lagi tá
ið triðseinasti róður byrjar.
Byrjað verður í sjónum.
Málið er stigin á rampuni í
Krókinum – longst til høgru,
tá ið tú kemur svimjandi.
Teinurin, ið svomin verður
er 400 metrar.
Havnar Svimjifelag skriv
ar, at lækni, sjúkrasystrar
og hjálparfólk eru á landi og
í bátum. Tey eru í HS eyð
kennisvestum. Bátar tryggja,
at óviðkomandi bátar verða
hildnir vekk.
– Hóast vit seta trygdina
í hásæti, so eru viðurskifti á
sjónum, ið vit ikki fáa stýrt,
og sum kunnu vera vanda
mikil. T. d. kemur fyri, at
bátar sigla skjótari enn loyvt
er og harvið gera stórar
aldur. Neyðugt er tí, at hvør
einstakur syrgir fyri at hava
nóg stóra frástøðu til keiina.
Umráðandi er, í heila tikið,
at vera umhugsin á sjónum,
skrivar Havnar Svimjifelag.
Kappingin er skip
að í seks bólkar:
•
Kvinnur Opin bólkur
•
Kvinnur
Masters
–
kvinnur, sum eru 25 ár
og eldri
•
Kvinnur
Masters
–
kvinnur, sum eru 50 ár
og eldri
•
Menn Opin bólkur
•
Menn Masters – menn
sum eru 25 ár og eldri
•
Menn Masters – menn
sum eru 50 ár og eldri
Hóast
svimjingin
verður
bólkað sum kapping, so
verður dentur lagdur á, at
hetta er eitt tiltak fyri øll, ið
duga og dáma at svimja – um
tað er fyri at kappast ella ei.
– Høvuðsendamálið er at
luttaka, at røkka málinum
og fáa eitt gott upplivilsi,
skrivar svimjifelagið.
Svimjarar verða mintir á,
at um teimum tørvar hjálp,
so signalera teir við at leggja
seg á ryggin og veipa við
ørmunum.
– Tá tú velur at luttaka,
so gert tú tað undir egnari
ábyrgd. Fært tú skaða í hes
um sambandi, so taka vit
sostatt ikki ábyrgd av skaða
num, sigur Havnar Svimji
felag.
Steyp og heiðursmerkir
verða handað so skjótt sum
úrslitið fyriliggur.
Við ólavsøkusvimjingini í
2010 tók Havnar Svimjifelag
upp aftur gamla siðvenju.
Fyrstu ferð fyriskipað
kappsvimjing var á sjónum
á ólavsøku var í 1912. Fram
til 1934, tá ið fyrsti hylurin í
Gundadali stóð liðugur, varð
av og á svomið kapp á sjón
um á ólavsøku.
Tá ið hesin fyrsti hylurin
varð niðurlagdur í 1949 og
fram til 1961, tá ið nýggi
hylurin í Gundadali stóð
liðugur, hevði Havnin ongan
hyl.
Í 1951 varð tí aftur farið á
sjógv at svimja kapp. Sein
astu ferð, áðrenn 2010, fyri
skipað
kappsvimjing
var
á sjónum á ólavsøku var á
Vestaru Vág í 1954.
Talan er um eitt opið til
tak, har øll eru vælkomin,
siga tey í Havnar Svimjifelag.
Tað ber til at melda seg til
svimjingina á ólavsøku fram
til í seinasta lagi 25. juli við
at flyta kr. 200,- á kontu hjá
Havnar
Svimjifelag
9181-
185.110.3. Viðmerk NAVN á
svimjara og FØÐIÁR. Vit
skulu brúka føðiárið til at
bólkabýta úrslitið.
Ólavsøkusvimjing á Havnar
vág eftir kappróðurin
Aftur í ár skipar Havnar Svimjifelag fyri ólavsøkusvimjing fram við molanum eftir kappróðurin ólavsøkuaftan