týsdagur 24. juli 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. juli 2018 · Nr. 84
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
B36 vil gjarna halda fast í framrættaða spælistílinum, men tað
verður ringt móti turkiska stórfelagnum, Besiktas. – Stuttligt
um vit kláraðu at halda lív í uppgerðini, sigur Jákup á Borg
Tróndur Arge
Hóskvøldið klokkan 19 skal b36
spæla móti Besiktas í 2. undanum
farinum í Europa League. Turkiska
stórfelagið kemur til landið miku
dagin við privat-flogfari, men tað
er líkt til, at onkrar av stjørnunum
ikki eru við.
Europa meistararnir úr Portugal,
Ricardo Quaresma og Pepe, eru júst
byrjaðir at venja. Tað sigst, at tað er
ein lítil møguleiki fyri, at Ricardo
Quaresma er við.
Formaðurin í B36, Rúni Herup
Olsen, ásannar at hetta er eisini
ein stór uppgáva fyri B36, men
at felagið tekur tað sum ein upp
living. Venjarin, Jákup á Borg, vil
gjarna halda fast í framrættaða
spælistílinum, men Besiktas má
ikki fáa pláss at spæla á.
Eli hevur leikbann –
Andrias og Michal eru við
Fyri B36 er Andrias H. Eriksen tøkur
aftur, eftir at hann ikki var við í
Titograd. Hann er síðani blivin pápi
og klárur aftur. Eli F. Nielsen hevur
leikbann eftir trý gul kort, meðan
Benjamin Heinesen og Robert
Heðin Brockie er eitt gult kort frá
at fáa leikbann í Turkalandi. Robert
heðin Brockie kemur væntandi inn
á verjukenda miðvøllin fyri Eli F.
Nielsen.
Hannes Agnarsson er fram
vegis skaddur, meðan Christian
R. Mouritsen, Róaldur Jakobsen
og Jónas Tór Næs eru langtíðar
skaddir. Tað kemur væl við, at
Michal Przybylski nú er tøkur
fyri B36, menm byrjar væntandi á
bonkinum. Hartil verður tað helst
Erlendur Magnusson, sum byrjar á
høgra vongi.
Besiktas leypa á
Jákup á Borg náddi líka at fegnast
um sigurin á Titograd í Monte
negro, áðrenn hann fór í holt við at
kanna Besiktas.
-Tað fyrsta eg hugsaði var bara
“wow”, hvat gera vit nú? Eg havi
hugt eftir teimum og tað er eitt gott
lið. Í mun til fleiri av teimum heilt
stóru og kendu feløgunum, sum
eitt nú Manchester United, ið flytur
bóltin nógv runt, so spælir Besiktas
skjótt og beinleiðis. Eina nerting
og so venda teir móti málinum og
leypa á. Tað er ongin friður, sigur
Jákup á Borg, venjari hjá B36.
Hann vísir eisini at, at Besiktas
seinastu 15 dystirnar hevur havt
bóltin meiri enn mótstøðuliðið,
uttan í Champions League móti
Bayern Munchen, men tá fekk liðið
eisini ein spælara útvístan.
Slíka mótstøða ger eisini, at tað
er ein vandi í øllum.
-Liggja vit kompakt og verju
kent, so spæla teir frá síðu til síðu.
Síðani royna teir at fáa støður, har
tað er ein móti einum. Fara vit fram
á vøllin, so duga teir væl at spæla
afturum verjuna, meðan teir eisini
duga væl at spæla á miðjuni, um
miðvøllurin ikki er til reiðar, sigur
Jákup á Borg.
Hann letur væl at avrikinum
móti Titograd í Montenegro, men
veit at tað er torført at halda fram
rættaða spælistílin móti Besiktas.
-Eg vil gjarna verða trúgvur
móti mínum spælistíli og DNA
num, sum vit hava, men vit mugu
ikki
geva
teimum
pláss. Vit fara at royna at
halda okkum til okkara stíl, men
serliga miðvøllurin fær nakrar
meiri verjukendar uppgávur enn
vanligt, sigur Jákup á Borg.
Venjarin hevur ikki heilt merkt
stóra áhugan fyri dystinum, sigur
seg hava fingið vinarumbønir á
Facebook, meðan nakrir journal
istar hava sett seg í samband við
hann.
Allir mugu bjóða av
Venjarin hjá B36 er ikki í iva um, at
Besiktas er ein væl størri uppgáva
enn Titograd, men venjarin ynskir
at spælararnir liva upp til
serliga seinna dystin.
-Um bara onkur spælari
hjá okkum ikki ger sítt, so kunnu
vit tapa ordiliga stórt. Eg veit, at
tað er stórur munur á Titograd
og Besiktas, men vónandi kunnu
vit brúka avrikið í Montenegro
til at halda lív í uppgerðini. Tað
verður torført, men tað hevði ver
ið stuttligt, sigur Jákup á Borg og
leggur afturat, at liðið má deila
dystin upp í partar.
-Vit deila dystin upp. Eitt nú
spæla vit fyrstu tíggju minuttirnar
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Europa League:
BESIKTAS ER
STÓRUR BITI
FYRI B36
SIGURSDANSURIN SUM FÓR UM ALLAN HEIMIN
Jákup á Borg greiðir her frá sigursdansinum: Vit byrjaðu hatta í 2011, tá Súni
Olsen kom til B36 frá AaB. Síðani hava vit gjørt hatta til endaveitslur og líknandi
høvi. Eftir sigur í Gibraltar í summar gjørdu vit tað á gistingarhúsinum, og avgjørdu
at gera tað um vit vunnu á Titograd. Eg kann líka viðmerkja, at vit bíðaðu til allir
áskoðararnir hjá teimum vóru farnir heim, tí tað er einki háðan í tí. Tað var heldur
ikki ætlað, at tað skuldi ferðast kring allan heimin, men tað er bara stuttligt.