týsdagur 24. juli 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mikudagur 25. juli 2018 · Nr. 84
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
s u m
u m ,
at vit eru
á
odda
1-0
og tað er seinastu
minuttirnar. Tað er fyri at koma
gott í gongd, sigur Jákup á Borg.
Venjarin vil ikki hoyra talan um,
at spælarar eru troyttir ella hava
brúk fyri summarferiu.
-Hetta er so spennandi. Í tríggjar
vikur hava vit næstan liva sum
yrkisspælarar. Vit venja ikki líka
hart, sum vit plaga, men eg vil ikki
hoyra um troyttleika, sigur Jákup
á Borg.
B36
hevur
spælt
ein
dyst
um vikuna, og hevur flutt ólav
søkudystin móti 07 Vestur, so
tað verður eisin tilfeldiði móti
Besiktas.
Telefonin hjá
formanninum gløddi
Telefonin hjá formanninum hjá
B36, Rúna Herup Olsen, gløddi eftir
at B36 hevði vunnið seg víðari til 2.
undanumfarið í Europa League.
Eftir 2-1 sigurin á Titograd stóð
greitt, at B36 skal spæla móti turk
iska stórfelagnum, Besiktas.
Í B36 er uppgávudeiling greið, so
tað er ikki nógvu uppgávurnar, sum
gjørdu at fartelefonin fór gløða.
Heldur vóru tað fegin vinfólki og
B36 viðhaldsfólk, men so sanniliga
eisini sokallður “notefikatiónirnar”,
sum tú fær frá sosialu miðlunum.
B36 legði eitt sjónbandabrot
út av sigursdansinum hjá B36, við
Jákupi á Borg í høvðusleiklutinum.
Hetta sjónbandabrotið bleiv deilt á
Instagram, har tað er vísti fleiri enn
FÓTBÓLTUR
B36 – Besiktas (19.00) Beinleiðis á FM1
Torpedo Kutaisi – Víkingur (17.00)
Torpedo Kutaisi (Georgia)/Víkingur - Kukës (Albania)/Qarabağ
(Aserbadjan)
B36 Tórshavn/Beşiktaş (Turkaland) - LASK (Eysturríki)/ Lillestrøm (Noreg)
Hapoel Haifa (Ísrael)/FH Hafnarfjördur (Ísland) v Atalanta (Italia)/Sarajevo
(Bosnia-H)
Dystirnir verða spældir 9. og 16. august.
Europa League 2. undanumfar:
Europa League 3. umfar:
SPÆLA Á OVARA VØLLI
Hóast talan er um eitt stórlið sum Besiktas, so verður dysturin spældur á
Ovara vølli í Gundadali, meðan Tórsvøllur annars hevði verið eitt upplagt
boð, tá hugsað verður trygt og annað. Tórsvøllur verður tó umbygdur,
meðan B36 helst vil spæla á Ovara vølli, sum er heimavøllurin. – Vit
hava fingið at vita, at Ovara vøllur er góðkendur. Sjálvandi vilja vit
spæla á okkara heimavølli, sigur Rúni Herup Olsen, formaður í B36.
Tað sigur Kaan Bayazit, sum
er turkiskur journalistur, ið er
búðsitandi í Belgia. Hann hevur
eisini ein podcast um Besiktas.
Hann sigur við Sosialin, at
fjórða plássið hjá Besiktas í
landskappingini í fjør, er mis
vísandi, tí liðið kláraði seg so væl
í Champions League, har liðið
kom til 1/8 finalurnar, men tapti
fyri Bayern Munchen.
-Bæði
Galatasaray
og
Fenerbahce, sum eru størstu
kappingarneytarnir,
taptu
tíðliga í EVropa. Tí kundu tey
brúka alla orkuna upp á lands
kappingina,
meðan
Besiktas
brúkti nógva orku í Evropa.
Galatasaray hevur eitt gott
start-ellivu lið, men hópurin er
ikki breiður. Besiktas er í løtuni
væl fyri, men hevur selt onkrar
lyklaspælarar, sigur Kann Baya
zit.
Felagið hevur millum annað
selt spælarar sum Talisca til
Benfica, málverjan Fabri til Ful
ham og Cenk Tosun til Everton.
Í løtuni roynir felagið at selja
navnframa spaniólan, Alvaro
Negredo. Áleyparin er næst
dýrasti spælarin í felagnum.
-Hann hevur ikki livað heilt
upp til prísin. Fekk hann nakað
minni í løn, so giti eg at Besiktas
hevði vilja hildið upp á hann.
Einasti spælarin, sum tjenar
meiri enn hann er Pepe, men
hann verdur pengarnar, sigur
Kaan Bayazit.
Onkrar stjørnur
koma ikki við
Ricardo Quaresma er í skrivandi
løtu komin aftur frá summar
feriu, men tað er óvist um
Evropa-meistarin verður við á
ferðini til Føroya. Landsmaður
in, Pepe, byrjar at venja í vikuni,
so hann verður ikki við.
Kroatiski miðverjin, Domagoj
Vida, sum spældi í HM-finaluni,
verður heldur ikki við. Hann
hevur enn summarferiu, og
verður seldur í næstum.
-Hann er settur í samband
við West Ham og verður nokk
seldur fyri umleið 150 milliónir
krónur. Hann hevur verið settur
í samband við Liverpool, men
tað haldi eg ikki passar, sigur
Kaan Bayazit.
Fyrrverandi miðvallarin hjá
FCK, Atiba Hutchinson, hevur
ikki longt sáttmálan og verður
heldur ikki við.
Venjarin vil leypa á
Venjari hjá Besiktas er Şenol
Güneş. Hann er ein álopskendur
venjari, sum gjarna vil hava
bakkarnar fram við í álop.
Onkuntíð er hann ov djarvur,
heldur turkiski journalisturin
fyri.
Hann nevnir eisini Oğuzhan
Özyakup, sum kemur at spæla
við nummar 10 á rygginum, sum
ein spælara at halda eyga við.
-Hann er uppvaksin í Arsenal.
Hann er maðurin, sum mangan
eigur triðseinasta fótin á. Hann
hevur góðar avleveringar og er
sterkur á bóltinum. Samstundis
er hann ágrýtin í verjuspæli
num, sigur Kaan Bayazit.
Hann nevnir málverjan, 35
ára gamla Tolga Zengin, sum eitt
veikt punkt. Felagið hevur júst
selt Fabri til Fulham. Tí er líkt
til, at 35 ára gamli Tolga Zengin
stendur í mál.
-Hann hevur veikleikar í
spælinum við føtrunum. Hann
er sterkur á strikuni, men kem
ur oftani ikki út. Tað hevur
onkuntíð kostað mál, sigur Kaan
Bayazit.
trondur@sosialurin.fo
Møguligar uppstillingar:
Besiktas (4-2-3-1): Tolga Zengin
- Gökhan Gönül, Gary Medel, Necip
Uysal, Adriano - Dorukhan Toköz,
Tolgay Arslan - Jeremain Lens,
Oğuzhan Özyakup, Ryan Babel - Cyle
Larin
B36 (4-2-3-1): Rói Mørk Hentze –
Andrias H. Eriksen, Bjarni Petersen,
Odmar Færø, Alex Mellemgaard –
Magnus H. Jacobsen, Robert Heðin
Brockie – Erlendur Magnusson,
Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen
– Kaimar Saag
Besiktas – besta
liðið í Turkalandi
60 túsund ferðir, meðan yvir seks
túsund fólk hava viðmerkt.
- Eg fekk nógvar uppringingar,
sms og boð á Facebokk, men eri
eisini ein av umsitarunum av Insta
gram síðuni hjá B36. Har fekk eg
notefikatiónir allatíð, sigur Rúni
Herup Olsen.
Fremst á sosialu miðlunum
B36 leggur nógv fyri á sosialu
miðlunum. Tað hevur vakt ans mill
um viðhaldsfólkini hjá Besiktas,
sum ikki eru so fá samanborið við
eitt nú B36-viðhaldsfólkini.
- Eg haldi tey flestu, sum við
merkja og skriva eru fólk úr Turka
landi. Hetta er kanska met fyri
eitt føroyskt uppslag um fótbólt á
Instagram, so um vit vóru størstir á
sosialu miðlunum áðrenn, so verða
vit tað nokk í eina tíð afturat, sigur
Rúni Herup Olsen við einum smíli.
Hann leggur afturat, at tað eru
ikki so nógvar øðrvísi uppgávur,
nú Besiktas kemur á vitjan, í mun
til aðrar altjóða uppgávur. Munurin
er mest at alt er størri, tá Besiktas
kemur á vitjan, heldur formaðurin
fyri.
B36 selur
sjónvarpsrættindini
Tað kemur væl við í B36, at felagð
nú hevur vunnið seg víðari til 2.
umfar í undankappingini til Europa
League. B36 skal hóskvøldið spæla
móti turkiska Besiktas. Umframt
gjaldið hjá UEFA á 1,9 milliónir
krónur, so fær B36 eisini nakrar
pengar fyri at selja sjónvarpsrætt
indini til dystin.
Formaðurin í B36, Rúni Herup
Olsen, vil ikki siga hvussu nógvar
pengar talan er um, men váttar at
tað er um eina góða upphædd fyri
B36, sum er við fáa avtaluna upp á
pláss.
Tað er yvir 50.000,- og nakað væl
tað, men meiri vil eg ikki siga um
tað. Avtalan er ikki komin endaliga
upp á pláss, men vit vóna at tað
keur upp á pláss í dag. Vit hava sent
eina fyritøku at umboða okkum,
sigur Rúni Herup Olsen, formaður
í B36.
Um ætlaða avtalan kemur upp
á pláss, so verður talan um eina
føroyska framleiðslu av dystinum.
- Vit hava fingið vegleiðing frá
Fótbóltssambandinum og Hans
Eriki Danielsen. Øll útgerð er í
landinum, og vit ynskja at fram
leiðslan er føroysk, sigur Rúni
Herup Olsen.
Dysturin verður helst bara
vístur í Turkalandi, men Besiktas
er eitt stórfelag í Turkalandi, sum
hevur um 80 milliónir íbúgvar.
Dysturin millum B36 og Besiktas
verður hósdagin á Ovara vølli í
Gundadali. FM1 og In.fo siga frá
dystinum.
trondur@sosialurin.fo