týsdagur 24. juli 2018síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. juli 2018 · Nr. 84
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Fyri fáum døgum síðani gjørdi
eg, vegna pápa mín og okkum
avvarandi, vart við syndarligu
støðuna hjá pápa mínum. Eind 4 í
Almannaverkinum er í “industri
feriu” í viku 29 -30 - 31, og tí fær pápi
mín ikki tann stuðul hann hevur
tørv á og rætt til. Summarferian
hjá stuðlunum er nú byrjað, og
hin 28. juni 2018 fingu vit boð
frá kontaktpersóninum, at lítli
stuðulin hann vanliga fær, verður
munandi skerdur hesa komandi
tíðina.
Í útvarpinum segði Hermann
Mortensen, depilsstjóri á Almanna
verkinum, at tey vilja “bøta um
støðuna”. Vit høvdu vón um, at pápi
mín nú skuldi fáa eitt tilboð, ið er
virðiligt og nøktandi - og tá hugsa
vit ikki einans um í feriutíðini
hjá stuðlunum. At tvinga hann at
hoyra undir Eind 4, ið er fyri “Ung
og vaksin við sálarsjúku og autismu
í Suðurstreymoy og Vágum”, bara tí
hann býr í Vágum, er burtur úr vón
og viti. Hann átti heldur at verið í
Eind 8, ið er fyri “Vaksin við sálar
sjúku og seinheilaskaða”, ið harvið
eisini hava ekspertisuna, ið leiðslan
á Eind 4 sjálv sigur seg mangla. Við
tí infrastrukturi vit hava í dag, er
væl gjørligt hjá stuðli, at fáa hann
til Havnar hvønn dag.
Men nei, so var ikki. Tilboðið, ið
vit fingu 11.07.18 frá Andreu Peturs
dóttir, leiðara á Eind 4, var soljóð
andi:
Pápi mín vildi ikki til Sands;
hann sigur nei. Hann vil hava
stuðul heima í nærumhvørvinum.
Tað kann tykjast sum, at leiðslan á
Eind 4, Birita Clementsen og Andrea
Petursdóttir halda, at tilber at
flyta borgarar, eins og talan er um
stykkjagóðs. Samstundis sum tey
gera hetta, velja tey at ekskludera
pápa mínum úr nærumhvørvinum
og øllum tí hann kennir. Pápi mín
hevur heilaskaða, og orsaka av tí
skaðanum hevur hann mest sum
einki stuttminni. Hetta merkir,
at hann hevur stóra tørv á einum
tryggum, góðum og væl skipaðum
gerandisdegi!!! At verða í sínum
kenda umhvørvi, er júst tað, ið ger
hann tryggan, eins og góðar skipan
ir í gerandisdegnum.
Aftur hetta ”tilboðið” vísir eitt
øvut menniskjasýn, tá væntanin
er, at Almannaverkið, ið varar av
samfelagsins
veiku
borgarum,
kann hava ”industriferiu” í tríggjar
vikur. Tað er jú, sum áður nevnt,
ikki nógv vatn runnið í ánni síðan
Edvard Heen vísti á, at streykan hjá
námsfrøðingum var ”lívs hættislig”,
tá starvsfólk ikki vóru tøk. Hóast
hetta, vísir sami stovnur nú aftur
í verki, at tey ikki seta borgaran í
fyrstu rekkju.
Í útvarpinum, hin 09.07.18 kl.
18.00 vísir Tóra við Keldu, forkvinna
í MEGD, á ST sáttmálan, og sigur at:
”borgarar hava rætt til skipanir alt
árið, fyri at tryggja at lívið verður
so sjálvstøðugt sum gjørligt, og
ikki verður latin ov einsamallur;
trýggjar vikur, er hóast alt lang tíð”
og víðari sigur hon at: ”vit sum sam
felag, ikki eiga at góðtaka at hesi
menniskjuni ikki verða vird sum
heil menniskju”.
Pápi
mín
býr
einsamallur
í egnum húsum. Hann hevur
epilepsi. Hann var 57 ára gamal,
hevði arbeiði og var fult arbeiðs
førur, tá hann vegna feilviðgerð á
sjúkrahúsi fekk heilaskaða vegna
iltmangul. Skaðin førdi við sær, at
hann nærum einki stutttíðarminni
hevur, og at hann er kognitivt
ávirkaður; hetta merkir, at hann er
ikki førur fyri at klára seg sjálvan
í dagligdegnum, men megnar hetta
við stuðli. Hann er fysiskt væl
fyri, dámar væl takast við ymiskt,
er sera handaligur, dámar væl at
ganga túrar, og er prátingarsamur.
Í løtuni eru 16 stuðulstímar
fastlagdir um vikuna (uttanfyri
feriutíð hjá eind 4 væl at merkja),
hóast
Vejleford
Rehabilitering
mælir staðiliga til at hann fær 40
tímar um vikuna.Vit hava í fleiri
umførum gjørt vart við hetta
hjá landstýriskvinnuni, Eyðgunn
Samuelsen, ið varðar av hesum
tilboði og leiðslu. Í einum teldu
brævi, ið eg móttók 16. juli 2018,
sigur Eyðgun Samuelsen seg ikki
kunna “viðgerða stakmál”, og boð
ar frá, at hon tí hevur sent hetta
víðari til Almannaverkið. Eyðgunn
valdi, eftir míum tykki, at sleppa
sær undan, og at melda pass. Tað
er hennara fulli rættur at fara inn
í tey stak mál, ið hon hevur hug
til, eins og tað er hennara upp
gáva at hyggja nærri at viður
skiftum, ið borgarar vísa á, ikki
fungera. Somuleiðis meti eg, at
avgerðin hjá landstýriskvinnuni í
Almannamálum, at senda bóltin
aftur til Almannaverkið, soleiðis at
tey framvegis og áhaldandi sleppa
at hóvreiggja sær, júst sum passar
teimum, er ein ógvuliga vánalig
avgerð.
Vegna tey avvarðandi,
Elisabeth Haraldsen,
námsfrøðingur
Heðin Mortensen
býráðslimur í Havn
“Tað er ein stór skomm, at vit sum
høvuðsstaður ikki kunnu hýsa
okkara egnu landsdystum í eini
nýggjari høll, sum hevur kostað
skattgjaldaranum
80
milliónir
krónur.”
Hesi eru orðini, nú borgarstjórin
í Havn, Annika Olsen, við grovari
manipulatión av veruleikanum
roynir at leggja undanfarna býráð
undir at hava brúkt pengar til
einkis upp á tvíhøllina á Hálsi – og
tað enntá ímóti betri vitandi!
Grov manipulatión er tað, tí
tølini hava púrt einki hald í veru
leikanum, men verða bara slongd
út, so tað enn einaferð skal bera til
at seta undanfarna býráð í ringt
ljós, heldur enn at vísa á okkurt
hendinga úrslit hjá sær sjálvum.
Hesum seinasta hevur verið bíðað
leingi eftir – og verður tað enn!
Veruleikin er, at Tórshavnar
kommuna
ongar
80
milliónir
krónur hevur brúkt upp á at út
byggja høllina á Hálsi til tvíhøll.
Tvørturímóti eru játtaðar knappar
51 milliónir krónur til útbygging
ina í 2016 og 2017, og um tær sjey
milliónirnar til flytiligu áskoðara
plássini verða taldar við, er samlaða
upphæddin góðar 57,8 milliónir
krónur!
Tað, sum veruliga er skomm í
øllum hesum, er ikki høllini ella
vantandi góðkenningin av henni til
stórar altjóða dystir, men at Annika
Olsen, borgarstjóri, ikki leggur í at
brúka tey tøl, hon hevur alla at
gongd til sum hægsti kommunali
leiðari í høvuðsstaðnum, men held
ur velur at fabrikera síni egnu tøl, ið
rigga betur sum sverta av teimum,
ið altso hava gjørt nakað.
Loystu trupulleikan
Høvi hennara at sleingja um seg
við milliónatølum, ið púrt einki
hald hava í veruleikanum, er stað
festingin av, at Hondbóltssam
band Føroya ikki fær undantak
frá EHF til at brúka tvíhøllina til
heimadystirnar hjá manslandslið
num í komandi EM-undankapping.
Nei, einki er tvíhøllin nøkur
skomm, tvørturímóti! Hon er bara
enn eitt dømi um eitt býráð, ið
lurtaði eftir tí, feløgini ynsktu og
vildu hava, tí so stórt trýst var á
verandi hallir, at bráðneyðugt var
at fáa ein vøll aftrat til vega.
At økið á Hálsi er ov lítið til
eina marghøll, vistu vit av, so tann
møguleikin var slett ikki við í hesi
avgerðini, sum rættiliga smidliga
fekk útvegað ein vøll aftrat í høll
ini á Hálsi, uttan at virksemið har
frammanundan
var
munandi
ávirkað. Arbeiðið gekk sum eftir
ánni og orsøk er ikki til annað enn
at fegnast um úrslitið, ið ikki bara
gagnaði hondbóltinum og flog
bóltinum, men eisini loysti hølis
trupulleikarnar hjá bæði judo og
borðtennis!
Skuldi talan verið um eina
marghøll, vildi tað tikið fleiri ár at
fingið hana, men trupulleikin hjá
feløgunum við hallar- og vallar
troti hevði ikki verið minni fyri
tað. Við øðrum orðum loystu vit
ein ítøkiligan trupulleika við at út
byggja høllina á Hálsi, tí tað var tað,
sum feløgini í Havn høvdu brúk
fyri og ikki kundu bíða eftir.
Tað stutta av tí langa er, at
ætlanin um eina marghøll í Havn
er eitt heilt annað mál, ið púrt einki
hevur við høllina á Hálsi at gera –
hvørki nú ella longur afturi í tíðini.
Fleiri mugu lyfta
Júst nú er støðan tann, at Hond
bóltssambandið hevur fingið at
vita, at tvær av trimum hallum, ið
biðið varð um undantak til, ikki
kunnu brúkast til heimadystirnar
hjá manslandsliðnum. Hin høllin,
ið heldur ikki fekk undantak, er
Badmintonhøllin í Klaksvík, og tí er
nú bara ein høll eftir, sum er Marg
høllin í Vági.
Hattin av fyri vágbingum, at teir
hava eina høll, ið vónandi sleppur
at lyfta uppgávuna, so vit fáa hesar
stóru hondbóltsdystir til Føroya,
heldur enn at spæla teir uttanlands.
Heimadystir skulu spælast heima,
so nú bara møguleikin í Vági er
eftir, eiga vit sjálvandi øll at vóna,
at tað ber til, umframt at neyðugt
er hjá okkum øllum at standa
saman um tann møguleikan.
Marghøll skal nokk koma í
Havn, men tað er einki smámál, ið
verður loyst í skundi – og so slett
ikki av einum býráðsmeiriluta, ið
higartil hevur verið meira upptikin
av at hyggja aftureftir, enn at seta
ferð á frameftir!
Hartil krevst eisini, at landið
verður ein virkin viðspælari. Kann
í hesum viðfangi nevna, at land
ið ikki stuðlaði útbyggingini av
høllini á Hálsi við einum oyra,
so har er sanniliga nógv, ið kann
arbeiðast betur, tá ein marghøll
skal gerast. Tað er ikki ein uppgáva
hjá Tórshavnar kommunu einsa
mallari at reisa eina slíka høll, so
tá hon skal gerast – vónandi sum
skjótast – skulu fleiri partar til at
lyfta ta uppgávuna.
Støðan hjá pápa mínum harmar
Eyðgunn, men hon meldar pass
Rein manipulatión, Annika!
Tað er nógv fyri at síggja borgarstjóran í Havn sleingja um seg við
milliónatølum, ið púrt einki hald hava í veruleikanum