týsdagur 24. juli 2018síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 25. juli 2018 · Nr. 84
Frammi í Dal 166 – 410 Kollafjørður
Tlf. 47 90 00 - www.bst.fo
Ullarmóttøka
á Búnaðarstovuni
á sumri 2018
Frá 19. juli til 18. august 2018 verður tikið ímóti
ull á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Tikið verður
ímóti ull hósdag og friggjadag frá kl. 10.00 til kl.
17.00 og leygardagar frá kl. 13.00 til 18.00.
Tikið verður tó ikki móti ull ólavsøkuaftan.
Er talan um størri nøgdir, er best, at tygum
avtala tíð frammanundan. Ullin verður
góðskumett og avroknað eftir góðsku.
Ullin skal vera turr, rein og nosslig og stungin í
reinar posar.
Tikið verður ikki ímóti ull við skræpu ella
málingarrestum í, vátari ull, ella ull við ov
nógvum mosa, bosi ella eyri í, og heldur
ikki ímóti pesjum (fleirárað ull). Ull við
fremmandalikamum í (t.d. restir av bótum, tráði
o.tíl.) verður somuleiðis vrakað. Ansi eftir at
taka hetta frá, áðrenn komið verður við ullini til
Búnaðarstovuna.
Ullin verður skild í tveir góðskuflokkar, I. flokk
og II. flokk.
Tøvd ull, hálsull og møgulig búkull o.tíl. verður
avroknað í II. flokki.
Jú betur ullin er hagreidd og flokkað frá
veitarans hond, jú skjótari gongur avrokningin á
móttøkustaðnum.
Fyri ull í I. flokki verður latið kr. 10,- fyri kg,
íroknað MVG.
Fyri ull í II. flokki verður latið kr. 1,50 fyri kg,
íroknað MVG.
Er veitarin ikki MVG skrásettur, verður prísurin tí
ávikavist kr. 8,- og kr. 1,20 fyri kg.
Navn, P-tal ella V-tal og konto nr. at flyta gjaldið
fyri ullina á, skulu upplýsast, tá ullin verður latin
inn.
Avtalað er við MBM sølustøðini kring landið, at
hesi selja vælegnaðar posar frá Vest Pack at
stinga ullina í. Tað er tó ikki ein treyt, at hesir
posar verða nýttir.
Eru ivamál, vendið tykkum tá til Dortheu
Joensen, á tlf. 29 90 19 ella dj@bst.fo.
Alt á einum stað
Vit útinna allar uppgávur í sambandi
við eina jarðarferð frá byrjan til enda
• Kistur
• Sangir, blómur og kransar
• Sangarar (í Tórshavn)
• Ervi
• Líkflutningur til og úr Føroyum
• Líkbrenning (Kremering)
Tel. 51 17 23
www.gravarhjalp.fo
Bandagistur og skómakari frá SAHVA, verða á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi 13. 14. og 15. aug. 2018
Tíð fæst við at ringja á tlf. 45 45 45, mánadag og
týsdag kl. 10 - 12 , í seinasta lagi týsdagin
08. aug. 2018
Klaksvíkar Sjúkrahús
Klaksvíkar Sjúkrahús
FO-700 Klaksvík
Tel. 320 320 · www.petri.fo
Ókeypis kanning
av protesum
Nýgerð, umvælingar og eftirlit av tannprotesum
Nýtt smíl?
Rigsombudsmanden på Færøerne
KUNNING Í SAMBANDI
VIÐ YVIRTØKU Á
ÓLAVSØKU
Persóns-, familju- og arvarættarliga økið verður
yvirtikið av føroyskum myndugleikum tann 29.
juli í ár.
Hetta merkir, at frá hesum degi er tað nýstovnaða
Familjufyrisitingin, ið tekur sær av allari
málsviðgerð og ráðgeving innan hetta økið.
Sostatt skulu fólk frá 29. juli at rokna venda sær
til Familjufyrisitingina, um tey hava ørindi innan
persóns-, familju- og arvarættarliga økið.
Kontaktupplýsingar til Familjufyrisitingina eru:
Familjufyrisitingin
Undir Bryggjubakka 27
FO-100 Tórshavn
T-postur: famf@famf.fo
Telefon: 202224
www.famf.fo
Heimasíðan og teldupostadressan hjá
Familjufyrisitingini er virkin frá 29. juli 2018.
Skrivstovan hjá Familjufyrisitingini letur upp
mánadagin 6. august 2018. Nærri kunning verður
at finna á heimasíðuni www.famf.fo frá 29. juli.
Lýsing eftir umsøkjarum til:
LOYVI TIL
ELFRAMLEIÐSLU
ÚR VINDORKU Á EIÐI
Lýst verður eftir umsøkjarum til loyvi at fram
leiða el úr vindorku á Eiði.
Økið til vindmyllurnar er í haganum Suðurhelvt
á Eiði.
Samlaði framleiðslumátturin, sum loyvi kann
gev ast til, er í mesta lagi 18 MW og eftir ætlan
verð ur vindmyllulundin sett upp á sumri 2020.
Loyvið kann veitast sambært § 5 stk. 2 í løg
tings lóg nr. 59 frá 7. juni 2007 við seinni broyt
ing um um framleiðslu, flutning og veiting av rav
magni.
Umhvørvisstovan kann velja ikki at veita nakað
loyvi og kann somuleiðis gera av at veita eitt
loyvi minni enn 18 MW.
Umsóknarblað og nærri upplýsingar
Umsóknarblað fæst á Orku á Umhvørvisstovuni,
har nærri treytir fyri at kunna søkja eru lýstar.
Eru spurningar ber til at tosa við Ara Johanneson,
ráð geva á Orku á Umhvørvisstovuni, tlf. 282860.
Umsóknarfreistin er 1. august 2019.
Umsóknir skulu sendast til: Umhvørvisstovan,
Traða gøta 38, Postboks 2048 FO165 Argir
Starvsmarknaður
í Sosialinum
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Mikudagur 14. mars 2018 · Nr. 31