týsdagur 16. november 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 219 - 16. november 2004
Nr. 219 - 16. november 2004
3
UTTAN ÚR HEIMI
Iran slakaði
Eftir trýsti úr Bretlandi,
Fraklandi og Týsklandi
hava myndugleikarnir í
Iran játað at gevast við
at ríka uran.
Iran skrivaði í síðstu
viku undir ein sátmála
við tey trý londini, og
sunnukvøldið
segði
iranski samráðingarleið-
arin, Hassan Rohani, at
landið er gingið við til at
steðga
øllum
sínum
kjarnorkuætlanum. ST
hevur hótt Iran við hand-
ilstiltøkum, men sam-
bært Rohani lýkur sátt-
málin við tey evropeisku
londini allar tær treytir,
sum ST hevur sett.
Sunnukvøldið
kunn-
gjørdi altjóða kjarn-
orkustovnurin IAEA, at
hann hevði fingið at vita
frá iransku stjórnini, at
hon hevur steðgað øllum
sínum kjarnorkuætlan-
um.
USA hevur leingi lagt
Iran undir at royna at út-
vega sær kjarnorkuvápn.
Hesum hevur stjórnin í
Teheran víst aftur og
hevur víst á, at landinum
tørvar kjarnorkuna fyri
at nøkta tann skjótt
veksandi orkutørvin.
Færri fátækir
danir
Fyrr var fátækradømi
rættiliga vanligt ímillum
eldri fólk í Danmark,
men soleiðis er ikki
longur.
Orsøkirnar til broyt-
ingina eru fleiri. Nógvir
av teimum núverandi
pensjonistunum í Dan-
mark hava verið virknir
á arbeiðsmarknaðinum
og hava tí eina pensjóns-
uppsparing
at
dúva
uppá. Fyrr vóru tað ser-
liga kvinnurnar, sum
vóru illa fyri fíggjarliga,
tá tær gjørdust eldri,
men soleiðis er ikki
longur, tí eisini tær hava
nú uppsparing frá ar-
beiðstíðini.
Kortini vísir tað seg,
at tað eru framvegis fólk
í Danmark, sum hava ilt
við at fáa endarnar at
røkka
saman.
Ber-
lingske Tidende skrivar,
at hesin bólkurin um-
fatar serliga einligar
mammur við fleiri børn-
um og fólk, sum liva av
kontanthjálp frá tí al-
menna. Ein uggi hjá
dønum er, at har er fá-
tækradømið
minkað,
samstundis sum tað er
vaksið í fleiri øðrum
londum.
Tutankamon
skal kannast
Egyptisku myndugleik-
arnir hava gjørt av at
kanna, hví tann søguligi
kongurin Tutankamon
doyði bara seytjan ára
gamal.
Tutankamon var kong-
ur í Egyptalandi fyri
umleið 3.300 árum síð-
ani. Hann var bara átta
ára gamal, tá hann tók
við, men níggju ár seinni
doyði hann. Í 1922 var
gravkamar
hansara
funnið uttan fyri býin
Luxor har suðuri í
Egyptalandi, og síðani
hava fornfrøðingar og
søgufrøðingar gitt, hví
hann doyði so ungur.
Í 1968 vórðu rønt-
genmyndir tiknar av
Tutankamon, og tær
bendu á, at hann doyði í
bardaga ella av einum
slagi í høvdið. Men sam-
bært egyptisku forn-
frøðingunum vóru tær
kanningarnar ikki nóg
álítandi. Harafturat eru
kanningartólini
ment
nógv hesi árini, og tí er
ætlanin at kanna líkið
eina ferð afturat.
Ongar hít-
reklamur
Hóast
eyðkvæmistil-
burðirnir eru øktir nógv
í Singapore tey seinastu
árini, vilja myndugleik-
arnir ikki eggja fólki til
at brúka hít.
Balaji
Sadasvian,
heilsumálaráðharri, sig-
ur
við
sjónvarpið
Channel NewsAsia, at
myndugleikarnir ásanna
gagnið av at nýta hít,
men at teir vilja ikki
eggja fólki til at brúka
hít kortini, tí ein tílík
áheitan
hevði
fallið
einum parti av fólkinum
fyri bróstið, sigur hann.
Tí verða ongar reklamur
fyri hítum at síggja í
Singapore, sigur ráð-
harrin.
Umleið tríggjar milli-
ónir fólk búgva í Singa-
pore. ST sigur, at umleið
4.000 fólk har eru HIV-
smittað, men at talið
kann koma upp í 15.000
innan 2010, verða eingi
munagóð fyribyrgingar-
tiltøk sett í verk.
Fyri fyrstu ferð í meiri
enn 30 ár hevur her-
valdið í Kili viðgingið
illgerðirnar ímóti polit-
isku andstøðingunum
tey árini, hernaðar-
stýrið sat við valdið
KILI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Líka síðani tað blóðuga
hernaðarkvettið tann 11.
september í 1973 hevur
hervaldið í Kili avsannað,
at politiskir andstøðingar
vórðu píndir og myrdir tey
seytjan árini, herurin hevði
valdið í landinum. Men nú
ein almenn frágreiðing
hevur avdúkað framferðina
hjá hernaðarstýrinum, við-
gongur herleiðslan illgerð-
irnar.
Í frágreiðingini stendur,
at minst 35.000 fólk vórðu
sett í fongsul og illa pínd.
Meiri enn 3.000 vórðu
myrd. Summi teirra vórðu
slept úr tyrlum niður yvir
Kyrrahavið ella jøklarnar í
Andesfjøllunum.
Nøkur
teirra vórðu tveitt livandi úr
tyrlunum.
Núverandi verjuovastin í
Kili,
generalurin
Juan
Emilio Cheyre, bað um
vikuskiftið kilska fólkið
um umbering.
– Øll hesi árini hevur her-
valdið avsannað illgerðir-
nar. Vit hava umborið okk-
um við, at tað kalda kríggið
herjaði tá, og at tað var
neyðugt at berjast ímóti
teimum vinstravendu. Men
hetta er eingin umbering
fyri at pína og myrða fólk.
Tí biði eg øll tey, sum
gjørdust offur fyri hesari
framferðini, um umbering,
segði generalurin við blað-
ið La Tercera.
Ricardo Lagos, forseti, er
sera fegin um, at hervaldið
hevur viðgingið síni mis-
tøk.
– Hetta er eitt søguligt
skjal, tí hetta er fyrstu ferð,
at hervaldið viðgongur, at
mannarættindini
vórðu
brotin, meðan hernaðar-
stýrið hjá Pinochet ráddi.
Hetta er ein fagnaðardagur
fyri tað kilska demokratiið,
sigur tann sosialistiski for-
setin.
Sambært frágreiðingini
um framferðina hjá hern-
aðarstýrinum vóru tað ser-
liga herurin og herflotin,
sum gjørdu seg inn á
andstøðingarnar, og hildið
verður, at umleið 70.000
hermenn og onnur tóku lut
í tiltøkunum. Teir flestu
andstøðingarnir vóru stu-
dentar, fakfelagsleiðarar,
vinstrasinnaðir politikarar
og mentafólk.
Gamli hernaðarleiðarin,
Augusto Pinochet, er hig-
artil sloppin undan rættar-
sókn, tí læknar hansara
halda ikki, at hann er nóg
byrgur til at koma fyri
rættin. Ákæruvaldið hevur
kravt hann kannaðan av
nýggjum, og nú verður
bíðað eftir, hvat tær kann-
ingarnar hava víst, skrivar
Reuter úr Santiago.
Hjálparfelagsskapir
sleppa ikki inn í
Falluja við neyðhjálp,
tí viðurskiftini eru
ikki nóg trygg enn
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Sunudagin søgdu ameri-
kanararnir, at teir høvdu
tikið irakska býin Falluja,
men í gjár vóru aftur bar-
dagar summastaðni í bý-
num.
Teir seinastu dagarnar
hava fleiri tíðindastovur
borið tíðindi um, at nógv
fólk í Falluja hava hvørki
fingið vátt ella turt í fleiri
dagar. Nógv fólk hava eis-
ini fingið skaða av bumb-
um og granatum, og fleiri
eru deyð. Ein tíðindamaður
hjá Reuter greiddi í gjár frá,
at nógv lík liggja í gøtunum
í býnum.
Í gjár komu sjey lastbilar
hjá muslimska hjálparfe-
lagsskapinum Reyða Hálv-
mána til Falluja við neyð-
hjálp, men amerikonsku
hermenninir steðgaðu teim-
um og góvu teimum boð
um at bíða uttan fyri býin.
Amerikanska herleiðslan
sigur, at minst 1.200 upp-
reistrarmenn eru deyðir í
bardøgunum um Falluja. 38
amerikanskir hermenn eu
deyðir, og næstan 300 eru
særdir.
Túsundtals fólk í Falluja
fáa hvørki vátt ella turt
Herurin í Kili viðgongur píning og morð
Augusto Pinochet. Hernaðar-
stýri hansara myrdi umleið
3.000 andstøðingar, og meiei
enn 35.000 vórðu pínd
Hesin tvey ára gamli drongurin misti annað beinið í einum granatálopi í Falluuja. Men hann
var heppin at sleppa á sjúkrahús
Mynd: Reuters
Borgarstjórarnir í
Klaksvík og í Mikla-
dali heita á lands-
stýrið um at brúka
nýggju ferjuleguna í
Kalsoynni meira, so
at verulig nytta fæst
burtur úr millióna-
íløguni
FERÐASAMBAND
Eyðun Klakstein
Borgarstjórarnir í Klaksvík
og Mikladals kommunu
heita í einum opnum brævi
til Jógvan við Keldu, lands-
stýrismann, á myndugleik-
arnar um at betra um
ferðasambandið
millum
Kalsoynna og Klaksvík.
Teir halda, at tað nyttar
lítið at gera eina nýggja
ferjulegu fyri eina stóra
millióna upphædd, men so
ikki brúka hesa ferjuleguna
meira, enn ætlanin er.
– Serstakliga er tað sam-
bandið til og frá Kalsoynni
um kvøldið, sum als ikki er
til staðar, skriva Steinbjørn
O. Jacobsen og Markus í
Norðnástovu í brævinum til
landsstýrismannin í inn-
lendismálum, sum millum
annað umsitir samferðslu-
og útoyggjamál.
Mangla samband
tíðliga og seint
Strandferðslan hevur gjørt
eitt uppskot um nýggja
ferðaætlan, tá ið nýggja
ferjulegan
á
Syðradali
verður tikin í nýtslu um
ársskiftið, og sambært hes-
um uppskoti, sum er sent til
hoyringar, verður eingin
túrur sigldur eftir nátturða-
tíð.
– Hetta ger, at fólkið á
Kalsoynni – hóast spildur-
nýggja
ferjulegu,
sum
hevur kostað landskassan-
um eina milliónaupphædd
– framvegis verða avskorin
frá at luttaka í frítíðar-virk-
semi, ítrótt og sosialum til-
tøkum ella kvøldskúla-
undirvísin í Klaksvík ella
aðrastaðni á meginlandin-
um, siga borgarstjórarnir í
brævinum til landsstýrið.
Teir finnast eisini at, at
siglingin ikki byrjar nóg
tíðliga á morgni, so at eitt
nú miðnámsskúlanæmingar
á Kambsdali kunnu búgva í
Kalsoynni.
Kostar eina millión
um árið
Borgarstjórarnir í Klaksvík
og Mikladali hava havt
fund
við
umboð
fyri
Strandferðsluna fyri at fáa
meira
sigling
millum
Klaksvík og Kalsoynna,
men nú uppskotið um
nýggja ferðaætlan er gjørd,
eru ongir kvøldtúrar.
– Tí mugu vit tíverri
staðfesta, at nyttan av hesi
milliónaíløgu verður skerd
munandi, tí landið ikki setir
tann neyðuga peningin av á
rakstrarsíðuni, so sigling
um kvøldið eisini verður
gjørlig, siga teir báðir
borgarstjórarnir.
Sambært teimum fer ein
víðkan av ferðaætlanini at
kosta Strandferðsluni eina
millión krónur um árið, og
verðandi játtan til Strand-
ferðsluna røkkur ikki til.
Biða um hjálp
Steinbjørn O. Jacobsen og
Markus
í
Norðnástovu
heita í brævinum á Jógvan
við Keldu, landsstýris-
mann, um at taka neyðugu
stigini til at útvega Kals-
oyarleiðini pengar, so veru-
lig nytta fæst burtur úr
nýggju ferjuleguni.
– Við bilferjusambandi
hevur Kalsoyggin fingið
ein søguligan møguleika at
menna seg sum ein lands-
lutur. Nú restar bert ein
avmarkað rakstrarjáttan, og
hana vóna Klaksvíkar og
Mikaldals kommunur, at
landsstýrismaðurin fer at
gera sítt ítarsta til at at veita
teimum, siga borgarstjór-
arnir í brævinum.
Lágt
arbeiðs-
loysi
Arbeiðsloysið í Før-
oyum er ikki serliga
stórt í mun til hini
norðanlondini.
Í
veruleikanum hava
vit í Føroyum næst-
lægsta arbeiðsloysi í
norðurlondum. Í sep-
tember var arbeiðs-
loysið í Føroyum 3,5
%, og bert í Íslandi
var tað lægri, nevn-
liga 2,6 %.
Hægsta
arbeiðs-
loysið í Norðan-lond-
um er í Finlandi, har
tað er 8,4%. Í Dan-
mark er arbeiðsloysið
í løtuni um 4,5%.
-tn
Kalsoyingar stríðast
fyri at fáa kvøldtúr
Kalsoyingar gleða seg til, at nýggja ferjulegan á Syðradali
verður tikin í nýtslu, men teir vilja hava túrar fyrri og seinni á
degnum
Lesið meira
á síðu 5
C
M
Y
K
3
2