týsdagur 16. november 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 219 - 16. november 2004
Nr. 219 - 16. november 2004
5
Eingin
promillu-
koyring
Í sambandi við KÌ-
veitsluna fór løgreglan
manssterk út um mið-
náttarleitið,
fyri
at
kanna bilførararnar fyri
rúsdrekkakoyring. Eini
50-60
bilar
vórðu
steðgaðir, men ikki ein
einasti varð yvir pro-
millumarkið. – Tað er
bara gleðiligt, at fólk
her norðuri duga at
uppføra seg, staðfestir
vakthavandi.
Útblakaður
Leygarkvøldið var ein
gestur á einum lokalum
vertshúsið í Klaksvík,
sum ikki dugdi at upp-
føra seg ordiliga. Við-
komandi varð tí blak-
aður út. Løgreglan varð
tilkallað, og maðurin
var tveittur út á ein held-
ur ógvusligan hátt. Tað
stendst tó ikki meira av
málinum.
Rok á KÍ-
veitsluni
Leygarkvøldið var KÍ-
veitsla hildin í ítrótt-
arhøllini í Klaksvík.
Vakthavandi sigur, at
tað gekk sera friðarligt
fyri seg, tó at tað eina-
ferð um 5 tíðina sunnu-
morgunin var nakað av
rokið uttanfyri høllina.
Eini 10-12 mans vóru
farnir upp at kjakast,
allarhelst um fótbólt, og
tað endaði við, at teir
allir fóru til hendurs.
Tveir av monnunum
endaðu á skaðastovuni,
men vakthavandi sigur,
at tað fyribils ikki verð-
ur nøkur sak burturúr
málinum.
– Allir menninir vóru
ávirkaðir av rúsdrekka
og teir høvdu allir
sligið, so tað er hopleyst
at greina eitt slíkt mál út
í æsir. Eitt tílíkt mál
verður bert noterað sum
»slagsmál«, ikki harð-
skapur, og tí verður
fyribils ikki meir gjørt
við tað, greiðir vakthav-
andi í Klaksvík frá.
Hann sigur, at tá løg-
reglan kom á staðið
góvust menninir av sær
sjálvum, so tað var ikki
neyðugt hjá løgregluni
at leggja uppí.
Í krókunum á Christ-
iansborg, verður nógv
gitt um fólktingsval í
ótíð. Meiningarnar
eru ymiskar, men
verður val, kann
henda, at Bush verður
ein trupulleiki fyri
Fogh
FÓLKATINGIÐ
Marjun Dalsgaard
Christiansborg
Danir hava ikki fyri vana at
lata uttanríkispolitikk á-
virka teirra val til fólka-
tingið, og tað gera teir
møguliga heldur ikki hesa
ferð. Tó er tað ikki óhugs-
andi, at amerikanska for-
setavalið fær ávirkan á eitt
komandi
fólkatingsval.
Hóast kanningar vísa, at
fleiri og fleiri danir taka
undir við krígnum í Irak,
siga aðrar kanningar, at teir
eisini eru sera ónøgdir við
tætta samarbeiðið millum
afturvalda
amerikanska
forsetan George W. Bush
og teirra egna forsætisráð-
harra, Anders Fogh Ras-
mussen.
Tað er tí nærliggjandi, at
andstøðan
við
Mogens
Lykketoft á odda fer at
brúka George W. Bush í
einum valstríði til fólka-
tingsvalið, eins og støðan í
Irak væntandi fer at fylla
nógv. Ein orsøk til hettar er,
at lítil og eingin munur er á
politikkinum hjá stjórnini
og andstøðuni - hvørgin
teirra hevur hug at flyta seg
frá tí breiðu miðjuni, ið
tryggjar ein valsigur, og
uttanríkismál
kunnu
tí
gerast avgerandi. Evnini,
sum skilja partarnar og
kunnu brúkast í valstríð-
num eru tætta samstarvið
millum Fogh og Bush,
danska luttøkan í Irak og
útlendingaspurningurin.
Bush í valstríðnum
At síggja til hevur tað ikki
ávirkað undirtøkuna hjá
Anders Fogh Rasmussen, at
hann tekur undir við uttan-
ríkispolitikkinum hjá Bush.
Seinastu veljarakanning-
arnar vísa, at hann er væl-
dámdur. Men hetta kann
sjálvsagt broytast undir
einum valstríði - tað velst
um, hvønn politikk Bush
fer at reka, og hvussu danir
taka tað. Tað er ikki vist, at
danir góðtaka, at teirra
stjórn stuðlar politikkinum
hjá Bush, um hann fer
undir enn eina hernaðarliga
einagongd. Eftir ameri-
kanska forsetavalið søgdu
bæði Anders Fogh Rasmus-
sen og uttanríkisráðharri
hansara, Per Stig Møller, at
nú fóru vit at síggja ein
annan Bush - ein bleytari
Bush, sum fór at rætta al-
tjóða samfelagnum hond-
ina og skapa frið í mið-
eystri. Síðan hevur einki
týtt uppá, at teir høvdu rætt
í hesum. Tvørturímóti hava
bæði Bush og Powell sagt,
at teir síggja valúrslitið 3.
november sum eitt at-
gongumerki til at halda
somu leið. At Fogh og Per
Stig Møller vóna nakað
annað kann skiljast sum ein
óbeinleiðis atfinning móti
politikkinum hjá Bush í
undanfarna valskeiði. Hetta
kann bæði føra við sær, at
danski veljarin ber yvir við
stuðlinum til Bush júst í
krígnum móti yvirgangi,
men kann eisini skapa
ónøgd, um Anders Fogh
Rasmussen stendur við sín
stuðul til Bush, hóast hesin
velur eina enn harðari kós
enn higartil á uttanríkisum-
ráðnum.
Útlendingakjak
Eitt annað mál, sum helst
stingur seg upp til eitt kom-
andi fólkatingsval er út-
lendingamálið, og eru við-
urskiftini við Bush óheppin
fyri Fogh, so kann út-
lendingakjakið gerast sera
óheppið fyri formannin í
danska Javnaðarflokkinum,
Mogens Lykketoft. Um-
framt at Karen Jespersen
júst hevur klamsað við
hurðunum á Christiansborg
og er rýmd, tí Javnað-
arflokkurin eftir hennara
meting førur eina ov lina
útlendingalinju,
hevur
flokkurin slingrað so nógv
á hesum økinum, at hann
hevur mist veljarar bæði til
høgru og vinstru síðan
1997, tá Pia Kjærsgaard av
álvara trein inn á politiska
pallin við evninum "de
fremmede", sum hon kall-
aði tey tá. Javnarðflokkurin
hevur aldrin megnað at
finna eina leið, ið flestu
veljarir teirra kunnu góð-
taka. Hinvegin hevur VK
stjørnin saman við Dansk
Folkeparti staðið sera føst í
sínum útlendingapolitikki,
og hevur harumframt júst
varpað ljós á málið í sam-
bandi við viðgerðina av
fíggjarlógini, har tað varð
avgjørt at asylsøkjarir, ið
hava fingið noktað uppi-
hald í Danmark skulu send-
ast heim beinanvegin. Vilja
heimlondini ikki taka ímóti
teimum, verður skorið í
menningalandshjálpini,
sum hesi lond annars fáa úr
Danmark. Fyri Piu Kjærs-
gaard er hetta enn eitt kær-
komið høvi at vísa sínum
veljarum, at hon ger nakað
við síni aðalmál.
Bush kann gerast
avgerandi fyri Fogh
Tað er ikki vist, at danir góðtaka, at teirra stjórn stuðlar
politikkinum hjá Bush, um hann fer undir enn eina
hernaðarliga einagongd
Tað tykist heilt greitt,
at fólkatingsval kann
verða útskrivað, nær
tað skal vera.
Fíggjarlógin fyri 2005
traðkar ongum á
tærnar, og forðar tí
ikki fyri, at val verður
í januar
FÓLKATINGIÐ
Marjun Dalsgaard
Christiansborg
Fólkatingsval kann verða
útskrivað hvørja løtu, og
sjálvt um teir hava hoyrt tað
fyrr, hava donsku and-
støðuflokkarnir ikki ráð til
at sita eftir á. Teir eru farnir
í valstríð. Prenta plakatur
og dyrgja eftir atkvøðum.
Flokkarnir liggja í støð-ug-
um valstríði uttan at vita
nær valið verður — og um
tað verður. Tað er bert ein,
ið veit við hetta vissu, og
tað er Anders Fogh Ras-
mussen. Maðurin er kendur
fyri sítt taktiska snildi, og
um tað er tilætlað ella ikki,
argar hann andstøðuna og
syrgir fyri, at hon er undir
konstantum trýsti – klár til
val.
Fíggjarlógin fyri 2005,
sum varð samtykt miku-
dagin, kann metast sum enn
eitt stig móti einum Fólka-
tingsvali. Hon er vandaleys
og traðkar ongum á tærnar.
Búskaparfrøðingar siga, at
hon ikki er serliga áhuga-
verd reint politiskt og ber
brá av, at stjórnin ikki vil
stoyta nakran frá sær.
Serliga Dansk Folkeparti
kann gleðast um, at tey
hava fingið síni yndismál
ígjøgnum — til dømis fáa
tey eldru nógv burturúr
nýggju fíggjarlógini. Hartil
fekk Pia Kjærsgaard enn
einaferð sett fokus á útlend-
ingapolitikkin, tá hon í
síðstu viku noktaði at við-
gera fíggjarlógina, um VK
stjórnin ikki lovaði at senda
teir 2.200 asylsøkjararnir
heim beinanvegin, sum
hava fingið noktað uppi-
haldsloyvi í Danmark. Ein
strangur
útlendingapoli-
tikkur er eisini gott valagn í
Danmark í dag.
Stóra undirtøkan, sum
Anders Fogh Rasmussen
fær í veljarakanningum nú,
kann eisini merkja, at val
verður skjótt. Seinasta velj-
arakanningin hjá Rambøll
Management gav stjórnini
og stuðulsflokkinum Dansk
Folkeparti 88 mandatar til-
samans, og tað er nokk til,
at hon kann verða sitandi.
Fólkatingsval nærkast
Enn er ikki greitt, um
Zacharias Zacharias-
sen heldur fram sum
borgarstjóri í Fugloy
BYGDARÁÐ
Eyðun Klakstein
Fugloy:
Borgarstjórin í
Fugloy seinastu fimm árini
fekk flestar atkvøður, tá ið
29 av 40 veljarum vóru á
kommunuvali í Fugloy í
farnu viku.
Zacharias
Zachariasen
hevur sitið í bygdaráðnum
seinastu 16 árini, og hann
heldur fram tey næstu fýra.
– Enn er ikki greitt, um eg
skal
halda
fram
sum
borgarstjóri. Eg skal kalla
inn til fund, men tað havi eg
ikki gjørt enn, tí tann eini
limurin er burturstaddur,
sigur Zacharias Zachariaen.
– Tað hevur ikki stóran
skund at fáa skipað okkum,
men vit gera tað sjálvandi
áðrenn nýggjár, soleiðis
sum tað skal gerast, sigur
hann.
Umframt Zacharias Zach-
ariasen sita Jóanes Christi-
ansen og Amalja í Frammi-
stovu í nýggja bygda-
ráðnum. Amalja varð vald
fyri Absalon Lydersen, sum
ikki stillaði uppaftur.
Stjórin á Strand-
ferðsluni sigur, at í
sambandi við nýggju
ferðaætlanina til
Kalsoynna, hevur
Strandferðslan lurtað
eftir ynskjunum frá
fólkinum í oynni
SAMFERÐSLA
Eyðun Klakstein
Stjórin á Strandfaraskipum
Landsins stendur spyrjandi,
nú borgarstjórarnir í Klaks-
vík og í Mikladali hava sent
landsstýrismanninum skriv
um at fáa túrar millum
Klaksvík og Kalsoynna fyrr
og seinni á degnum.
– Tá ið vit arbeiddu við
nýggju
ferðaætlanini,
gjørdu vit tað í samstarvi
við Útoyggjafelagið. Fólk í
Kalsoynni vóru spurd um
ferðaætlanina, og vit hava
tikið hædd fyri tí í upp-
skotinum, sigur Kristian
Davidsen, stjóri á SL.
Um ársskiftið verður
nýggja ferjulegan á Syðra-
dali tikin í nýtslu, og tað er
í tí sambandinum, at nýggj
ferðaætlan verður gjørd.
Bilferja skal sigla millum
Klaksvík og Kalsoynna.
Kvøldtúrar ikki við
Borgarstjórarnir í Klaksvík
og í Mikladali siga í brævi
til Jógvan við Keldu, lands-
stýrismann, at neyðugt er
við fleiri túrum – bæði
tíðliga á morgni og seint á
kvøldi.
– Hetta var ikki partur av
arbeiðnum
við
nýggju
ferðaætlanini, og tað er eitt
heilt annað mál at fáa
kvøldtúrar, tí tá er helst
neyðugt við eini manning
afturat, og tað kostar peng-
ar, sigur Kristian Davidsen.
Landsstýrismaður
uppí
Í brævinum siga borgar-
stjórarnir, at sambært tølum
hjá Strandferðsluni fer tað
at kosta eina góða millión
krónur at fáa fleiri túrar,
men hetta talið kennir
stjórin á Strandferðsluni
einki til.
– Vit hava ikki kannað,
hvat tað fer at kosta at sigla
kvøldtúrar til Kalsoynna,
og tí kunnu vit ikki siga
nakra upphædd, sigur hann.
Kristian Davidsen fjalir tó
ikki út yvir, at skal Strand-
ferðslan røkja sigling seint
á kvøldi í Kalsoynna, so er
neyðugt við fleiri almenn-
um krónum.
Málið er nú farið til
Jógvan við Keldu, lands-
stýrismann, og hann eigur
ein avgerandi leiklut, skulu
pengar játtast til Kalsoyar-
leiðina.
Fýra av teimum fimm
bygdaráðslimunum,
sum hava sitið í
bygdaráðnum á Við-
areiði seinastu fýra
árini, vóru afturvald-
ir á valinum hesaferð
BYGDARÁÐ
Eyðun Klakstein
Viðareiði:
Tríggir listar
vóru stillaðir upp, og allir
fingu umboð í bygdaráðið.
Á lista A, sum fekk flestar
atkvøður, vóru valdir Kári
Kallsberg og Hans Jákup
Kallsberg.
Á lista B, sum var listin
hjá borgarstjóranum Jógv-
ani Nybo, vóru tvey umboð
vald – Árni Absalonsen og
Jógvan Nybo. Merkisvert
var tað, at borgarstjórin
misti fitt av atkvøðum á
hesum valinum, men hann
varð valdur væl og virðiliga
fyri tað.
Á lista C var eitt umboð
valt, og tað var royndi polit-
ikarin Mamy Dahl Søren-
sen, sum áður hevur sitið í
bygdaráðnum á Viðareiði.
Nýggja bygdaráðið á
Viðareiði hevur ikki skipað
seg enn, og tað tykist ikki
verða greit, um Jógvan
Nybo heldur fram sum
borgarstjóri ella um eitt av
hinum fýra fólkunum skulu
taka við.
Ternan um
Leirvíks-
fjørð
Mánamorgunin fór Tern-
an undir sigling um Leir-
víksfjørð, og har skal
skipið sigla næstu tvær
vikurnar
saman
við
Dúgvuni.
Sam, sum vanliga røkir
siglingina millum Klaks-
vík og Leirvík, er tikin úr
sigling, tí hann skal hava
nýggja rampu.
Meðan hetta arbeiðið
verður gjørt, verða tað tí
Dúgvan og Ternan, sum
sigla um Leirvíksfjørð.
Um vikuskiftið fekk
Dúgvan tekniskar trup-
ulleikar við bóvportrin-
um, og leygardagin sigldi
skipið ikki í nakrar tímar.
Fyrrapartin
mánadagin
noyddist Dúgvan aftur úr
sigling orsaka av tekn-
iskum breki, og tá sigldi
Ternan einsamøll.
ek
Føroyar
hava lítið
arbeiðsloysi
Samanborið
við
hini
norðurlondini
hava
Føroyar lítið arbeiðsloysi.
Í eini uppgerð, sum
Vinnuhúsið hevur gjørt,
sæst, at Føroyar hava
næstlægsta arbeiðsloysið
av øllum norðurlondun-
um.
Bara Ísland hevur lægri
arbeiðsloysi,
meðan
Finnland toppar listan við
8,4 prosentum arbeiðs-
loysi.
Ísland hevði í triðja árs-
fjórðini í ár 2,6 prosent
arbeiðsloysi,
Føroyar
høvdu 3,5 prosent, og
síðani koma Noreg (4,5),
Danmark (5,3), Svøríki
(6,8), Grønland (7,5) og
Finnland (8,4).
Uppgerðin byggir á
standardiserað arbeiðs-
loysistøl hjá OECD og á
tøl frá hagstovunum í
Grønlandi og Íslandi.
ek
Hava bíðað
í sløk 50 ár
Tá ið Javnaðarflokkurin á
nýggjárinum aftur fær
borgarstjóran í Havn,
verður tað fyri fyrstu ferð
í langa tíð, at flokkurin
eigur hendan sessin.
Seinasti Javnaðarmað-
urin, sum var borgarstjóri
í Havn, var Palli Henrik-
sen, sum fór frá í 1957.
Síðani hevur tað ikki
eydnast Javnaðarflokkin-
um at havt leiðaran í
høvuðsstaðnum, og tað
tóktist heldur ikki sann-
líkt eftir kommunuvalið í
síðstu viku.
Men ein heldur óvanlig
uppgerð í Sambands-
flokkinum hevði við sær,
at Heðin Mortensen skifti
flokk, og nú verður hann
borgarstjóri umboðandi
Javnaðarflokkin.
ek
SL hevur lurtað eftir
kalsoyingum
Bara roynd fólk í bygdaráðið
Borgarstjórin fekk
flestar atkvøður
C
M
Y
K
5
4