Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. november 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 219 - 16. november 2004 Nr. 219 - 16. november 2004 7 Fer at fáa stóran týdning fyri túsundtals føroyingar Í dag fer landsstýrið vónandi at taka eina avgerð, sum fer at fáa alstóran týdning fyri túsundtals føroyingar LÍV Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað verður ein stór og týdn- ingarmikil avgerð, sum landsstýrið vónandi fer at taka í dag. Landsstýrið skal nevni- liga eftir ætlan viðgera spurningin um framtíðina hjá lívstryggingini, LÍV. Sostatt sæst loksins ein endi á einum máli, sum hevur verið ein trupul knút- ur at loysa nú í fimm ár. Hesin bólkurin hevur havt óteljandi fundir við landsstýrið. Og eftir tann seinasta fundin, sum var fríggjadagin, er tað nú loksins komið hartil, at landsstýrismaðurin í vinnu- málum skuldi leggja málið fyri landsstýrisfund í morg- un. – Tað er við góðum treysti, at vit nú fara at bíða eftir úrslitinum av hesum landsstýrisfundinum, siga teir báðir, Jógvan Mørkøre og Andrias Ziska, sum hava arbeitt mest við hesum mál- inum, saman við Gunnleivi Dalsgarð og Leif Ellings- gaard. Teir hava sitið í einum bólki, sum umboðar limir- nar í 14 fakfeløgum við til- samans ímillum 8000 og 9000 limum, sum allir hava tryggingar og eftirlønir hjá LÍV. Málið snýr seg um, hvør skal ognarrætt og ávirkan á LÍV, ið umsitur stórar ognir hjá tryggingartakararunum og sum eisini sum felag, fer at hava stórt virði í sær sjálvum. – Fakfeløgini hava sum so onki við málið at gera, men tey eru til fyri at røkja áhugamálini hjá limunum, og tað tað er hetta, tey gera í hesum føri, siga teir báðir. Feløgini meta tað enntá sum eina eyðsýnda skyldu at røkja áhugamálini hjá feløgunum í hesum máli, tí tær flestu eftirlønirnar í LÍV, eru endaðar har sum eitt úrslit av samráðingum ímillum fakfeløg og tað almenna. Hvør skal eiga LÍV? Ósemjan um LÍV er eitt rættiliga grundleggjandi og prinsipielt mál. Tað snýr seg um, hvør eigur LÍV. Føroya Landsstýri metir seg hava ognarrættin, tí fel- agið er sett á stovn við lóg. Tryggingartakararnir ivast hinvegin ikki í, at tað eru teir, sum eiga felagið, tí teir hava goldið øll virði í tí, og hesi virði hava verið bundin í LÍV eitt heilt arbeiðslív. Tí hava tryggingartakar- arnir kravt at fáa 51% av partabrøvunum í almenna partafelagið LÍV, nú ætlan- in er, at felagið verður til sølu. Eina tíðina lá í kortunum, at Tryggingarfelagið Før- oyar, ið umsat LÍV øll fyrstu tríati árini og reiði- liga tað, skuldi keypa um- leið 50% av partabrøvunum í LÍV, meðan tryggingar- takararnir skuldu eiga hina helvtina. Tryggingarfelagið Føroyar kundi tó ikki góð- taka, at tryggingartakarar- nir fingu 51% og harvið meirilutan. Tí hava tryggingartakar- arnir slakað og viljað góð- taka, at fáa 50% av parta- brøvunum, treytað at fáa ein partaeigarasáttmála aft- urfyri, sum tryggjar teim- um, at ongar týðandi av- gerðir kunnu takast, uttan fulla semju í nevndini fyri LÍV. Og hetta er tilmælið, sum landsstýrið skal taka støðu til í dag. Tryggingartakararnir vilja hava minst 51%, ella 50% við einum partaeig- arasáttmála, sum tryggjar teimum avgerandi ávirkan. – Kann landsstýrið ikki geva okkum hendan parta- eigarasáttmálan, má lands- stýrið góðkenna at trygg- ingartakarararnir fáa 51% av felagnum. Málið er eisini við at fella fyri fyrningarfreistini, sum er á nýggjárinum. Tey 14 feløgini avgjørdu longu fyri hálvum fimta ári síðani at stevna landsstýrin- um í hesum máli. Men tey avgjørdu kortini fyrst at royna at finna eina polit- iska semju, tí tey hildu, at bæði tryggingartakararnir, LÍV og politiski myndug- leikin áttu at havt ein felags áhuga í at eftirlønarskipan- irnar í LÍV komu í eina legu, sum áttu stóraundir- tøku ímillum løntakarar. Tey bæði umboðini fyri tryggingartakararnir halda ikki, at tíðarfreistin er ov knøpp. – LÍV varð gjørt til eitt alment partafelag upp á 14 dagar í jólamánaðinum í 1999, so tað átti ikki at tik- ið so langa tíð, at broytt nakrar fáar lógargreinar aftur, sum gingu trygging- artakarunum á møti. Høvdu ikki rætt at taka felagið Stríðið um Lív byrjaði so- statt longu í 1999, tá ið Føroya Løgting, eftir upp- skoti frá landsstýrinum, samtykti at gera Føroya Lívstrygging til eitt alment partafelag, sumfekk navnið LÍV. – Hetta var eitt lógarupp- skot, sum varð hurrað ígjøgnum løgtingið upp á tvær-tríggjar vikur, beint uppundir jól í desember mánaða í 1999. – Men tað er sera ivingar- samt, um landsstýrið yvir- høvur hevði ognarrættin til Føroya Lívstrygging. Hetta hevur Løgtingið eisini ásannað seinni, tá ið ein stórur meiriluti av Løg- tinginum samtykti at heita á landsstýrið um at broyta skipanina við LÍV, so at tryggingartakararnir fingu ávirkan og innlit - men kortini hendi ikki meiri. Í hesi áheitanini á lands- stýrið, vísur Løgtingið á, at tá ið Føroya Lívstrygging varð stovnað í 1966, varð endamálið at gagna upp- sparingini í landinum. Men tað verður eisini lagdur dentur á, at Lívstrygging skuldi vera ein sjálveigandi stovnur. Víst verður eisini á, at Føroya Landsstýri rindaði ongan pening til felagið, tá ið tað varð stovnað. Øll hesi árini síðani, hev- ur Føroya Lívstrygging mótvegis fakfeløgunum, ið umboðaðu limir sínar sum tryggingartakarar, lagt dent á, at tað vóru tryggingartak- ararnir, sum áttu allar ogn- irnar í Føroya Lívstrygging. Eftir at ein gerðarættur hevði havt spurningin til viðgerðar í 1991, tók landsstýrið til eftirtektar, at tryggingartakarin hevur fullan ognarrætt til eftirløn- ina, sum bæði teir og lands- stýrið betala í Lív sambært sáttmálum. Í eini semju millum landsstýrið og Yrkisfelag Studentaskúla- og HF- lærara í 1993, bant Føroya Landsstýri seg til at virka fyri, at lógin um Lívstrygg- ing varð snikkað soleiðis til, at felagið fær innlit og ávirkan. Hetta er ongantíð gjørt. Í einum drúgvum skrivi til Føroya Landsstýri dagfest í 1997 hevur Føroya Lívs- trygging boðað frá, at hon, og løgfrøðingurin hjá henni, eru komin til ta niðurstøðu, at Føroya Lívstrygging er ein sjálveigandi stovnur, og at tryggingartakarin hevur rætt til allar ognir í fel- agnum. – Men tað heilt ótrúliga hendi, at tá ið uppskotið um at gera LÍV til eitt alment partafelag í 1999, fekk Løgtingið ongantíð nakað at vita um hetta skriv frá LÍV og løgfrøðinginum hjá felagnum, siga Jógvan Mørkøre og Andrias Ziska. – Tvørturímóti boðar Vinnumálastýrið frá, at løgfrøðisligar kanningar eru gjørdar, og at niður- støðan er greið. Og niður- støðan er, at tað er Lands- stýri, sum eigur Føroya Lívstrygging. Og teir skoyta eisini uppí, at tá ið Lívstryggingin varð umskipað til alment parta- felag í 1999, vóru hvørki fakfeløgini ella tryggingar- takararnir hoyrdir. – Hetta hildu vit var ov- boðið, tí hetta er máa støðið undan fólkaræðinum. Eitt tað mest grundleggjandi í fólkaræðinum er nettupp at hava eitt val ímillum ymsar møguleikar. Men tað, sum hendi her, var at embætis- fólk sáldaðu teir upplýsing- ar frá, sum ikki tænti enda- málinum. – Tí løgdu vit málið fyri landsstýrismálanevndina, men har kom onki burturúr. Tryggingartakarar ressaðust við Hendan sera ivasama sam- tyktin um at gera Lív til eitt alment partafelag, fekk skjótt nakrar av tryggingar- takarunum at ressast. Tað var fyrst Andrias Ziska, ið, sum einstakling- ur fór í holt við málið. Tað endaði skjótt við, at tryggingartakarar úr 14 fakfeløgum, kravdu, at teir fingu tann rætt yvir ogn- unum hjá Lív, sum teir áttu rætt til. Teir gjørdu beinanvegin greitt, at teir vóru til reiðar at stevna landsstýrinum fyri at fáa sín rætt. Men teir gjørdu kortini av at royna samráðingarvegin fyrst. Hetta hevur higartil ført til eina fimm ára langa tilgongd. Men nú er loksins komið so langt, at tað sæst ein endi á málinum, nú landstýrið skal taka støðu til tað í dag. – Tað er sera umráðandi at fáa hetta mál loyst nú, tí spurningurin er, hvat lands- stýrið kann finna uppá at gera við Lív, siga teir báðir umboðsmenninir fyri tryggingartakararnar. Teir vísa á, at landsstýrið hevur sett sær fyri at ein- skilja almennar fyritøkur. – Í tí sambandið er júst Lív nevnd sum ein fyritøka, ið er vælegnað at einskilja. – Tað vil siga, at vandi er fyri, at landsstýrið selur størri ella minni part av Lív, hóast tað als ikki hevur ognarrættin yvir felagnum. Sostatt koma tryggingar- takararnir at missa ta ávirkan á felagið, sum teir hava fullan rætt til, og tað góðtaka teir ikki. Men Jógvan Mørkøre og Andrias Ziska siga, at spurningurin um ognarrætt- in hjá Lív verður rættiliga avgerandi fyri framtíðina hjá felagnum. – Skal LÍV verða lív lagað, er tað neyðugt, at tryggingartakararnir vilja kennast við felagið og taka tað til sín. Tað gera teir ikki í nóg stóran mun í dag, tí tað eru framvegis mong dømi um, at føroyingar heldur fáa sær tryggingar uttanlands enn hjá LÍV. Men skulu tryggingartakarnir taka felagið til sín sum sítt felag og skal tað eydnast at fáa tryggingarnar uttanlands heim til Føroyar, so skal tað somuleiðis eydnast at fáa teir løntakarabólkar uppí, sum ikki hava nóg góðar eftirlønartryggingar, er tað alneyðugt, at teir eisini fáa ognarrættin til felagið, teir seta peningin í. – Rákið er eisini frá al- mennum monopoli til fría kapping. Men í løtuni hongur LÍV í einum slagi av ongamannalandi.Fyrr vóru tað politisku flokkar- nir, sum settu síni fólk í nevndina. Eftir at LÍV varð gjørt til alment partafelag í 1999, hevur tað verið Vinnumálaráðið, sum hev- ur sett síni fólk at stýra LÍV og í stóran mun hava tey verið embætisfólk ella fólk við tilknýti til Tinganes. Í hvørgum føri hava trygg- ingartakararnir fingið um- boðan og sostatt hava teir hvørki fingið ávirkan ella innlit. – Altjóða rákið fer helst at krevja, at løntakarar í framtíðina helst kemur at standa fríur at gera av, hvar hansara eftirlønaruppspar- ing skal vera. Eitt LÍV uttan veruliga løntakaraumboðan og ávirkan, verður tí ikki Lív lagað. Tað tykist at vera greitt fyri øllum pørtum. Eftirbátar So skal tað eisini havast í huga, at tað er ikki smáveg- is av peningi, sum er upp á spæl. Tað standa ein milliard í tryggingarfelagnum LÍV, umframt tann peningur, sum føroyingar hava í eftir- lønarskipanum uttanlands og sum kanska eisini er ein milliard. Sostatt hava før- oyingar eftirlønartrygging- ar fyri tvær milliardir. Men júst hetta talið vísir, hvussu stórir eftirbátar før- oyingar eru á eftirlønar- økinum. – Skuldu vit havt lut- falsliga líka stóra eftirløn- aruppsaringar í Føroyum, sum danir hava, skuldu før- oyingar havt 13 milliardir í eftirlønartryggingum. – Harafturat skal havast í huga, at danir meta nú, at teirra uppsparing til eftir- lønir er í minna lagi. So hó- ast flestu danir rinda 15% av lønunum í eftirlønar- skipanir, halda danir, at tað rættasta hevði verið at goldið eini 18-20%, um tað skal bera til at tryggja løn- takarum eina líkinda eftir- løn. Sostatt er tað skilligt, at í Føroyum er heilt langt á mál, áðrenn okkara eftir- lønirskipanir eru fingnar upp á eitt nøktandi støði. Men tað er als ongin ivi um, at tey ógreiðu ognar- viðurskiftini hjá LÍV er ein stór forðing fyri at rættilig gongd kemur á at tekna eftirlønir í Føroyum, tí enn eru tað alt ov mong, sum hava ov vánaligar skipanir. Tá ið tryggingartakararnir fáa tað ávirkan, verður tað munandi lætttari at fáa tey feløg við limum, sum hava tryggingar í LÍV, at draga somu línu og at savnast um LÍV, so at rættilig gongd kemur á at tekna eftirlønir, siga Jógvan Mørkøre og Andrias Ziska. Tá fáast teir ikki at gera, so leingi ognarviðurskiftini eru ógreið og tí hevur landsstýrið uttan iva eisini stóran áhuga í at fáa hetta málið loyst. – Tað er ein sannroynd, at vit eru eftirbátur so tað munar á eftirlønarøkinum, tí tað eru framvegis alt ov nógvir føroyingar, sum ikki hava nøktandi eftirløn. Og fyri hvørt ár sum gongur, uttan at verulig gongd kem- ur á, veksur trupulleikin. Við hetta lag verður nýggi Smyril liðugur í apríl, sigur tekniski stjórin á Strandferðsl- uni NÝGGI SMYRIL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú er aftur full ferð sett á arbeiðið at byggja nýggja Smyril. Eftir at stór óvissa hevur verið um byggingina í fleiri vikur nú, eru viðurskiftini á skipasmiðjuni aftur komin í fasta legu og tað hevur eisini ført við sær, at full ferð er sett á arbeiðið at byggja skipið. – Tað hendir rættiliga nógv umborð á Smyrli nú, sigur Magnus Magnussen, tekniskur stjóri á Strand- ferðsluni. Hann sigur, at tilsamans eru tað næstan 400 fólk, sum nú arbeiða uppá nýggja Smyril, bæði um- borð og í landi, so nú broyt- ist skipið rættiliga skjótt. – Sum gongdin er nú, meti eg, at nýggi Smyril verður liðugur í apríl, sigur Magnus Magnussen. Kortini hevur Strand- ferðslan ikki formliga fing- ið eina nýggja tíðarætlan frá Skipasmiðjuni fyri, nær nýggi Smyril skal verða liðugur, men tekniski stjór- in metir, at sum arbeiðs- gongdiner nú, verður tað um fimm mánaðir. Tað hevur annars sannur ruðulleiki valda á skipa- smiðjuni í alt heyst. Fyrr í ár fekk IZAR krav frá ES um at gjalda stórar upp- hæddir aftur til spanska landskassan, sum IZAR skuldi havt fingið ólógliga í stuðuli til skipabygging. IZAR samtakið hevur fleiri skipasmiðjur. Onkrar skipasmiðåjur byggja her- skip, sum spanski lands- kassin betalir. Aðrar skipa- smiðjur byggja vanlig skip, sum tað er ólógligt at lata stuðul til. Men á IZAR hevur skiln- aðurin ímillum skipasmiðj- urnar sum byggjaherskip og tær, sum bygjavnlig skip, ikki verið nóg greiður og sostatt er ES komið til ta niðurstøðu, at peningur, sum spanski landskassin hevur goldið fyri herskip, í veruleikanum er brúktur til stuðul til skipasmiðjurnar, sum hava bygtvanlig skip, fyri at gera tær meiri kapp- ingarførar. Samstundis kravdi ES, at greiður skilnaður varð gjørdur ímillum skipa- smiðjurnar, sum bygdu her- skip og tær, sum bygdu vanlig skip, so at tað ikki skuldi bera til at flyra pening ímillum. Hetta førdi til ruðulleika í IZAR. Tað endaði við eini ætlan um at onkrar skipa- smiðjur skuldu lata aftur. Ein av teimum, sum skuldu lata aftur, var skipasmiðjan, sum bygdi nýggja Smyril. Hetta vildu arbeiðsfólkið als ikki góðtaka og tey fóru í eitt rættiligt stríð fyri at varðveita arbeiðsplássini. Og tað førdi til, at verkfall hevur verið á Skpasmiðjuni í næstan alt heyst. Sostatt varð eisini greitt, at upprunaliga tíðarfreistin fyri, nær Smyril skuldi vera liðugur, fór í vaskið. Fyrst skuldi hann vera liðugur 12. oktober. So varð tað broytt til 1. desem- ber, men heldur ikki tað helt og so leingi verkføllini herjaðu, kundi ongin siga nakað. Men nú er ein avtalað fingin í lag um, at hendan skipasmiðjan skal ikki lata aftur, og tað hevði beinan- vegin sína ávirkan. – Tað er heilt øðrvísi á skipasmiðjuni nú. Fólk eru glað og lagið er gott og nú arbeiða tey av kraft fyri at fáa nýggja Smyril lidnan. Frá 1 desember kemur skipasmiðjan undir dagbøt- ur, sum eru næstan 100.000 krónur um dagin í fyrstuni, men síðani hækka tær eitt sindur fram til tann dagin, Smyril kann latast Strand- ferðsluni. Full ferð sett á arbeiðið at byggja nýggja Smyril Í dag er ætlanin at landstýrið skal taka støðu til tryggingarfelagið LÍV, har túsundtals føroyingar eru tryggjaðir og hava sínar eftirlønarskipanir. Tryggingartakararnir vilja hava ávirkan og innlit og teir hava góðar vónir til landsstýrisfundin í dag Framhald á síðu 7 Framhald av síðu 6 C M Y K 7 6